- Vit stóðu í roynd og veru uttan urguleikara
GJÓGV: Fert tú til gudstænastu í hesi vøkru og 90 ára gomlu kirkjuni, ja, so er hon sum allar aðrar – óansæð um prestur er til staðar, ella um deknurin lestur lestur.
Úti í forkirkjuni í Gjáar kirkju stendur klokkarin klárur at taka ímóti fólki, og síðani seta gudstænastuna í gongd við at trýsta á rætta knøttin fyri at fáa klokkurnar at kalla fólk til til Guds orð. Og so kann gudstænastan bara byrja.
Men tann gløggi lesarin dugir helst at síggja, at ein annar týdningarmikil tænari við eina gudstænastu er ikki nevndur her – urguleikarin. Og her kemur tað serstaka inn við Gjáar kirkju: Har er í roynd og veru eingin urguleikari.
Í flest øllum kirkjum kring oyggjarnar er vanligt við einum fysiskum urguleikara, men ikki her. Í Gjáar kirkju eru flest allir sálmar í Sálmabókini spældir inn á diskettu frammanundan, haðani teir verða spældir afturvið sálmasanginum undir gudstænastuni. Tað krevur bara ein einstakan persón at finna løgini fram, og síðani trýsta á ”play” í rættari tíð.
Ein av teimum, sum stendur fyri hesi tænastuni sum – ja, diskett-vendari – er Sofus Debes Johannesen.
- Eg teljist ikki millum tey mest musikalsku í landinum. Men onnur, ið hava gott skil á tónleiki siga ofta við meg, at tey hoyra væl at hesin, sum hevur spælt sálmarnar inn, er stinnur í orgulspæli.
- Og so leggja tey aftrat, at tey duga eisini væl at hoyra at hesin er kórsangari. Jú, eg haldi at vit her hava eina sera góða skipan, leggur hann aftrat.
EITT STÓRT MÁL
Skipanin við tí mannleysa urguleikaranum kom í roynd og veru til Gjáar kirkju einaferð eftir 1996.
Tey høvdu sjálvandi ynskt sær at verandi urguleikari helt fram at spæla til sálmasangin, men hann valdi kortini, vegna sín aldur, at siga hesa tænastuna frá sær.
Sofus Debes Johannesen greiðir soleiðis frá:
- Nú skal eg ikki taka mær heiðurin av nøkrum. Men hetta málið byrjaði einaferð í byrjanini av 90’árunum, tá ein av eldri deknunum kom til mín og spurdi, um eg hevði hug at koma upp í kirkjuráðið.
- Sum so manga aðrastaðni manglaðu tey fólk at koma upp í ráðið, tí har vóru so nógv eldri og tilkomin frammanundan, og sum mettu at nú høvdu tey sitið her sína tíð. Eg svaraði ja, og trúði at tað skuldi vera kirkjuráðsval, men tað bleiv tað altso ikki. Tað var bara tann eini listin, og soleiðis kom eg í kirkjuráðið fyri – uha, ja, meiri enn 25 árum síðani, sigur Sofus við einum brosi.
Tá tey høvdu sín fyrsta fund, skipaðu tey seg við Kristian Jákup Joensen sum formanni og Sofus sum kassameistara. Men tað var kortini ikki bert hetta eina málið á skránni til henda fyrsta fundin. Eitt annað og størri mál mátti takast upp: Spurningurin um urguleikaran.
Støðan var nevniliga hon, at lærarin, Hans Kristiansen, sum tá var farin frá sum lærari, ynskti eisini at gevast sum urguleikari við Gjáar kirkju. Avbjóðingin var at finna ein annan urguleikara í hesi lítlu bygdini, har tað miðskeiðis í 90’unum búðu nakað omanfyri 60 fólk.
- Men hetta var ikki bara sum at siga tað, sigur Sofus.
TÁ NEYÐIN ER STØRST ...
Støðan var hon, at tað var ein annar urguleikari í bygdini, Páll Sivertsen, sum onkutíð hevði loyst Hans av, tá honum barst frá.
- Vit spurdu so Páll, um hann var sinnaður at taka yvir sum fastur urguleikari her, men tað ynskti hann ikki. So nú stóðu vit mitt í trupulleikanum, greiðir Sofus víðari frá.
Tey í Kirkjuráðnum mistu kortini ikki mótið, men spurdu ymisk fólk, sum tey mettu kundu átaka sær hesa uppgávuna. Men hetta bar ikki á mál, tí fólk kanska mettu hesa tænastuna sum eina ov stóra uppgávu.
