Skriva út
Vitjan av “Danmarks mest kriminelle boyband”.
11.08.2015 Tíðindi
Í kórinum, sum hevur 20 ár á baki, eru ymiskir brotsmenn, ið samlast fyri at syngja. Umframt at verða kirkjukór í Vridsløselille, eru teir eisini á konsertferðum. Á Føroya-ferðini vera 19 fangar við.
Tað eru Kriminalforsorgin og Løgreglan, sum gera av, hvør sleppur við á túrinum til Føroyar. Atlit verður tikið til, um tann einstaki er førur fyri at verða við.
Oftast eru tað fangar, sum hava verið í kórinum í fleiri ár, sum sleppa við tílíkar ferðir. Teir skulu prógva at teir eru álítandi, hava ein góðan atburð og so skulu teir eisini hava rætt til útgonguloyvi.
Fangakórið er sera sjáldsamt, av tí at tað eru langtíðar fangar, sum syngja egnar sangir um umsorganarsvík, sakn, kærleika, fyrigeving, manglandi kærleika og óttanum fyri aftur at verða frælsur.
Tónleikin hava fangarnir komponerað saman við framúrskarandi dirigentinum og stovnaranum av kórinum Louise Adrian. Serliga er tað teirra ráðu textir og intensa nærvera í framførslunum sum rørir við hjartað.
Kórið hevur sungið í meira enn 400 kirkjum í Danmark. Fleiri enn 150 kirkjur eru á bíðilista.
Fangakórið hevur eisini ferðast í fleiri øðrum londum m.a.Týskalandi og í Grønlandi.
Allastaðir har kórið hevur sungið, hevur tað verið fyri fullsettum húsi.
Kórið kemur at búgva í nýggja Blákrossheiminum á Nesi.
Kórið hevur givið út fleiri fløgur, bøkur og ein DVD-dokumentar. Eisini hevur verið væl miðlað, m.a. tikið lut í nógvum sjónvarpssendingum.
Sangur og tónleikur hevur stóran týdning fyri fangarnar. Tað, at kunna syngja uttanfyri múrarnar, gevur limunum nakað at síggja fram til.
Jalig afturmelding frá áhoyrarunum, gevur limunum trúnna á, at teir fáa ein møguleika aftrat.
Kórleiðarin, sum eisini er kirkjuorganistur í Vridsløselille fongslinum Louise Adrian, fekk virðisløn í 2008 fyri at verða ein eldsál, tí hon við sínum arbeiði vísir, at tónleikur og sangur kann broyta lívið hjá fólki.
Hesar konsertir verða á ferðini:
Hósdagin 13. august, Varðhaldið í Mjórkadali, kl. 18.30
Fríggjadagin 14. august, Fríðrikskirkjan, kl. 19.00
Leygadagain 15. august, Cristianskirkjan, kl. 15
Sunnudagin 16. august, Hoyvíkar kirkja, kl. 16
Mánadagin 17. august, Vestmanna, kl. 19
Týsdagin 18. august, Vágs kirkja, kl. 20
Onnur tíðindi