Skriva út
Virðismikið ættarfæ
20.06.2013 Tíðindi
Í Havnar Kirkju hósdagin 13. juni var minningarhald fyri Andreas Christian Lützen, ið var organistur og deknur í kirkjuni. Hann var lærari í Almúguskúlanum í Havn og seinni í Realskúlanum og Læraraskúlanum. Henda dagin vóru liðin 200 ár síðan hesin vælumtókti suðurjútin var borin í heim og fyri 175 árum síðan gróðursetti Lützen-navnið í Føroyum. Hann var fyrsti borgarstjóri í Havn eftir at staðurin sambært lóg í 1866 varð skipaður sum kommuna
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Tað eru eftirkomarar Andreas Christian Lützens í Føroyum, sum skipaðu fyri tvey hundrað ára minningarhaldinum.
Á minningarhaldinum í Havnar Kirkju hósdagin kl. 17.00 hevði Uni Næs, dómpróstur, minningartalu um A. C. Lützen og virki hansara her á landi – og tað var sera fjølbroytt; alt frá lærarayrki, kirkjutænastu til stjórnmál og vinnulív.
Nógvir av eftirkomarum A. C. Lützens høvdu leitað sær til minningarhaldið. Umframt í Havn er Lützens-navnið kent innan handils- og útgerðarvirki í Klaksvík.
Heini Lützen, ið var høvuðsforsprákari fyri minningarhaldinum, sang í Havnar Kirkju solo sálmin »Harmur og gleði í felag tey reika«. Sum felagssálmur varð sungin »Tín miskunn, o Gud«.
Úr Havnar Kirkju varð farið út á Skúlareyn, har Almúguskúlin var og har Sersjantahúsini í dag eru á somu grund. Almúguskúlin var seinni læknaviðtaluhús. Christoffer Lützen, realskúlastjóri, keypti seinni húsini at búgva í, tók tey av grund og reisti tey aftur Oman Mattalág. Hann var abbasonur A. C. Lützen.
Síðan var farið út í kirkjugarðin á Svínaryggi til grøv A. C. Lützens, har Óli Jacobsen, rithøvundur, greiddi frá. Borgarar og næmingar settu Lützen gravstein.
Síðan varð farið oman í Öström (Fabrikkina við Rættará), har Óli Jacobsen hevði stutta røðu og annars legði fram bók við endurminningum eftir Onnu Evensen, dóttir A. C. Lützen; hon var gift Jens Chr. Evensen, prósti. Sonur teirra var A. C. Evensen, prestur í Sandoy.
Skúli og heim á Reyni
Andreas Christian Lützen kom til Føroya í 1838 og tók við sum lærari í nýstovnaða Almúguskúlanum í Havn. Eisini í hesum føri er talan um ein merkisvarða, tí í ár eru liðin 175 ár síðan Lützen-navnið varð gróðursett í Føroyum.
Skjótt legði A. C. Lützen ástir saman við Evu Margrethu Jákupsdóttur úr Baiansstovu, og tey giftust longu árið eftir, at hann kom til Føroya. Tey fingu níggju børn.
Tey búðu í læraraíbúðini í Almúguskúlanum, sum eftir tátíðarmeti hevur verið rættiliga stór við tveimum stovum í neðra, kamari og køki og kova í erva.
Eva Margretha hevði í mong ár starvast í Arbeiðsskúlanum í Havn og okkurt skifti staðið fyri skúlanum, tá ið bróðir hennara, Magnus Jacobsen, hevði fráveru.
Í endurminningum sínum greiðir Anna Evensen frá, at mamman javnan sat og vav um kvøldarnar, tí heimavirki lá væl fyri hjá henni, og hon vevaði hóp fyri fólk.
Slík kvøld var pápin farin til embætismenninar eftir skúlatíð at geva børnum teirra eykaundirvísing. Av og á undirvísti hann eisini næmingum í týskum heima hjá sær sjálvum um kvøldarnar.
Kálgarður var eitt tað fyrsta, A. C. Lützen fekk sær, tá hann settist sum lærari Úti á Reyni. Kúgv hevði hann eisini, og tá skúlin einki fjós hevði, lænti hann bás fyribils frá grannanum.
Anna Cathrina Michelsen í Dalólastovu hevur í níggjunda bindi Varðans hugtakandi grein um skúlaskap í Havn í 1860-árunum, har hon sigur frá skúlagongdini hjá A. C. Lützen.
Honum dámdi so væl í Havn, at hóast honum í øllum føri tvær ferðir stóð í boði at fáa betri lærarastarv í Danmark, tók hann ikki av.
