Skriva út

Vit befalla okkum og Guð í vold

01.02.2021 Tíðindi
Armgarð.jpg

Tá eg var barn, hoyrdi eg javnan, at “vit befalla okkum í Guðs hendur”, so at skilja, at har eru hendur sum lofta okkum.

Á nýggjárum hoyra vit drotningina siga “Gud i vold”, sum kemur av orðinum vælde, altso máttur. Tað at mann befallar seg og sítt, er Gud i vold. Mann sigur við setninginum, at nú tekur Guð yvir, Hann má ráða.

Hava vit ikki frían vilja og skipa tíðina sjálvi? Tað vilja vit fegin halda, tí vit gera sjálvi av, hvar og nær vit gera okkurt. Vit skipa okkara tíð, ikki so?

Vit spyrja “hvussu langa tíð tekur tað”, “eg havi tíð hjá tannlæknanum kl 13:00”, “eg eri komin 36 vikur” “nær kemur tú aftur”, “hann er farin”, “eg eri 62 ár” ella “eg fylli 3 og eitt hálvt ár í morgin “. Hóast vit eru sett inn í heimin ein dagsettan dag og fara útaftur ein dagsettan dag, so hava vit tó ikki ræðið á tíðini og kunnu bara síggja eina løtu fram.

Vit hava lagt og leggja gyltar ætlanir, tí tað eiga vit at gera sum menniskju, men um tað vit ætlaðu verður veruleiki, duga vit ikki at siga við vissu.

Koronuárið hevur til fulnar víst okkum, at nógv sum vit hildu var, tað fall og okkurt sum vit hildu skuldu til, fyri at gerast eydnusom, var als ikki neyðugt.

Hvør hevði hugmyndað sær, at vit fóru at uppliva eitt slíkt ár, har alt, sum var ein sjálvfylgja, hvarv? Festivalar, søkur og stevnur, kirkjugongd og ítróttartiltøk, brúdleyp og jarðarferðir. Hetta er árið, har vit ikki hava tikið um hálsin á nøkrum ella í hondina á øðrum, vit hava ikki dansað ella kvøðið við nógvum fólkum, men vit hava talt uppí tíggju og verið saman.

Og nú er kalt og kavi og súlan er komin til landið og vit byrja at hugsa um hita og flogfør og onnur lond. Um brúdleyp og veitslur, sum bíða, men hvør kann siga okkum, hvat verður veruleiki ella ikki? Ikki eru vit tómar marionetdukkur, sum ein dukkuførari førir aftur og fram, sum best ber til, tí menniskju gera sjálvi mun bæði henda og hin vegin, men ivaleyst hevur hetta árið verið sunt í okkara sjálvsvitsku, at alt ikki ber til, og hóast eg haldi, at eg havi tryggjað meg bæði upp og niður, so kann alt so brádliga skeiklast og enda.

Tað er so lætt at siga at befalla seg í Guðs hendur, tí er tað ikki naivt og passivt at siga so? Søga sigur um mann, sum kom illa fyri í fjøllunum. Hann hekk har og var í dýrastu neyð.

Hann rópti í ræðslu :
“Halló er nakað har, sum kann hjálpa mær”?
“Jú, eg kann”, svaraði ein rødd”
“Hvør ert tú”?
“Eg eri Guð”
“Øhh, er ongin annar har?”

Hvat er trúgv, full vissa, ein illusión ? Hvussu ofta taki eg brókatøk við iva og tí,sum eg haldi er mín trúgv ? Ella trúgvi eg á mína trúgv? Sleppi eg nakrantíð fótafestinum og stígi út í dýpi við tí vón, at tað gongur nokk, tí eg havi “befallað meg”?

Heimurin er nullstillaðu, og alt sum var er øðrvísi nú. Eins og maskan, sum fjalir okkara andlit nú, so barnið spyr mammuna, um hon smílist innanfyri bláu maskuna og ger barnið ótrygt, tí tað kann ikki “lesa” andlitið, soleiðis er maskan sum eitt sokallað “halt munn, menniskja” eitt time out, tí tað hava verið so nógv orð, nú er løtan at lurta. At fara niður í ferð og mála og binda og lata deiggið ganga leingi og savnast fá í stovuni, so tú “má” lurta eftir honum ella henni og geva gætur og ikki skunda tær víðari og onki minnast hvat tosað var um.

Og tað at fara á matstovu hevur vanda við sær, so svarið er take away, til ber at eta matin heima og sama tiltak hevur funnið sær veg inn í danska kirkju, har eg í dag hoyrdi, at til ber at taka “take way altargongd” av borðinum uttanfyri kirkjuna, so tú í frið og náðum fór einsamøll til altars heima í stovuni. Sig so tað!

Og kavin ligur so hvítur og skærur, og vit hava sagt farvæl við gamla árið og hava fingið nýtt ár, vit siga farvæl við dagin í gjár og fáa nýggjan dag í dag, dagar sum vit skipa í avtalur, fundir, hendingar, veitslur, kalendarar, gular “minsttilseðlar”, og á Iphonini, hvør ger hvat og nær í húskinum – alt seta vit upp í minutt og sekund, tí eg má skipa meg og hava ræðið á mínum degi.

Og alt sum hevur verið, er farið og gamalt og hoyra vit um onkran, sum doyr siga vit “jamen eg sá hann í síðstu viku”. Hvør skal siga, tað ber ikki til, tí eg sá hann tá.

Og tá vit befalla okkum ella siga Gud i vold, so er undirforstaðið, at hetta eru ævigar tíðarleysar hendur, men tað er ikki givið okkum at skilja tað, tí vit hava ikki orð ella hugmyndir fyri tí tíðarleysa og æviga, tí vit eru tíðarinnar børn, sum nú sita ótolin og bíða eftir at fáa gomlu tíðina aftur, men hon er farin og ivaleyst bíðar okkum ein øðrvísi tíð.