Skriva út
Vit minnast Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen
27.10.2021 Tíðindi
Í sambandi við at tað eru liðin 150 ár síðan miðvingarnir Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen vórðu bornir í heim, verður minnisløta við fyrilestrum, sangi og upplestri í Miðvágs kirkju sunnudagin 14.11 kl. 15.00.
Jákup Reinert Hansen gudfrøðingur, Phd og lektari í føroyskari kirkjusøgu og Guðrun Gaard Phd. í norðulendskum bókmentum, og abbadóttir Rasmus, halda fyrilestur og hugleiða um merkismennirnar Olivar og Rasmus.
Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, lesa upp, og vit syngja sálmar og sangir eftir teir báðar. Vit bjóða ein drekkamunn í steðginum. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vága prestagjald og Vága kommuna
Onnur tíðindi