Skriva út

Vit eru errin av okkara altartalvu

02.11.2018 Tíðindi
Vit eru errin av okkara altartalvu

OYNDARFJØRÐUR: Eitt tað fyrsta, ið tú gáar eftir, tá tú kemur inn í eina kirkju er altartalvan – hetta listarverkið sum so hegnisliga fyllir og prýðir veggin har frammi við altarið í kirkjuni.

Flestu kirkjur í Føroyum hava ein málning sum sína altartalvu, meðan ein aðrastaðni hevur valt aðrar og meiri kreativar loysnir.

Felags fyri allar hesar altartalvurnar er, at tær eru eitt satt prýði fyri kirkjuna, og kunnu í sínum stórbæri eisini vera við til at bera ein tigandi vitnisburð um Jesu lív og læru.

Í onkrum kirkjum er altartalvan vøkur og sigandi; aðrastaðni er hon bæði ljós og nógv er gjørt burtur úr rammuni; og aftur aðrastaðni, sum í Oyndafjarðar kirkju, er hon heldur myrk, ja, kanska døpur, á liti. Men fer ein nær at myndini, so daga fleiri spennandi detaljur fram.

Tí er tað ikki uttan orsøk, at sagt verður um altartalvuna í Oyndarfirði, at hon er einki minni enn eitt stórverk.

Í sjónvarpssendingini Lyst (26. oktober 2018) var vitjað í kirkjuni. Her var samstundis avdúkað, at tað er ein av teimum heilt kendu málarunum í Danmark sum er maðurin handan stórverkið.

- Tá man hoyrir um eina slíka altartalvu, so eigur ein at vera errin av henni, sigur Hallur Ellingsgaard, ið er næstformaður í kirkjuráðnum í sendingini.

BERT EIN BÓKSTAVUR
Fert tú í Oyndarfjarðar kirkju og fert heilt fram til altartalvuna, so sært tú niðast í vinstra horni - altso í vinstra horni! - bert ein einstakan bókstav. Talan er um bókstavin E.

Tað er tó ikki nakar ivi um, hvør hesin listamaðurin E er. Tí tá nýggj altartalva skuldu útvegast til kirkjuna, var hasin Eckersberg beinleiðis biðin um at standa fyri hesum arbeiðinum.

Tey sum hava vitjað í Oyndarfjarðar kirkju kunnu bara staðfesta, at hesum arbeiðinum er hann komin sera væl frá.

Tey vita altso, hvør listamaðurin er. Men tey vita ikki, hvør mundi gjalda fyri altartalvuna.

- Men tað stendur í einum brævi frá próstinum, at hann hevði fingið 100 ríkisdálar frá kirkjufólkinum í bygdini til hetta endamálið, greiddi Hallur Ellingsgaard frá.

Nú upphæddin fyri verkið var fingið til vega, ráddi bert um at finna tann rætta til at gera altartalvuna.

DRAMATISK LØTA
Her var farið grundiga til verka, og ein spurdi fleiri av listamálarunum í Keypmannahavn um hvør, ið kundi gera hesa altartalvuna.

Og so løgið kann kanska ljóðar, so vóru allir hinir sannførdir um, at Eckersberg var tann rætti maðurin at gera hetta.

Til stuttleika kann nevnast, at hesin Eckersberg - Christoffer Wilhelm Eckersberg (føddur 2. januar 1783 í Suðurjútlandi og andaðist 22. juli 1853 í Keypmannahavn) var ein av stovnarunum av tí sum verður nevnt gullaldurin í danskari málningalist.

Honum dámdi væl at mála landsløg, fólk og tað sum hevði við sjógvin at gera. Men so hevði hann eisini evni at mála altartalvur, tí sambært tí sum finst á netinum hevur hann málað fleiri aðrar altartalvur til danskar kirkjur, umframt hesa í Oyndarfirði.

Tá menn komu á gátt hjá honum við tí føroyska ynskinum um eina altartalvu, var hann beinanvegin fúsur at fara undir at mála hesa til kirkjuna í Oyndarfirði.

Motivið í altartalvuni er tann dramatiska løtan við Jesusi í Getsemane-urtagarðinum. Og her sær ein bæði Jesus í bøn, teir sovandi lærusveinarnar og Judas á odda fyri einum heri, ið er komin at handtaka Jesus.

TRIÐINGUR
Kirkjan í Oyndarfirði varð vígd í 1838, og sambært upplýsingum kostaði hon 300 ríkisdálar at byggja.

Tá almennir bygningar, sum t.d. skúlar í dag verða bygdir, verður ofta ein ávísur prosentpartur av byggikostnaðinum settur av til listprýði og annað.

Men um hugt verður eftir støðuni í Oyndarfirði so var ikki spart uppá prosentini. Kirkjan kostaði 300 ríkisdálar og altartalvan altso 100 ríkisdálar. Tað vil aftur siga, at altartalvan kostaði ein triðing av tí sum kirkjan kostaði.

- Men eg haldi so avgjørt, at hon var tað verd, sigur Hallur Ellingsgaard.

Orð: Snorri Brend
Mynd: lyst/kvf.fo

(Hevur tú hug at fáa meiri at vita um altartalvuna í Oyndarfirði, ber til at klikkja inn á leinkjuna niðanfyri. Innslagið byrjar við 5:02 - http://kvf.fo/sending/lyst?sid=86869)