Skriva út

Víðka tilboðið um koyring í Christianskirkjuna

22.11.2018 Tíðindi
Víðka tilboðið um koyring í Christianskirkjuna

Ætlar tú tær í kirkju í Klaksvík, og orkar illa at ganga í kirkjuna ella veðrið er ikki til vildar, - ja, so er eingin orsøk at halda teg uttan fyri felagsskapin um Guds orð.

Í samband við gudstænasturnar í Christianskirkjuni hevur nevniliga verið møguleiki hjá fólki at verða koyrd í kirkju sunnumorgun. Og hesi árini eru tað eisini fleiri sum hava tikið av hesum tilboði.

Men nú hevur kirkjan tikið avgerð um at hetta góða tilboðið skal víðkast uppaftur meiri: Nú verður tænastan víðkað til eisini at fevna um tey, ið eru góðkend at brúka serflutningsbussin hjá Klaksvíkar kommunu.

Neyðugt er at boða frá frammanundan, og soleiðis verður ein koyrdur bæði í kirkju og koyrdur heim aftaná.

- Henda tænastan er spildurnýggj. Vit vendu okkum til kommununa tíðliga í heyst við einum fyrispurningi um hetta.

- Og fyrr í hesum mánaðinum fingu vit játtandi svar haðani, verður upplýst úr Christianskirkjuni.

ILLA GONGD
Í Klaksvík er støðan hon, at kommunan hevur ein serflutningsbuss, sum fólk, ið sita í koyristóli og skulu í kirkju, javnan brúka. Fyri at kunna brúka bussin, má ein vera góðkendur sum brúkari.

Tá fólk brúka henda bussin mitt í viku rinda tey nakrar fáar krónur, men er tað í vikuskiftinum, so gjalda tey væl meira.

- Vit hava í fleiri ár bjóðað ta tænastu fram, at fólk kunnu biðja um bil í kirkju. Tað kunnu vera fólk, ið ikki eru løtt á fótum, ella tá tað er ófýsið veður.

- Nøkur fólk taka av hesum møguleika av og á, verður sagt úr Christianskirkjuni.

FORÐING
Í vár kom ein av kirkjuráðslimunum í Klaksvík upp, at ein átti at kanna møguleikan fyri at víðka hesa tænastu til teirra, ið sita í koyristóli. Veruleikin er, at skulu tey ofta í kirkju, kostar tað teimum fitt av pengum.

Lagt verður aftrat, at tað er ikki so, at nakar brúkari sjálvur hevur gramt seg um hetta. Men vanligt vit og skil sigur, at tað kann gerast ein forðing og ein byrða afturat hjá tí, ið er bundin at koyristóli.

- Kirkjuráðið vendi sær til fyrisitingina hjá kommununi fyri at vita, um vit kundu gera eina avtalu, um at serflutningur til gudstænastu sunnu- og halgidagar er fyri kirkjunnar rokning. Og eftir eitt sindur av samskifti aftur og fram, og viðgerð í fyrisitingini, játtaði Klaksvíkar kommuna hesum.

- Fólk skulu tó framvegis venda sær til Miðlan í seinasta lagi fríggjadag, um tey hava tørv á serflutningi í kirkju sunnumorgunin, men tey rinda nú ikki longur kostnaðin sjálv, verður sagt.

JAVNSETT
Hóast henda tænastan hevur verið í Christianskirkjuni í nøkur ár, eru kortini ofta fólk í kirkju, sum hava tørv á serflutningi. Júst hvussu nógv fólk ið talan er um, er ikki gjørt upp enn.

Enn er tænastan so nýggj, at tey ikki vita, um talið fer at økjast av hesi grund.

- Men fyri kirkjuna er tað avgerandi, at fólk hava møguleikan, og at í øllum førum henda møguliga forðingin er burtur.

- Ja, og so snýr tað seg eisini um at javnseta tey, ið sita í koyristóli við onnur, og sum hava tørv á bili, verður sagt.

Henda nýggja tænastan var kunngjørd í kirkjuni seinasta sunnumorgun og síðani eisini á facebookvegginum hjá kirkjuni, so enn er so stutt fráliðið.

- Men tær reaktiónirnar sum vit hava fingið, eru sera positivar, verður sagt at enda.

(Tað kundi verið áhugavert at frætt, um aðrar kirkjur kring oyggjarnar veita fólki somu tænastu)

Orð: Snorri Brend