Skriva út

Vøggusangur: - Børnini kenna bæði rútmu og lag

03.05.2019 Tíðindi
Vøggusangur.jpg

- Tað stendur gott nokk í skránni, at vit skulu byrja klokkan 10.00. Men tú veitst hvussu tað er: Tá ein hevur við pinkubørn at gera, so kann ein ikki altíð ganga eftir klokkuni. 

- So vit bíða bara eina løtu aftrat, til klokkan er blivin einar 15 minuttir yvir. Tá eru helst allar komnar! 

Hvønn sunnu- og halgidag situr Jóhanna Johannessen við stóru urguna í Christianskirkjuni og spælir til sálmasangin hjá kirkjufólkinum í Klaksvík. 

Hetta er tó bert ein partur av tænastu hennara sum urguleikari í Christianskirkjuni. Ein onnur, og munandi øðrvísi tænasta, er at skipa fyri sokallaða ”vøggusanginum”, sum er í kirkjuni annanhvønn fríggjadag í vetrarhálvuni. 

Ein slíkur dagur var fríggjadagurin í farnu viku - 19. apríl -, tá tað aftur var boðið til hesa spennandi upplivingina hjá mammum og pinkubørnum teirra í kirkjuni. 

- Hetta er eitt sera gott tiltak, sigur ein av hesum mammum, 29 ára gamla Rakul Winther úr Klaksvík, og sum er her saman við dóttur síni ”diddan”. 

Hon leggur brosandi aftrat: 

- Ja, didda hevur ikki fingið navn enn. Hon verður doypt nú sunnudagin 5. mei! 

MORGUN ER HER 
Tá klokkan er farin at nærkast 10 henda morgunin, kemur fyrsta mamman inn við sínum barni. 

Einar 15 minuttir seinni, eru tær allar komnar – 12 mammur, sum hava sett sær hesa løtuna av til at hava eina góða løtu saman við barni sínum og hinum mammunum. 

Vøggusangurin er við til at menna bæði taluevnini hjá barninum og samskiftið millum tað og foreldrini. Við sangi, liti og rørslum verða sansirnir hjá barninum stimuleraðir eina slíka løtu. 

Tey seta seg í ring har frammi við altarið, við Jóhannu og eini sylofon miðjuni. Hon bjóðar teimum øllum vælkomnum og síðani er fyrsti sangur á skránni – morgunsangurin ”Morgun er her”. 

Mammurnar syngja við, meðan Jóhanna spælir undur uppá sylofonina, samstundis sum navnið á hvørjum einstakum barni verður nevnt og sungið. 

Líkt er til, at børnunum, sum øll eru undir 1 ár, dáma hesa løtuna væl. Og tá Jóhanna slær á sylofonina er ikki frítt, at tey hava hug at danda aftur við tónunum. 

”Morgun er her, nátt horvin er, reis teg við sólini, fróur tú ver”. 

- Vit syngja somu sálmarnar hvørja ferð, soleiðis at børnini koma at kenna rútmuna og lagið, greiðir hon frá. 

VAGGA OG SYNGJA 
Eina løtu seinni biður Jóhanna mammurnar um at sláa upp í Ískoytinum til Sálmabókini. Tær hava annars sungið úr Barnasálmabókini. Nú kemur enn ein spennandi løta hjá børnunum – tað er nú at tað skal vaggast. 

- Vit syngja nú fyrsta ørindið av nummar 652 (Sov barn, sov søtan, nú friðsæl er løtan), so sum vit plaga, sigur Jóhanna, og tekur eitt av teppunum á gólvinum upp. 

Endamálið er at børnini nú skulu vaggast í teppinum, meðan sungið verður. 

- Nei, vit eru so nógv í dag, at vit mugu brúka tvey teppi í dag. Kunnu tvær tykkara ikki taka eitt teppi upp og vagga einum barni?, spyr Johanna. 

Løtu seinni verður hetta fyrsta ørindið sungið, og børnini verða vaggaði tvey og tvey. Hetta er ein góð løta hjá teimum. Eingin ivi um tað. 

SANSA RÚTMURNAR 
Vøggusangur er kendur í øðrum londum, og fyri nøkrum árum síðani var ein danskur undirvísari í Føroyum og greiddi frá hesi verkætlanini í donsku kirkjuni. 

Her í Klaksvík var tikið væl við hugskotinum, og seinastu fimm árini hevur hetta verið partur av virkseminum í Christianskirkjuni. 

Tíð er líkasum ikki at steðga við søguni handan tiltakið, tí nú stendur ein bobblusangur á skránni, áðrenn seinasta punkt á skránni – sjálv finalan – skal avgreiðast. 

Eftir at sápubløðrurnar eru blástar og brostnar, verða øll børnini biðin um at flyta seg nærri flyglinum, har frammi í kirkjuni. 

Mammurnar lyfta børnini uppá sjálvt lokið, tí nú skulu børnini sansa rútmurnar og ristingarnar sum verða skaptar, tá spælt verður upp á flyglið. 

Johanna spælir fyrst eitt stutt lag, áðrenn seinasti sangurin verður sungin. 

Børnini verða sett so hugagóð á lokið, og tað sæst á øllum brøgdum at hetta dámar teimum væl. Fleiri klára ikki at sita still hesa løtuna, men liva við í rútmunum og ristingunum sum streyma úr streingjunum á flyglinum. 

- Hetta er aðru ferð at vit báðar eru her til Vøggusangin. Og eg merki bara, hvussu væl ið diddu dámar hetta, sigur Rakul Winther. 

Løtu seinni sita tey øll til borðs í kirkjukjallaranum til eina góðar drekkamunn og hugnaliga løtu. 

- Vit koma heilt vist aftur næstu ferð, slær hon fast. 

(Vit fara í eini seinni grein at skifta orð við Rakul Winther og hennara upplivingar við Vøggusanginum.) 

Orð/mynd: Snorri Brend