Skriva út

Vit sigla við ymsum skipum, - tó við sama skipara ímóti somu havn.

07.10.2022 Tíðindi
Mynd 3

Fyrr í vikuni hevði Fólkakirkjan vitjan av umboðnum frá Folkekirkens Mellemkirkelige Råd og Danske Kirkers råd.

Danske Kirkers Råd er ein felagsskapur umboðandi kristnar kirkjur, trúarbólkar, meinigheitir og kirkjuligar felagsskapir í Danmark, sum hevur til endamáls m.a. at fáa samskifti og praktiskt samstarv í lag.

Endamálið við ferðini til Føroya var at kunna um møguleikar og avbjóðingar við arbeiðinum at styrkja um samskifti og samstarvið millum Fólkakirkjuna og aðrar kristiligar felagsskapir í Føroyum, eisini kallað økumeni.

Í hesum sambandi var fundur í Skansahúsinum, har bæði prestar og umboð fyri kristiligar felagsskapir í Føroyum vóru savnaði til fyrilestrar og kjak um, hvussu vit fáa styrkt samstarvið millum hesar felagsskapir í Føroyum.

Mads Christoffersen, aðalskrivari í Danske Kirkers Råd greiddi føroysku luttakarunum frá økumeniska samstarvinum í Danmark. Framløgan veitti neyvt innlit í, hvussu samstarvið millum kristiligar felagsskapir fer fram, bæði lokalt og á altjóða støði, og hvørjar avbjóðingar kunnu vera. Tó var høvuðsboðskapurin, at tað ber væl til at vera ein eind, hóast vit ikki eru eins.

Frá føroyskari síðu greiddi Gunnar Nattestad frá Føroyska Bíbliufelagnum donsku gestunum frá arbeiðinum við nýggju umsetingini av føroysku Bíbliuni við serligum atliti til tað felagskirkjuliga í arbeiðinum.

Uni Næs, dómpróstur legði eftirfylgjandi upp til kjak um kristiligt samstarv í Føroyum. Hesum komu fleiri góð íkast burturúr, bæði frá prestum og umboðunum fyri ymsu samkomunum, ið kunnu slóða fyri tættari samstarvi millum føroysku kirkjuna, samkomur og kristiligar felagsskapir í framtíðini. Komið var til, at Fólkakirkjan, sum er størsti kristiligi felagsskapurin í Føroyum, eigur at verkseta samstarvið.

Á ferðini í Føroyum fingu donskum umboðini eisini høvi at hoyra Jákup R. Hansen, lektara greiða frá føroyskari kirkjusøgu.

Eisini var vitjað í katólsku Mariukirkjuni, gomlu og nýggju Gøtu kirkju og í nýggja salinum hjá Betesda í Klaksvík. Harumframt var vitjað í Christianskirkjuni, har Marjun Lómaklett fekk høvi at greiða frá síni uppgávu sum integratiónsprestur í Føroyum.