Skriva út

Vøggusangur: Ljósið og ljóðið tala til børnini

25.11.2022 Tíðindi
Voggusangur
Vøggusangurin her í Christianskirkjuni er væl dámdur av mammunum – og av børnunum, sum her fáa nakrar serligar sansaligar upplivingar (Privat foto)

- Eina slíka kvirra løtu í kirkjuni hava vit so avgjørt fyri neyðini. Hetta kann næstan lýsast sum eitt ”heilagt timeout”. 

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo) 

Vøggusangur - grein 1: ”Tað er nakað heilt serligt at vera við til vøggusangin. Eg síggi bara, hvussu upptikið mítt barn er av akustikkinum í kirkjurúminum”.

Ikki er neyðugt at leita leingi og víða eftir undirtøkuni fyri vøggusangi í føroysku fólkakirkjuni.
Leitar tú ovast í høgra horni á heimasíðuni – folkakirkjan.fo – fæst eitt yvirlit yvir ein part av virkseminum í føroysku kirkjuni. Og fert tú at hyggja nærri eftir tí, sum hendir her nærum hvønn einasta dag í vikuni, umgongst ikki at orðið ”vøggusangur” er at finna fleiri staðir og á fleiri støðum.

Millum hesi støðini, har vøggusangur er vorðin ein regluligur partur av tilboðnum hjá staðbundnu kirkjuni, eru Christianskirkjan í Klaksvík og kirkjurnar í Vestmanna og Hoyvík. Tilboðið hevur eisini verið í Sandavágs kirkju og Argja kirkju, og helst aðrastaðni við.

Felags fyri allar hesar kirkjur er, at higar koma flest mammur, kanska eisini onkur pápi við sínum barni, fyrst og fremst tí at tað er gott at vera saman við øðrum í somu støðu.

Her er sangur; her er felagsskapur; her verður sansað; her eru rørslur, og sjálvandi eisini ein koppur av kaffi aftaná til tey vaksnu. Men størri týdning hevur tað – og tað vísir eisini ein nýggj donsk kanning – at sjálvt kirkjurúmið hevur somuleiðis ein stóran týdning hjá teimum, sum aftur og aftur koma til vøggusang.

Og kanningin staðfestir haraftrat:
- Her hevur tað einki at siga, um tú ert trúgvandi ella ikki. Hetta er fyri øll.
Vøggusangurin byrjaði í Danmark fyri 20 árum síðani, og her í Føroyum hevur hann longu verið í fleiri ár.

Einki vask og ongin telefon
Danska kanningin ber heitið ”Babysalmesangens teologi – en gudstjeneste, en melodi”, og stóð fyri stuttum at lesa á heimasíðuni hjá donsku fólkakirkjuni. Hetta er ein verkætlan hjá Rose Marie Tillisch, sum starvast hjá Folkekirkens Uddannelses- og Videncenter.

Í samband við kanningina hevur hon vitjað kirkjur í øllum Danmark, og hitt nógv av foreldrunum, sum luttaka her.

- Vøggusangur (sum á donskum kallast ”babysalmesang”, blðm.) er ein kvirr løta, ið vit so avgjørt hava fyri neyðini. Ja, hetta er meiri at kalla eitt ”heilagt timeout”, greiðir Rose Marie frá.

Fleiri foreldur siga, at vøggusangurin er einasta løtan, har tey eru einsamøll við sínum barni.
- Her í kirkjurúminum er ikki so nógv annað, ið kann taka uppmerksemið frá okkum – til dømis sosialir miðlar, ein vaskimaskina ella familjan, sum krevur nógv av okkum.

Børnini merkja eisini hesa nærveruna, og tí hevur hetta sín týdning fyri sambandið teirra millum.
- Kirkjurúmið hevur nógv sansainntrykk, og tey smáu merkja, at her hendir eitthvørt spennandi. Tá vit syngja við teimum, hjálpa vit teimum somuleiðis at fáa eitt ríkt kenslulív og at sansa.

- Tónleikurin ferðast gjøgnum limbiska systemið í heilanum, og hevur týdning fyri minnið okkara og okkara kenslur. Og vøggusangur talar til kenslurnar, og gevur eina nærveru millum barnið og tann vaksna, verður sagt.

Stimulerar sansirnar
Sum nevnt omanfyri er hetta við vøggusangi eisini vorðið væl umtókt í Føroyum. Fyri trimum árum síðani vitjaðu vit vøggusangin í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Her hevði vøggusangurin longu tá, á vári í 2019, eini fimm ár á baki. Fleiri mammu vóru møttar saman við barni sínum, her urguleikarin við kirkjuna, Jóhanna Johannessen var hon, ið stóð fyri løtuni henda fyrrapartin.

Prátað var við nakrar av mammunum, millum annað eina mammu úr Klaksvík, hvørs tríggjar mánaðar gamla dóttir, sum var hennara fyrsta barn, var borin til dópin sunnudagin frammanundan.

Og henda mamman var ikki í iva um tann týdning, sum vøggusangurin hevði fyri tær báðar:
- Tað er heilt sikkurt at dótturin, Anna, dámar væl at koma her í kirkjuna. Her verða sansir hennara stimuleraðir á ein serstakan hátt, greiddi hon frá.

Og mamman legði aftrat:
- Ja, eg merkti, at hon var faktist ordiliga betikin av øllum tí, sum gekk fyri seg her.
Tiltakið var væl móttikið, tí henda dagin vóru ikki færri enn 12 mammur og børn teirra til vøggusangin í Christianskirkjuni.

Mentanararvur
Til vøggusangin verður ikki spurt, hvør tú ert, hvaðani tú kemur, ella hvar ella um tú gongur nakrastaðni. Her í kirkjuni eru foreldur og børn vælkomin, óansæð hvat.
Hetta sama verður eisini staðfest í donsku kanningini. Sagt verður beinleiðis, at líkamikið hvat foreldrini halda og meina um kirkjuna, so njóta tey at vera í kirkjurúminum.

Eitt teirra sigur beinleiðis, at fyri hana og barnið hevur tað sín týdning at liggja á eini máttu, og snøgt sagt bara taka rúmið til sín. Ein onnur vísir á ljósið í kirkjuni, her tað er eitt vakurt listarverk úr glasmosaikki.

- Foreldrini uppliva hetta sum eitt rúm, ið gevur ein serstakan frið í einum gerandisdegi, har so nógv annað er, sum kann órógva, vísir Rose Marie Tillisch á.
Eitt er ljósið. Annað er tað serstaka ljóðið í kirkjuni. Her kundi ein staðfesta, at kirkjan gjørdist líkasum eitt fantasirúm hjá teimum smáu.

Ljóðið í kirkjuni er jú munandi øðrvísi enn heima í stovuni. Akustikkurin er øðrvísi, og her er eisini ein serstakur eftirklangur.

Tað var eisini júst hetta sama, sum ein av kvinnunum í kanningini hevði lagt merki til:
- Vit ganga ikki í kirkju, men tað er kortini sera gott at brúka kirkjurúmið og vera í kirkjuni á ein øðrvísi hátt.

- Eg hugsi eisini um tann mentanararv, sum eg soleiðis kann geva víðari til mítt barn.

- - - -
Í eini seinni grein verður greitt meiri frá donsku kanningini. Her verður víst á, at vøggusangurin eisini hevur týdning fyri foreldrini. Fleiri teirra eru nevniliga byrjaði at ganga í kirkju.