Skriva út

Vegari Harrans

21.06.2018 Tíðindi
Vegari Harrans

Jóhannes doyparin ruddaði Jesusi slóð. Men søga hansara er á mangan hátt syrgilig. Hann varð hálshøgdur og høvur hansara á einum fati borðreitt fyri Salomu, dóttur Heródiasar

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com


Vælkomin summartíðin
við sól um fjøll og fjørð!

Henda sálmin eftir Mikkjal á Ryggi sungu vit seinasta sunnudag í kirkjuni. Og hóast eitt illveðursnos í vikuni, so er hann sera hóskandi, nú komið er hægst á summarið og vit nátúrliga rokna við sól um fjøll og fjørð.

Og tú merkir veruliga árstíðina, allastaðni har fótur fjakkar. Stevnur kring landið av einum øðrum slag. Og tú sært glaðar pisur, ikki bert úti í haganum, men eisini tær, ið hava fingið húgvuna, og nú skulu taka ímóti einum prógvi, sum gevur teimum atgongd til hægri útbúgving og við hesari barlast fremja gagnverk úti og heima.

Komandi sunnudag, 24. juni, er jóansøka, sum í Suðuroy verður hildin sum stevna, skiftvís millum Tvøroyri og Vág. Í ár í Vági. Men upprunin er føðingardagur Jóhannes doyparans. Minningardagur hjá halgimennum var vanliga deyðsdagur teirra, men hjá Jóhannesi doyparanum er tað føðingardagurin, tí at hann var heilagur longu í móðurlívi.

Jóhannes doyparin er tann fyrsti, ið sigur Jesus vera Lamb Guds. Hetta lesa vit um í Jóhannesar evangeliinum (1, 29), tá Jóhannes sær Jesus og sigur: »Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins.«

Dagin eftir fylgist Jóhannes við tveimum av lagsbrøðrum sínum og sigur uppaftur: »Sí, her er Lamb Guds,« tá teir møta Jesusi.

Í listini verður tekinið »Lamb Guds« ofta myndað sum eitt hvítt lamb við einum krossstavi, einum krossmerki ella einum ljóma. Hetta er ímyndin av Jesusi sum Lamb Guds, sum offurlambið.

Av tí, at Jóhannes segði Jesus vera Lamb Guds, verður hann eisini ofta avmyndaður við einum lambi, einum krossstavi og eini skriftrullu ella merki við orðunum »Ecce Agnus Dei« (Sí, her er Lamb Guds).

Jóhannes doyparin er undanmaður Jesu, og átekur sær at rudda honum vegin og eggja fólki til at venda um, tí Guds ríki er í nánd. Heitið »doypari« hevur Jóhannes, tí at hann doypti fólk í Jordá – sum tekin um, at tey verða tváað rein, bæði útvortis og innvortis.

Seinni doypir Jesus við eldi og anda. Og Jóhannes doyparin sigur Jesus vera brúðgómin og fólkið brúðrina. Sjálvan sigur hann seg vera vin brúðgómsins. Ikki hægri í metum.

»Hann eigur at vaksa, men eg at minka,« sigur Jóhannes um sínámillum viðurskiftini (Jóhs. 3,30). Sambært Lukasar evangeliinum eru Jóhannes og Jesus skyldmenn.

Foreldur Jóhannesar

Foreldur Jóhannes doyparans eru Sakarias og Elisabet. Tey áttu eingi børn, og eld sum tey nú vóru, var tann vónin úti. Men ein dagin, Sakarias ger tænastu í templinum í Jerusalem, kemur til hansara ein eingil, sum sigur honum, at Elisabet skal føða ein son.

Sakarias er mistrúgvin og eingilin ger hann málleysan til drongurin er borin í heim. Tá hann fær málið aftur, ber hann Gudi lovsong, har hann í yndisligum orðum takkar honum fyri sonin og ta uppgávu honum er litin til í ætlan Guds at frelsa heimin.

Lovsongur Sakariasar er at lesa í Lukasar evangeliinum, kap. 2, 67-80.

