Skriva út
- Vísa virðing fyri tí deyða
02.12.2018 Tíðindi
(JARÐARFERÐ 1): ”Vit fingu eina einastandandi tænastu, tá mamma okkara andaðist. Vit gjørdu faktiskt ikki tað stóra. Tað var sera gott at vit ikki at skudu renna frá Peri til Pól fyri at náa alt. ”Seinasta heilsan” ordnaði alt fyri okkum!”.
Tað hendir hvønn einasta dag at menniskju fara hiðani av foldum – onkutíð knappliga, men onkutíð er tað eftir longri sjúkralegu. Felags fyri øll hesi avvarðandi er, at tey sita við sorg í sinni, - og hvat er nú til ráða at taka?
Ein fyritøka, hvørs endamál er at lætta um hjá teimum, ið hava mist ein av sínum kæru er ”Seinasta heilsan”, sum hevur verið virkin síðani í fjør.
Eitt av tí sum stovnarin, Haraldur Símunarson Hansen, ið annars er lærdur anleggsgartnari ætlar, er, í roynd og veru at bjóða teimum avvarðandi allan pakkan í samband við eina jarðarferð: Veita eina kistu, koyra bil, og ikki minst at skipa fyri ervinum aftaná.
- Tað hava verið sera nógv fólk, ið hava vent sær til mín í samband við andlát í familjuni.
Ja, eg má erligt viðganga, at eg eri sindur ovfarin av, hvussu nógv fólk ið hava tikið ímóti mínari tænastu.
- Eg haldi eisini sjálvur, at tá ið fólk síggja, hvussu væl alt er samansett - og at hetta er fyri ein sámiligan prís - so eru fólk sera glað fyri hesa tænastuna, greiðir Haraldur frá.
Og hann hevur havt úr at gera: Bara í einari viku skipaði hann fyri trimum jarðarferðum, har hann altso hjálpti einari familju við øllum, heilt frá umsóknum, fráboðan, kistu, blómum, og ervi í Meinigheitshúsinum í Havn, og sum er væl egnað til endamálið.
- Trý tey týdningarmestu orðini í mínum samskifti við familjur, sum hava mist, er samkensla, at lurta inniliga og at vera ein faklærdur samstarvsfelagi í eini tungari tíð. Alt hetta kann savnast í einum einstøkum orði: tryggleiki, slær Haraldur fast.
AVTALA VIÐ KOMMUNUR
Haraldur Símunarson Hansen byrjaði sjálva fyritøkuna Seinasta Heilsan í 2017. Frammanundan hesum hevði hann átt og rikið blómuhandlar í átta ár - ein við Norðskála og ein í Tórshavn.
- Í mínum starvi sum blómuhandlari hevði tað størstan týdning at kundin var nøgdur, og at hesin kendi, at hann hevði fingið tað, sum hann bað um - og helst meiri enn tað.
- Og tá so fólk komu til mín í samband við eina jarðarferð, kendi eg tað ofta sum at eg fegin vildi gjørt meira fyri tey, vísir Haraldur á. Hann tók tí avgerð um at byrja fyritøkuna ”Seinasta Heilsan”.
Fyri at seta seg meiri inn í arbeiði fór hann til Danmarkar at fáa sær útbúgving sum biðimaður, soleiðis at hann var 100 prosent klárur, tá hann fór í gongd. Hann keypti eisini ein Volvo líkbil í 2017, og hevur nú fingið fastar avtalar um líkflutning við fleiri av størru kommununum í Eysturoy, Vágum og Streymoynni.
- Ja, og eg havi eisini koyrt nógv í Sandoynni, og fyri Klaksvíkar kommunu, greiðir Haraldur Símunarson Hansen frá.
Í 2018 hevur Seinasta Heilsan havt í miðal omanfyri eina jarðarferð um vikuna, - onkutíð hava tað verið tríggjar jarðarferðir í somu viku.
KOYRA EIN UMVEG
Fyritøkan hjá Haraldi bjóðar seg kortini ikki bert fram at skipa fyri øllum tí praktiska í sambandi við eina jarðarferð.
Um ein hyggur eftir vøruskrá hansara sæst, at ein millum annað bjóðar fólki at røkja gravstaðin, flutning av deyðum millum lond, at skipa fyri ervinum, og at koyra eitt lík til kirkjuna, salin ella kapellið.
Hetta seinasta kann tykjast einfalt, men fyri Harald hevur tað størstan týdning, at hetta verður gjørt við umhugsni og virðing fyri tí deyða og ikki minst teimum, ið eftir sita.
Her leggur hann stóran dent á, at líkbilurin skal vera væl hildin, og altíð verða gullreinur og nývaskaður. Tað er hansara máti at vísa virðing.
Tað hendir seg eisini viðhvørt, at familjan ynskir at líkbilurin skal koyra ein serligan veg, ella enntá ein umveg til kirkjuna, salin ella kapellið, har jarðarferðin skal vera.
- Hetta gera vit fegin, tí vit ynskja at vísa teimum virðing, tí hetta staðið hevði serliga stóran týdning fyri tann deyða, vísir Haraldur á.
Og hann leggur í sama andadrátti aftrat:
- Eina slíka tænastu gera vit sjálvandi eisini. Hjá okkum snýr tað seg altíð, og hvørja einastu ferð um, at ganga ynskjunum og tørvinum hjá familjuni á møti.
(OBS: Hetta er tann fyrsta av íalt fleiri greinum um tey, ið veita tænastu í samband við andlát og jarðarferð!)
Orð: Snorri Brend
Mynd: seinastaheilsan.fo
Onnur tíðindi