- Nei, tað var eingin sum helt seg til at spæla. Og ja, ta einu løtuna vóru vit eitt sindur í villareiði og vistu ikki hvat vit skuldu gera, sigur Sofus, sum tó kann staðfesta, at tá neyðin er størst, er hjálpin ofta næst.
Hesin sami Páll, ið virkaði sum lærari við Felagsskúlan á Oyrarbakka kom við einum góðum uppskoti: Hann visti um ein tónleikalærara har, Óla Jákup Joensen úr Leirvík, ið hevði eitt óført ljóðføri til at spæla tónleik inn við.
Her var í stuttum talan um eitt tól, sum ein kundi taka upp tónleik á diskettur og síðani programmera tær til at spæla tónleikin sjálvt. Hetta ljóðaði sum ein skilagóð loysn, og tóku tey upp samband við Óla Jákup fyri at frætta nærri um hetta.
Hesin var sera positivur, og næsta stig á leiðini var at tosa við ein av handlunum í Havn sum kundi selja slíka útgerð – í hesum føri: Elding.
- Vit komu í samband við ein fryntligan og tónleikakønan mann, Jan Zachariasen, sum síðani er fluttur til Svøríkis at búgva við svensku konu síni. Hann visti um hesar møguleikarnar, og tað gekk ikki long tíð, so var øll henda útgerðina bíløgd og send norður til okkum.
- Her var talan um útgerð til at leggja diskettirnar inn í, og ikki minst hetta vælútgjørda Johannes-orglið, haðani tónleikurin ljómar til sálmasangin her í kirkjuni, greiðir Sofus frá.
TÓNLEIKUR LÆTTIR UM ARBEIÐIÐ
Higartil hevði alt gingið sum eftir ánni. Men eftir var spurningurin, hvørt ein føroysk kirkja hevði loyvi at brúka eitt slíkt tól og við einum slíkum orgli. Hetta var jú ikki roynt áður, og tí var her í roynd og veru talan um eitt nýbrot innan kirkjugátt.
Eitt annað var so tað, at allur tann kirkjuligi myndugleikin var ikki heilt við uppá hesa loysnina, - einamest tí, at ein her gekk burtur frá teirri siðbundnu og gomlu tænastuni við at hava ein urguleikara í kirkjuni.
- Men vit stóðu í eini truplari støðu, og royndu tí av øllum alvi at argumentera fyri hesi loysnini fyri okkara kirkju. Og jú, mín sann um tað ikki eydnaðist at sannføra myndugleikan um at vit kundu seta hesa skipanina í verk við Gjáar kirkju, sigur Sofus Debes Johannesen, sum læðandi vísir til ein av teimum, ið vóru við til at taka støðu í hesum máli, nevniliga Agnar Nielsen í Vestmanna.
Í Vestmanna kirkju var einhvør skipan við urguni, har ein kundi trýsta á onkrar knøttar og so spældi urgan av sær sjálvum. Hetta plagdi Agnar at seta frá onkutíð, tá hann gjørdi onkra uppgávu inni í kirkjuni.
- Á henda hátt fekk hann tvey fyri eitt: Bæði orgultónleik, og í øðrum lagi at arbeiðið gjørdist lættari, tá hann hevði tónleik afturvið. So hann var bara positivur fyri okkara uppskoti!
Hans Erland í Brekkunum var hann, ið fekk til uppgávu at spæla øll hesi løgini inn. Og tað hoyrist á lagnum, at her er alt gjørt fyri at tað skal vera spælt rætt, gott og hóskandi til sálmasang.
- Fyrimunurin er, at nógv av løgunum kunnu nýtast til fleiri sálmar, so tað lættir munandi um hjá okkum. Enn vantar nakað í til øll sálmabókin er spæld inn.
- Har vanta eisini løgini til Ískoytið til Sálmabókina. Men tað fer nokk at koma einaferð við tíðini, sigur Sofus Debes Johannesen.
(Vit fara í eini seinni grein at tosa um, hvønn týdning henda skipanin hevur, og eisini nerta við tann veruleika, at tað eru ikki øll ið eru eins fegin um hetta. Spurningurin er, um hetta ikki fer at vera tann lættasta loysnin hjá kirkjunum kring oyggjarnar, soleiðis at tænastan sum urguleikari so líðandi fer at hvørva).
Orð/mynd: Snorri Brend