Hin knortluti vegarin

Um Jóhannes doyparan frætta vit ikki aftur fyrr enn hann er tilkomin. Her hitta vit hann sum profet. Ein maður, sum boðar um ríki Guds, bæði í samtíð og framtíð.

Jóhannes doyparin er harðbalin. Etur honning frá villini bíflugum og er ílatin klæði av grovari kamelull, ið geva holdinum ringan skriða. Hann talar harðliga at hyklarum og tvískinningum og óryggiligum levnaði. Uttan mun, hvørji fólkini eru, ið fáa skoluna.

Nærri hesum bersøgni Jóhannesar koma vit við egnu orðum hansara: »Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum, so at hvørt eitt træ, ið ikki ber góðan ávøkst, verður avhøgt og kastað í eldin« (Matt. 3,10).

Her verður sipað til eitt rættlætið gudslív. Um ikki tann leiðin verður fylgd, fer einki gott at spyrjast úr. Revsing Harrans er tá vís.

Deyðsdómur Jóhannesar

Jóhannes vendir eisini náðileysu talu síni ímóti teim ráðandi og fellur tessvegna egna deyðsdóm sín.

Ein teirra, hann talar harðliga at, er Heródias, seinnu konu Heródesar kongs. Hon og Heródes hava gift seg, sjálvt um bæði frammanundan vóru gift; Heródias enntá við bróðuri Heródesar. Men Heródias letur sær ikki lynda, at Jóhannes hartar hana og mannin fyri siðloysi. Jóhannes verður tikin og settur fangahús.
Saloma er dóttir Heródiasar og er ófør at dansa. Ein dagin dansar hon fyri Heródesi kongi og gestum hansara; so óføra vakurt, at Heródes afturfyri lovar henni alt, hon ynskir sær. Heródias lokkar Salomu: »Sig, at tú vil hava høvur Jóhannes doyparans borðreitt á einum fati.«

Ynskið verður eftirlíkað. Jóhannes verður hálshøgdur og høvur hansara borið inn á einum fati.

Í roynd hongur ein skuggi yvir lívi og lagnu Jóhannesar. Hann knuggar undir tungu byrðuni, og tað er ikki hansara persón, tað ræður um, men Jesus. Ikki bert henda eyðmýkt kostar honum lívið, eisini ivi og sálarkvøl koma á hann. Úr fongslinum sendir hann Jesusi boð og spyr, um hann er tann, ið koma skal ella um annar er í væntu.

Fleiri bíbliugranskarar vilja vera við, at Jesus sjálvur einaferð hevur verið fylgdarmaður Jóhannesar, men er seinni farin burtur úr hesum fylgi. Sambært Jóhannesar evangeliinum (3, 22) hevur Jesus sjálvur doypt fólk. Sama hava eisini lærusveinar hansara gjørt.


Ljós heimsins

Sum nevnt vísir Jóhannes doyparin á, at tað er ikki seg, tað ræður um, men Jesus eina. Tað er hann, ið koma skal. Jóhannes er tessvegna ein adventsmenska. Og advent merkir, sum vit vita, boðan um nakað, ið koma skal. Við øðrum orðum eru vit saman við Jóhannesi í eini fyrireikingartíð og bíða komu Jesu – og jólanna.

Men enn er hásummar og jóansøka er fyri framman, og »yndisligt er ljósið og gott er fyri eyguni at síggja sólina« (Præd. 11,7). Vit vita, at heilsubót er at finna í ljósinum og sólargeislunum. Og tann megin, sum summarið gevur, er góð at hava til at standa ímóti við tann langa veturin, til vit so aftur her bíða honum, sum er »ljós heimsins«, og hvørs ásjón er »sum sólin, tá ið hon skínur í magni sínum.«

Oftari, vit venda okkum til Jesus Krist, ljós heimsins, tess meira fara vit at kunna lata medmenniskju okkara fáa aftur nakað av glæmuni frá kærleika hansara.

Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart,
sjálvur er ljóskeldan reina;
aldri seg nærkar tær myrkrið so svart,
sólin har vald hevur eina.