Skriva út
VØGGUSANGUR Í HOYVÍKAR KIRKJU
16.02.2022 Tíðindi
Hósdagin 24. februar kl. 10 byrjar vøggusangur aftur í Hoyvíkar kirkju. Eyðbjørg Hansen, sum saman við Maluni Rasmussen stendur fyri vøggusanginum, sigur, at pláss er fyri 14 vaksnum við barni, og fólk eru vælkomin at tekna seg.
Tey samlast átta hósdagar og enda við at framføra fyri familju og vinum.
- Vit syngja í umleið 45 minuttir og so er drekkamunnur og hugni aftaná, sigur Eyðbjørg.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Eyðbjørg, tel. 507173. Til ber eisini at skriva til hennara. Adressan er: eh@mpiri.org. Messenger er sjálvandi eisini ein møguleiki.
Onnur tíðindi