Skriva út
Vitjaðu Santa Ólavs kirkjulið
21.11.2013 Tíðindi
Seinasta sunnudag, hin 17. november 2013, vitjaði leiðslan í Fólkakirkjuni føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, ið kallast Santa Ólavs kirkjulið. Bergur Jacobsen er sóknarprestur hjá kirkjuliðinum.
Kirkjuliðið flutti í januar í ár til Hans Egede kirkju, nú Samuelskirkjan varð niðurløgd sum sóknarkirkja vegna broytingar í kirkjuliga bygnaðinum í høvuðsstaði dana. Áður var Samuelskirkjan heimstaður kirkjuliðsins, og tann seinasta føroyska gudstænastan í gomlu sóknarkirkjuni var 2. jóladag í fjør.
Væl av fólki møtti til gudstænastuna, har biskupur prædikaði, og sóknarpresturin hevði altartænastuna. Tænararnir vóru føroyingar, og við urguna sat væl kendi urguleikarin úr Gøtu Helgi Breiner Petersen.
Hugaligt at møta føroyingum, ið búgva í høvuðsstaðnum, - ja nøkur teirra hava verðið búsitandi niðri í eitt langt áramál.
Ymisk er lagnan, og ein slík vitjan hevur altíð ein álvarsaman sorgblíðan dám. Fleiri av teimum, ið eru niðri og søkja sær heilsubót og teirra avvarðandi, koma til føroysku gudstænasturnar. So møtast landsmenn til gudstænastu á móðurmálinum og fáa eitt prát um leyst og fast, ið nemur land okkara Føroyar. Guðs orð er altíð gott, og vitjanin í kirkjuni skapar lívsjáttandi innihald í gerandisdegnum, ið mangan er merktur av spenningini, ótta og vón.
Gudstænastan var kl. 14, og kl. 16 var árligi aðalfundurin. Dómpróstur og biskupur vóru hjástaddir og fingu kunnleika um kirkjuliðið. Eftir aðalfundin vóru vit saman við nevndini á einum óformligum fundi, har vit umrøddu nútíðina, bygnaðin og framtíð kirkjuliðsins.
Fyri leiðsluna í føroysku fólkakirkjuni var hesin dagurin gevandi og ríkur. Frá og saman við kirkjuliðnum fingu vit eina vitan, ið er torfør og møguliga ómøgulig at nema við brøvum ella loftvegis samskifti. Hugaligt at hitta sóknarprestin, kirkjuliðið og nevndina. Hugaligt at hoyra og taka virknan lut í eini samtalu, ið hugdi frameftir og vildi menna støðu kirkjuliðsins, nú Santa Ólavs Kirkjulið rundar tey 100 árini á heysti 2015.
Nevndin í kirkjuliðnum og leiðslan í føroysku fólkakirkjuni fegnast um, at frástøðan millum føroyska kirkjuliðið og føroysku fólkakirkjuna ikki er so drúgv, hóast frástøðan í kilometrum er ein fittur teinur.
Vónandi koma umboð fyri Santa Ólavs kirkjulið heim til Føroyar í februar, so kirkjuráðslimirnir í Føroyum kunnu fáa innlit í føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn á fundinum, ið verður á Hotel Føroyum 15. februar 2014.
Vit báðir dómpróstur og biskupur takka fyri blíðskapin og eina væleydnaða vitjan. Guð signi kirkjuliðið, lond og fólk.
JF
Onnur tíðindi