Skriva út
Verja vár og skjøldur
08.09.2017 Tíðindi
Úr ránsmannahondum í frelsarahendur
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Komandi sunnudagur er tann trettandi eftir tríeindardag. Evangeliiteksturin til prædikuna í kirkju okkara er eftir fyrru tekstarøð úr Luk. 10,23-37 um hin miskunnsama samáriubúgvan:
Og Jesus vendi sær til lærusveinar sínar einsæris og segði við teir: »Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! Tí at eg sigi tykkum, at mangir profetar og kongar vildu fegnir síggja tað, sum tit síggja, og fingu tað ikki at síggja, og hoyra tað, sum tit hoyra, og fingu tað ikki at hoyra.«
Og sí, ein lógkønur steig upp og freistaði hann og segði: »Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?« Men hann segði við hann: »Hvat stendur skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?« Men hann svaraði og segði: »Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.«
Og hann segði við hann: »Beint svaraði tú; ger tú hetta og tú manst liva.« Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði við Jesus: »Og hvør er tá næsti mín?« Jesus tók tá aftur til orða og segði: »Ein maður ferðaðist frá Jerusalem oman til Jeriko, og hann fell í ránsmannahendur. Teir bæði nektaðu hann og slógu hann, og fóru so avstað og lótu hann liggja eftir hálvdeyðan. Men nú vildi so til, at ein prestur kom ferðandi sama vegin; hann sá hann, men gekk framvið. Somuleiðis eisini ein levittur; hann kom á sama stað og sá hin illa farna, men gekk framvið. Men ein samáriubúgvi, sum var á ferð, rakti við hin hálvdeyða og tókti hjartaliga synd í honum. Hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistingarhús og røktaði hann. Og dagin eftir tók hann upp tveir denárar og fekk vertinum og segði: »Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.«
»Hvør av hesum trimum tykir tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?« Men hann segði: »Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.« Og Jesus segði: »Far tú og ger so við!«
Ein maður ferðaðist frá Jerusalem oman til Jeriko, og fell í ránsmannahendur. Hetta sigur Jesus í líknilsinum um hin miskunnsama samáriubúgvan.
Vegurin frá Jerusalem til Jeriko var vegur, sum nógv fólk ferðaðist eftir. Ja, ein av høvuðsfarvegunum í landinum. Men hann var tiltikin fyri at vera vandafullur at ferðast eftir, tí fram við honum hildu ránsmenn til, sum løgdu á ferðafólk, slógu tey til óvits, nektaðu tey og rændu viðførið frá teimum. Landslagið er ógvuliga vakurt her – fjallaland – men í hellum og gloprum lúrdu ránsmenninir; har bar væl til hjá teimum at krógva seg og gera slysálop áðrenn tú varnaðist.
Við serligum atliti til ørindini 23 og 24 í tíggjunda kapittli Lukasar, so hava teir, sum hava valt tekstin til henda trettanda sunnudagin eftir tríeindardag til fyrru tekstarøð, givið okkum greið tekin um, hvussu vit skulu skilja líknilsið um hin miskunnsama samáriubúgvan. Tað, ið lærusveinarnir vóru sælir um at síggja og hoyra, er gerningur Jesu og boðan. Líknilsið um miskunnsama samáriubúgvan er ein beinleiðis mynd av Jesusi sjálvum, sum møtir okkum í miskunnsemi.
Spurningur hins lógkøna snýr seg um, hvat vit eiga at gera til tess at fáa ævigt lív, og hvørjum skulu vit gera væl ímóti. »Hvør er tá næsti mín?« Men Jesus bregður spurninginum annan veg, so tann lógkøni ístaðin verður noyddur at spyrja: »Hvør vil vera næsti mín?« Ein kundi vænta, at hin lógkøni skuldi svara spurninginum, hvør av teimum trimum – presturin, levitturin ella samáriubúgvin – skuldu vera fyridømi hansara, tá talan var um næstakærleika. Men Jesus spyr: »Hvør av hesum trimum tykir tær var næsti hansara, sum fell í ránsmannahendur?«
Jesus vil hava hin lógkøna og okkum at sanna, at vit eru í somu støðu sum maðurin, ið lá hálvdeyður á vegnum – uttan stirðil at ganga vegin aftur til Guds og hitt æviga lívið. Í hesum stjøli eru vit. Okkum er tørvur á, at onkur kemur framvið og rættir okkum vinarhond og hjálpir okkum.
Sælir eru tit, sum hava sæð og hoyrt, segði Jesus við lærusveinar sínar. Hann var komin framvið og hevði sýnt teimum miskunnsemi. Og vit, sum hoyra evangeliið boðað, læra Gud at kenna gjøgnum Jesus. Hann kemur til okkara sum hin rættvísi og miskunnsami næstin, tekur sær av okkum og gevur okkum lut í ævigari sælu.
Á heimsins veg er vandafult,
har ránsmenn ofta lúra,
mangt illmenni har liggur dult;
tó batar ei at stúra.
Tí armur Guðs er sterkur enn
og kann væl verja veikar menn,
ið trygt á hann seg líta.
Á egnan mátt og valdið sítt
teir heimsins kappar líta;
men ei eg vildi við tað býtt;
Guð vil ei styrk mær sýta.
Um leiðin mín er myrk og trong,
um neyðin tykist tung og long,
Guð vil ei barn sítt gloyma.
So hevja hátt teg, sálin mín,
upp, upp um alt tað lága,
lat Guð bert vera skjøldur tín,
lat hann for borgum ráða,
Guð Harrin eigur enn tann mátt,
hann allar tíðir hevur átt.
Hann verja tín vil vera.
H. M. Jacobsen: Til Jeriko fór maður ein (SFK, nr. 160)
Onnur tíðindi