Skriva út

Vilja út í náttúruna at giftast

05.09.2012 Tíðindi
Vilja út í náttúruna at giftast

Ein vígsla við brúður, brúðgómi og presti í Guds fríðu náttúru. Hesin møguleikin kann nú gerast veruleiki í donsku fólkakirkjuni.

Mánadagin fóru danskir biskuppar og danski kirkjumálaráðharrin, Manu Sareen á fund um, hvørt fólk í framtíðini kunnu giftast uttandura – “ude i det fri”, sum danir siga.

Kirkjumálaráðharrin hevur áður sagt, at hann ikki er sinnaður at tvinga eina slíka skipan ígjøgnum. Biskupparnir hava boðað frá, at teir bíða eftir úrslitinum av fundinum, áðrenn teir geva sína støðu til kennar.

Tveir av biskuppunum – Lise-Lotte Rebel í Helsingør og Steen Skovsgaard í Lolland-Falster – eru tó púra greið í síni støðutakan: Tað eru flest fyrimunir við eini vígslu sum fer fram inni í eini kirkju.

Hinvegin er Kjeld Holm, biskuppur í Århus positivt atfinningarsamur, sum hann tekur til í samrøðu við Kristeligt Dagblad.

- Eg havi enn ikki rættiliga gjørt upp við meg sjálvan, og eg vil fegin hoyra, hvat ráðharrin heldur. Men í útgangsstøði eri eg fyri, at vígslurnar skulu fara fram í kirkjurúminum, tí tað er hóast alt ikki brúðarparið, men Várharra sum er í miðdeplinum.

- Men trýstið frá fólki um broytingar er har, og tá eg samstundis havi ta sannføring at fólkakirkjan skal vera har sum fólkið er, mugu vit royna at finna fram til einahvørja skipan, soleiðis at tað kann lata seg gera, sigur altso Kjeld Holm.

Hann ynskir haraftrat sera greiðar reglur fyri, hvar henda vígslan skal kunna gerast.

- Ein slík vígsla skal ikki fara fram á tilvildarligum støðum, slær hann rimmarfast.

Lise-Lotte Rebel er somuleiðis av teirri sannføring, at kirkjurúmið er rætta staðið til eina brúðarvígslu, tí hetta gevur eina eyka dimensjón til handlingina: Millum annað minnir doypifunturin um dópin og altarborðið um kvøldmáltíðina.

Hetta sama sigur Steen Skovsgaard, sum vísir á at kirkjurúmið í sjálvum sær undirstrikar gleðiboðskapin.

- Eg haldi, at tað eru nógvar góðar orsøkir til at brúka kirkjuna til eina kirkjuliga vígslu. Longu í orðinum “kirkjulig” vísa vit jú á, at kirkjan er eitt natúrligt stað til eina vígslu, slær hann fast.

Og so leggur hann aftrat, at eisini reint praktisk viðurskifti gera seg galdandi við eini kirkjuvígslu, um veðrið ikki er til vildar uttandura.

Seinasta:

Eftir tí sum Kristeligt Dagblad skrivaði í gjár frá fundinum mánadagin, er kirkjumálaráðharrin sinnaður at loyva uttandura vígslum, meðan biskupparnir nú fara at tosa um henda møguleikan.

Meiri verður uttan iva at frætta um hetta málið seinni.


Orð: Snorri Brend