Skriva út

- Vit mugu taka børnini í álvara

27.06.2013 Tíðindi
- Vit mugu taka børnini í álvara

KIRKJULÍV: Ein av føroysku prestunum ið hava starv uttanlands, er 36 ára gamli skálvíkingurin, Fríðleif Lydersen, ið virkar sum prestur í norsku kirkjuni. Fyri hann er eingin ivi um, hvat skal gerast fyri at skapa lív og vøkstur í kirkjuni: - Ein og hvør kirkja ella samkoma má hava eitt arbeiði, sum tekur børnini í álvara, tí tað eru tey, ið skulu føra kirkjuna víðari.

Eftir Snorra Brend

Sum prestur í Bremanger kommunu hava Fríðleif og starvsfelagi hansara ábyrgdina av kirkjulívinum í átta kirkjum í sjey sóknum. Umframt hetta hava teir ábyrgd av fýra ellisheiminum, eins og teir hava trý støð, har teir skipa fyri undirvísing fyri konfirmantum.

Hóast talan er um eitt víttfevnt starv fyri teir báðar prestarnar, eru teir eisini sannførdir um, hvussu ein kann tryggja lív í kirkjuni í dag - og ikki minst í framtíðini.

Eitt av tí sum Fríðleif Lydersen sær týdningin av, eru tær gudstænasturnar, ið serliga venda sær til familjuna.

- Vit síggja, at tað serliga eru familjugudstænastur sum savna fólk, tá vit bjóða ávísum árgangum av børnum í kirkju, vísir hann á.

Støðan er hon, at norska kirkjan hevur sett sær sum mál, at øll millum 0 og 18 ár fáa eina ferð um árið eina innbjóðing at koma til guðstænastu. Henda gudstænastan verður serliga løgd til rættis fyri tann ávísa aldursbólkin.

Teirra royndir eru eisini tær, at tá ið eitt kór tekur lut undir gudstænastuni, so er væl meira av fólki enn vanligt.

- Tey fyra lívsritini - dópur, ferming, brúðarvígsla og jarðarferð – savna, eins og í Føroyum, ofta nógv fólk.

Natúrligur partur
Hagtølini í sóknini, har Fríðleif Lydersen virkar, vísa, at talið av kirkjufólkum hevur verið at kalla óbroytt seinastu fimm árini.

Tað er sjálvandi at frøast um. Men hvussu sær so út í framtíðini?

- Eg vænti, at um vit eydnast við teimum guðstænastum og tiltøkum, sum venda sær til familjur við børnum, so kunnu vit í framtíðini fáa ein kirkjuligan vøkstur. Tá kann kirkjugondin gerast ein natúrligur partur av uppvøkstrinum.

- Hetta fer vónandi at føra við sær, at tá ið børnini eina ferð sjálvi fáa børn, so koma tey við sínum børnum til gudstænastu og onnur tiltøk, sigur Fríðleif, og vísir á týdningin av at kirkjan má hava eitt arbeiði, sum tekur børnini í álvara.

- Børnini mugu kenna seg heima í kirkjuni í uppvøkstrinum, tí so koma tey eisini at kenna seg heima í kirkjuni tá ið tey verða vaksin.

MYND:

- Børnini mugu kenna seg heima í kirkjuni í uppvøkstrinum, tí so koma tey eisini at kenna seg heima í kirkjuni tá ið tey verða vaksin, sigur Fríðleif Lydersen úr Skálavík, og sum starvast sum prestur í norsku kirkjuni, har teir gera sítt til at røkka øllum aldursbólkum