Skriva út

Viðareiðis kirkja 125 ár

17.11.2017 Tíðindi
Viðareiðis kirkja 125 ár

Uttast Niðri á Bakka á Viðareiði stendur kirkjan við útsýni vestur í hav. Alt tað, vit vita, hevur kirkjan staðið á hesum fyri veður ábara staði. Tað gav at bíta, tá kirkjan varð tikin av brimi fyrst í 1700-árunum. Verandi kirkja er vígd 20. november 1892 og hevur sostatt 125 ára vígsludag mánadagin. Hon er ein langhúsbygningur, sum eystureftir endar í einum trístrendum kóri. Hon er laðað av gróti og sementpussað. Inni í kirkjuni er sjáldsamasti gripurin uttan iva seingotiska krusifiksið, sum Hamborgar keypmaðurin Thomas Koppen gav kirkjuni í 1551. Eisini altarsilvurið og doypifuntur hava sína serstaka søgu. Hetta er gáva frá bretsku stjórnini til Viðareiðis sókn fyri at hava sýnt manningini av strandaðu ensku briggini Marwood blíðskap og hjálpsemi. Hon fórst á Eiðsvík á pálsmessu 1847

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Eingin veit um at kirkjur á Viðareiði hava staðið aðrastaðni í bygdini enn vestast á Bakkanum, eisini nevnt Niðri á Bakka ella Heimi á Bakka. Ikki heldur annan fyrndargrevstur enn kirkjugarðin við kirkjuna.
Ikki hevur kirkjan ligið væl fyri í sóknini, men tað gjørdu fleiri aðrar kirkjur heldur ikki. J. Símun Hansen sigur í »Tey byggja land« III, Viðareiðis sókn, at lítil dentur tykist hava verið lagdur á hesa fortreyt, tá ið prestbygdir í síni tíð vórðu valdar. Og lítið man nytta at gita um grundirnar til hendingar, sum liggja so langt afturi, og sum vit lítið og einki vita um.
Fyrstu kirkjurnar, greiðar upplýsingar fáast um, eru tær, sum stóðu uppi fyrst í 1700-árunum, og av tí, at bæði gamlar kirkjur eru bygdar eftir sama leisti, er góð grund til at halda hetta sniðið vera gamalt. Útveggirnir laðaðir av gróti upp undir takið, skjøldrarnir tó av timbri við einum ella tveimum gluggum í eystara enda, flagtak og innan bróstaðar við timbri.
Í 1709 verður nýggj kirkja bygd á Viðareiði. Sum høvuðskirkja í Norðoya prestagjaldi er Viðareiðis kirkja bæði prýðiligast og størst: 18 alin long, 6½ breið og 5¾ høg. Men stílurin er hin sami: grótveggir, skjøldrarnir av viði og innan bróstað við viði. Inn eftir skipinum og í kórinum er trægólv, men undir stólunum eyrur og grót. Í eystara enda eru tveir smáir gluggar og ein í hvørji síðu í kórinum. Yvir altarinum hongur í 1709 eitt krusifiks og tjúgu ár seinni er ein lítil pappírsaltartalva komin aftrat.
Krusifiksið er ivaleyst tað sama, sum enn er í kirkjuni og sum Thomas Koppen, handilsmaður í Hamborg, gav henni í 1551. Koppen hevði í 1533 fingið einarætt til handilin uppá Føroyar.
Kirkjan hevði vápinhús í 1709, og tjúgu ár seinni er eitt klokkutorn við eini nýggjari klokku bygt oman á vápinhúsið.
Eisini aðrar upplýsingar fáa vit um kirkjuna, m.a., at á norðaru síðu í kórinum er ein skriftarstólur og ein lokaður stólur. Lokaði stólurin var til prestin at sita í meðan bíðað var ella sungið, tí kalt var í kirkjunum og nógvur gjóstur. Eisini prædikustólurin var innilokaður av somu orsøk. Í grein sínari um deknatænastuna í Føroyum (prentað í Kirkjutíðindum og Varðanum) sigur Jákup Dahl, at í Vági var tað ikki óvanligt kaldar vetrardagar eftir gudstænastuna at fara inn á Skála ‒ grannahúsið hjá kirkjuni á Kirkjukletti – og taka saman við einari vísu fyri at fáa varma í kroppin aftur.
Á norðaru síðu í kirkjuni á Viðareiði vóru tveir stólar við hurð fyri og polstraðum baki. J. Símun Hansen heldur, at hesar sessir mundu frægastu bøndurnir í bygdini hava vissað sær sum eina samsýning fyri at hava stuðlað byggingini við pengagávum ella á annan hátt.

