Vónrík bíbliuvers í hesum Korona-tíðum
"Harrin er vaktari tín." Soleiðis stendur skrivað í einum av Sálmunum í Gamla Testamenti. Í meira enn 2000 ár hevur Bíblian tala til menniskju í neyð - troysta tey og givið teimum nýggja vón og mót. Føroya land og føroya fólk eru í eini truplari støðu við stórum avbjóðingum. Her eru 10 bíbliuvers til troyst og vón fyri okkum øll.
Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. 1. Pæt. 5,7
Lív títt skal renna upp bjartari enn middagssólin, myrkrið skal verða sum dagsbrún. Tryggur skalt tú vera, tí at nú er vón, tú lítur teg um og legst óttaleysur til hvíldar. Job. 11,17-18
Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg. Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðar tínir eru mær altíð fyri eyga. Jes. 49,15-16
Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur! 5. Mós. 31,8
Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. Sálmur 23,2-4
Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. Matt. 10,29-31
Harrin er vaktari tín, Harrin tín verndarskuggi við tína høgru hond. Sálmur 121,5
Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara. Róm. 8,38-39
Harrin er teimum neyðstøddu skjól, skjól í neyðartíðum; teir líta á teg, ið kenna títt navn, tí ikki tú sveikst teir, ið á teg heita, Harri! Sálmur 9,10-11
Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! Jóh. 14,27
Kelda: Føroyska Bíbliufelagið.