Skriva út
Vit heiðra Paulinu
19.10.2021 Tíðindi
Í ár byrjar Bindifestivalurin í Fuglafjarðar kirkju við morgunmati.
Føroyskt Kirkjumál hevur givið tvær bøkur hjá Paulinu Eliasen út í 2020.
“Kirkjuklæði” og “Altardúkar – átta nýggj mynstur”
Paulina er ein av royndastu undirvísarunum á Bindifestivalinum øll árini, og tí vilja vit eisini heiðra hennara verk á festivalinum.
Tað hava vit valt at gera á hendan hátt og við hesi skrá.
Hósdagin 28. okt.
- kl. 9 Morgunmatur í kirkjukjallaranum
- kl. 10 Morgunkvirra í kirkjuni – sangur og andakt
- kl. 11 Fyrilestur v/Paulinu Eliasen við heitinum «Altardúkurin»
- kl. 12 - 16 Framsýning «Kirkjuklæði og altardúkar» í konfirmantstovuni
Fríggjadagin 29. okt.
- kl. 12 - 16 Framsýning «Kirkjuklæði og altardúkar» í konfirmantstovuni
Leygardagin 30. okt.
- kl. 12 - 16 Framsýning «Kirkjuklæði og altardúkar» í konfirmantstovuni
- kl. 15 Gongutúrur byrjar við Mentanarhúsið við heitinum ”Halgidómar í Fuglafirði”. Túrurin endar í kirkjuni - sí skrá Bindifestivalurin her:
- kl. 16 Fyrilestur v/Paulinu Eliasen við heitinum «Altardúkurin»
- kl. 17.30 Sangløta í kirkjuni við sangbólkinum Silvitni
- kl. 18 Havnar Hornorkestur spælir í kirkjuni
Øll tiltøk í kirkjuni eru almenn - vit síggjast til morgunmatin.
Fyrireikararnir fyri Bindifestivalin
Onnur tíðindi