Fekk amtmannin frá
Andreas Christian Lützen var borin í heim 13. juni 1813 í Horsbøl í Suðurjútlandi. Foreldrini vóru Sicka Jürgensdatter og Nickels Lützen.
Hann var lærari í Havn 1838-74 og somu tíð organistur og deknur í Havnar Kirkju. Hann var løgtingsmaður 1855-65 og 1867-74, landstingsmaður 1863-64 og fyrsti borgarstjóri í Havn eftir at staðurin sambært lóg í 1866 varð skipaður sum kommuna. Og borgarstjóri var hann, tá hann brádliga small og doyði meðan hann helt røðu fyri Christiani kongi IX, sum vitjaði í Føroyum. Hetta var 25. juli 1874.
A. C. Lützen var ein av teimum tólv tingmonnunum, sum í 1860 rýmdu úr Løgtinginum, tí C. E. Dahlerup, amtmaður, hevði verið so óhøviskur við tingmenn; hetta var í sambandi við eitt mál um akkerspening. A. C. Lützen og tveir aðrir løgtingsmenn, E. D. Bærentsen og H. D. Matras, stóðu á odda fyri mótstøðuni og vóru millum teir tíggju løgtingsmenninar, ið skrivaðu undir klaguna til løgmálaráðið um at fáa amtmannin settan frá; hann var sum amtmaður eisini formaður í Løgtinginum. Hetta eydnaðist eisini. Dahlerup fór í 1860 av landinum og kom ikki aftur.
Av tí at Lützen vágaði sær at muta ímóti, hevði Dahlerup ilt eyga á honum og royndi m.a. við ósannindum at vísa á, at hann misrøkti skúlan, tá hann var í tinginum. Og eina trøð, sum Chr. Pløyen, amtmaður, hevði latið Lützen, tók Dahlerup av honum aftur.
Legði dent á livandi orðið
Umstøðurnar í Almúguskúlanum vóru trongar. Onkuntíð var næmingatalið 140 við bert einum lærara. Og ein kann undrast á, at ein so nærlagdur og samvitskufullur lærari sum A. C. Lützen læt sær lynda at starvast undir slíkum viðurskiftum, tá honum stóð betri í boði í Danmark.
Lützen legði dent á tað livandi orðið í undirvísingini. Hann skilti føroyskt talumál og loyvdi børnunum at tala tað, eisini til próvtøkurnar, men bæði yvirhoyringin og frálæran vóru á donskum.
Anna Katrina í Dalólastovu sigur, at tá ið Lützen »talaði við okkum um Danmark og danmarkarsøgu, talaði hann altíð so hjartaliga, at tað er ikki at undrast á, at vit, sum gingu í skúla hjá honum, komu at vera góð við Danmark.«
Tá ið Lützen var deyður – sum nevnt undir kongsvitjanini í juli 1874 – skrivaði H. C. St. Finsen, amtmaður, soleiðis um hann í brævi til Kanselliið (1874):
»Eg skal viðmerkja, at Lützen, skúlalærari, hevur við sjáldsomum ágrýtni og nærlagni virkað í Almúguskúlanum í samfull 36 ár. Og sannast má, at hann var virdur av bæði høgum og lágum.«
Chr. IX kongur var kløkkur og harmur um, at Lützen skuldi smalla deyður við hansara lið. Hann læt einkjuni, Evu Margrethu, 100 rbd. í hondina at røkta útreiðslur til jarðarferðina við, og síðan 200 rd. um árið í eftirløn, so leingi hon livdi; men tað varð ikki leingi; hon doyði í 1877, trý ár eftir mannin. Frá kommununi fekk hon 60 rd. um árið tey trý árini, hon livdi eftir mannin.
A. C. Lützen bar orð fyri at vera heldur snarsintur, men átti tó serstakar gávur sum lærari at vinna fólkatekki. Hann livdi seg inn í viðurskiftini hjá fátækafólki, var góður við børnini og tey við hann, og hann starvaði væl saman við skúlanevndina.
Nátúrligu karmarnir um skúlan vóru ongantíð nøktandi, meðan hann starvaðist har, men hann megnaði við ágrýtni og dugnaskapi at skipa fyri góðari undirvísing. Tá hølisviðurskiftini eru roknað frá, var størsta forðingin fyri menning í undirvísingini reglan í 1854-lógini, sum segði, at Havnar skúli skuldi bert hava ein lærara.
Og tá var ikki lætt, sjálvt hjá tí besta at fáa nógv av skafti við so høgum næmingatali, sum her var talan um.
Onnur tíðindi