Vanligur aldur hjá teim kirkjum, ið vórðu bygdar sum hesar, var um seksti ár, og á Viðareiði skuldi so statt verið nýggj kirkja bygd um 1770, men vissa er eingin um tað. Tær fyrstu trækirkjurnar verða bygdar um hetta mundið.
Í 1830-31 verður nýggj kirkja bygd, sum tað sæst av handilsbókunum hesi árini. Hetta er trækirkja og smiðirnir úr Sørvági, Heini Danielsen og Poul Hansen. Kirkjan er liðug á sumri 1831 og 22. juni hetta árið fer fyrsta kirkjuliga handlingin fram, tá ein genta úr Hvannasundi fer til dópin og fær navnið Lisbeth Justinusdatter.
Fýra ár eftir fær kirkjan spír, sum Per í Nesinum í Vestmanna hevði smíðað. Miðskeiðis í nítjandu øld fekk henda kirkjan stásiliga gávu frá bretsku stjórnini. Tveir silvurdiskar við bakka, silvurkalik, vínkannu og dópsfat til áminningar um hjálpsemi og blíðskap, ið viðingar høvdu sýnt manningini av bretsku briggini »Marwood«, sum fórst á Eiðsvík á pálsmessu (25. januar) 1847.
Henda briggin varð millum føroyingar nevnd Pálmoljuskipið. Á veg úr Afrika til Liverpool kom skipið í ódnarveður, misti róðrið og rak fyri vág og vind til tað endaði dagar sínar á Eiðsvík. Pálmolja var farmur, tað var lastað við, og eftir skipbrotið róku føt við pálmolju víðahvar í kring oyggjarnar.
Í dópsfatið er rist:

»Presented by the British Goverment to the Congregation of Viderø on acknowledgement of the charity and hospitality shewn to the crew of the British brig Marwood, wrecked in the Faroe Islands January 1847.«

(Givið av bretsku stjórnini til Viðareiðis sókn í takksemi fyri ta hjálp og tann blíðskap, ið sýnd vórðu manningini av bretsku briggini Marwood, sum gekk burtur við Føroyar í januar 1847.)

J. Símun Hansen sigur í »Tey byggja land« um Viðareiðis kirkju:

»Tá ið kirkjan varð bygd í 1892, tóku teir alt grótið undir Bakkanum. Arbeiðið at bora, løða og skjóta og høgga steinarnar mannbærar, varð útboðið, meðan arbeiðið at bera grótið upp á pláss, varð álíknað øllum monnum í kirkjusóknini. Tað vóru 24 steinar upp á mannin um árið í tvey ár. Teir, sum áttu tørn at bera, fingu boð og bóru sín part ein dag, so teir sluppu undan at liggja nátt.«

Sýnið av kirkjuni er undirskrivað sama dag, sum hon er vígd, sunnudagin 20. november 1892. Sýnað og góðkent høvdu J. Heinesen og S. Fr. Jacobsen. Veðrið vígsludagin var av tí besta, og nógv fólk komið til vígsluna; fyrst og fremst sóknarfólkið, men eisini úr Kalsoy, Kunoy og Svínoy. Jens Chr. Evensen, próstur, vígdi kirkjuna, og í vígslurøðu sínari talaði hann yvir orðini: ‘Men I elskelige! Opbygger Eder selv paa Eders hellige Tros Grundvold’.

Kirkjan er ein langhúsbygningur, sum eystureftir endar í einum trístrendum kóri, laðað av gróti og sementpussað.
Í stuttari lýsing (1891) av kirkjuni: 28 alin long og 12 alin breið. Við skifurtaki og jarnvindeygum var byggingin mett at kosta smáar 9000 kr. Jóhan Andr. Petersen úr Mikladali átók sær at gera høvuðsarbeiðið fyri 8000 kr. Onnur smáarbeiði komu aftrat, men kostnaðarmetingin helt.
Ábøtur og umvælingar av ymiskum slag hava verið gjørdar hesi 125 árini, bæði innan og uttan. Ymiskt er skift út og nýtt komið aftrat. Tað verður alt nevnt í bókaverkinum »Kirkjurnar í Føroyum« eftir J. P. Gregoriussen; tí bindinum, ið umrøður yngru hválvkirkjurnar. Kapittlið um Viðareiðis kirkju hevur Dánjal Lydersen á Viðareiði skrivað.
Altarmyndin, ið sigst vera eftirmáling av gitna italska málaranum Jacopo Tintoretto (1519-1594), sýnir seyðamenninar tilbiðja Jesusbarnið. Í tríhyrningi oman fyri altarmyndina er fjarmynd av Jerusalem, sæddur av Oljufjallinum. Ovast er tetragrammið JAHVE, skrivað á hebraiskum.
Í 1949 kemur ein kirkja aftrat í sóknini, í Hvannasundi. Í 1916 varð kirkjugarður bygdur í Norðdepli, tann fyrsti uttan fyri Viðareiði.

Annan sunnudag í advent – 10. desember – verður 125 ára hátíðargudstænasta í Viðareiðis kirkju. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar.
Í sambandi við føðingardagin hjá Viðareiðis kirkju hevur kirkjuráðið heitt á Paulinu Eliasen á Syðradali um at gera ein nýggjan viólbláan messuakul til kirkjuna við Luther-rósuni sum motivi. Nýggi messuakulin verður tikin í nýtslu henda dagin.
Gudstænastan verður kl. 17.00. Aftaná eru øll vælkomin til ein nátturðabita í Missiónshúsinum.