Skriva út
Viðlíkahald / røkt av bygningum / almennur stuðul.
09.11.2012 Tíðindi
Føroyska Fólkakirkjan hevur ikki færri enn áttati bygningar um hendi. Talan er um kirkjur, bønhús og prestagarðar. Sjálvt um fíggjarliga ábyrgdin er løgd út á ymiskar herðar – kirkjuráð, Próstadømisráð og Føroya Stiftsstjórn, so er talan um eina eind. Hvør fíggjarlig rørsla er í eini og somu skipan og merkir heildina.
Hvørt virki og hvør kirkja hevur sína avbjóðing, eisini Føroyska Fólkakirkjan. Málsøkið varð yvirtikið í 2007, og heimurin kom stutt eftir í eina fíggjarkreppu. Kreppan merkti eyðvitað fólkakirkjuna, og stuðulin á Løgtingsins fíggjarlóg er frá 2008 – 2012 lækkaður úr 10.5 mió. til 8.2 mió. kr., t.e. 22%.
Ein tílík skerjing merkir fyrst og fremst bygningarnar, serliga garðarnar og tey smærru kirkjuliðini. Undan yvirtøkuni fingu tær smærru kirkjurnar 3 mió. kr. árliga til viðlíkahald og ábøtur. Skipanin er broytt, og tess vegna er torført at sammeta. Men staðfestast kann, at tey seinru árini hevur upphæddin til viðlíkahald og umvæling av teim smærru kirkjunum verið væl lægri. Í 2012 setti Føroya Stiftsstjórn eina hálva mió. kr. av til hetta endamálið.
Í prestagørðunum búgva familjur, og tað harmar umsitingina, at umstøðurnar hjá teimum ikki eru nøktandi. Føroya Stiftsstjórn tekur bústaðin og bústaðarskylduna í størsta álvara. Fleiri garðar eru dagførdir, og umleið helvtin av gørðunum hevur fingið munandi ábøtur tey seinastu fimm árini. At hyggja aftur í tíðina byggir einki land, men støðan hjá gørðunum hevur als ikki verið góð í nógv ár.
Við atliti at prestagørðunum er at siga, at fakliga eftirlitið er í góðum hondum. Omanfyristandandi skelti á biskupsgarði vísir mannagongdina. Føroya Stiftsstjórn er sum almennur myndugleiki í byggimálum í neyvum samstarvi við Landsverk, ið er fakligi og byggikøni ráðgevin hjá Stiftsstjórnini. Sum skeltið vísir, leggja vit áherðslu á, at tann privati arbeiðsmarknaðurin í tann mun tað er møguligt er við í fakligari meting og útinnur arbeiðið.
At dagføra prestagarðarnar er ein fíggjarlig avbjóðing hjá Føroya Stiftsstjórn, ið rindar bróðurpartin av samlaðu útreiðslunum, t.e. umleið 9,9 mió. kr. frá 2008 – 2012. Tað lættir um fíggjarligu byrðuna, at Mentamálaráðið harafturat gjøgnum Landsverk hevur stuðlað gørðunum við umleið 3,5 mió. kr. í sama tíðarskeiði. Við øðrum orðum hava vit tilsamans brúkt 13,4 mió. kr. + MVG. uppá garðarnar.
Skeltið á Biskupsgarði vísir fýra nøvn: Føroya Stiftsstjórn, Valbjørn Dalsgarð, arkitektar 99 og Landsverk. Tað sær møguliga út av nógvum, at so stór fjøld samvirkar. Hinvegin verður staðfest, at samstarvið gongur væl. Alt talar fyri einum góðum úrsliti, so umsitingin hjá fólkakirkjuni, viðskiftafólk og familjan í biskupsgarði fær góðar karmar.
Leiðslan og umsitingin í fólkakirkjuni tekur tíðina sum eina avbjóðing. Vit hava tilvitað valt ikki at hækka kirkjuskattin, og tað blíðkar fyri hugaðum monnum (m/k).
JF.
Onnur tíðindi