Skriva út

Miðvágs kirkja


Jesper René, klaverleikari, á konsertferð í Føroyum

Jesper hevur eitt sera stórt repertoire at oysa av, so konsertskráin er ofta snikkað saman, so hon hóskar júst til staðið hann spælir. Ein aðalhugsan hjá Jesper René er, at tey stóru tónleikaverkini eisini skulu spælast í teim smáu støðunum, har tey ikki vanliga eru at hoyra.

Til kirkjukonsertirnar, sum vera í Miðvágs kirkju, Hvalbiar kirkju og Havnar kirkju, fer Jesper at framføra stórverkið “Goldbergvariatiónirnar” av Bach. Hetta verkið er eitt tað størsta tangentverkið, sum nakrantíð er skapað. Tað byrjar við einum einklum lagið – ein Aria – og som koma 30 ógvuliga ymiskar variatiónir av Ariuni. Tað vil siga, at tú sum áhoyrari tann tíman, sum verkið tekur, sleppur at lurta eftir tí sama lagnum í nógvum ymiskum hamum. Tað verður ein heilt serstøk uppliving at hoyra hetta verkið framført í kirkjum við øllum teim talandi umstøðum har eru.

Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum.

Sum nærmast tann einasti í Norðanlondum hevur hann serliga framført tey stóru klaververkini av Bach. Í seinastuni hevur hann til dømis framført Das Wohltemperierte Klavier i Grønlandi og Goldberg variatiónirnar, sum hann eisini spælir í smáum serstøkum støðum sum til dømis í fongslinum í Herstedvester.