Skriva út
Varisliga verður latið uppaftur - tilmæli Covid-19
08.03.2021 Tíðindi
Eftir skerdar umstøður í drúgva tíð, fara vit varisliga aftur til kendar mannagongdir í kirkjunum. Vit hava lært at handfara støðurnar, so vit velja ikki at skriva í smálutir. Um ivamál taka seg upp, eru tit vælkomin at tosa við dómpróstin ella biskupin í nevndu raðfylgju.
Kirkjuráðið hevur saman við kirkjunnar tænarum ábyrgd av:
- At reinføri er gott, t.d. nýtsla av spritti og pappíri til hendurnar.
- At vit sita í hóskandi frástøðu – 1 metur. Tó, fólk úr sama húsi kunnu sita saman. Hetta er galdandi til gudstænastur, jarðarferðir, brúðarvígslur og konsertir.
- At sitið verður á øðrum hvørjum beinki í skipinum.
- At hámarkið í teimum stóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir í mesta lagi er 200.
- At hámarkið í teimum miðalstóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir í mesta lagi er 90.
- At hámarkið í teimum smærri kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir í mesta lagi er 50.
- At frámerki vísir staðið/støðini har sitið verður í beinkinum ella ikki verður sitið.
- At talvan ikki gongur í kirkjunum.
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av:
- At kunna kirkjufólkið av prædikustólinum um týdningin av frástøðu og reinføri við atliti at gudstænastum og kirkjuligum tænastum.
- At minna um frástøðu á veg inn í kirkjuna, í kirkjuni og tá ið farið verður úr kirkjuni.
- At ásetta hámarkið av fólki verður hildið til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir.
- At kór og sangarar hava 1 metur ímillum sín.
- At altargangurin fer fram undir serligari og tryggari skipan, ið presturin er kendur við.
- At dópsins sakramenti verður umsitið í góðum samskifti við tey avvarðandi uttanfyri gudstænastuna / hámessutíð. Fólkatalið verður ásett alt eftir støddini á kirkjuni.
- At fleiri børn kunnu verða doypt í senn undir somu kirkjuligu handling treytað av, at hámarkið í kirkjuni verður hildið. Neyðugt er, at frástøðan 1 metur er ímillum dópsfylgini.
- At brúðarpørini til kirkjuliga vígslu verða kunnað um galdandi ásetingar, so tey kunnu taka medábyrgd av, at hámarkið verður hildið. At frástøðan verður hildin.
- At tey avvarðandi við andlát og jarðarferð verða kunnað um galdandi ásetingar, so tey kunnu taka medábyrgd av, at hámarkið verður hildið. At frástøðan verður hildin.
- Sóknarpresturin hevur evstu ábyrgd av tí, sum fer fram í kirkjuni við atliti at gudstænastu, dópi, vígslu og jarðarferð. Tað merkir, at sóknarpresturin sum embætismaður (m/k) er myndugleikin.
Mett verður ráðiligt:
- At kirkjukaffi, ervi og hugnaløtur kunnu verða í kirkjukjallarum og kirkjuhúsum. Tilmælini um frástøðu, reinføri og fólkatal skulu haldast.
- At konsertir kunnu verða í kirkjunum. Tilmælini um frástøðu, reinføri og fólkatal skulu haldast. Harafturat skulu tríggir teir fremstu beinkirnir standa tómir.
- At sálmabókin verður nýtt til gudstænasturnar (hámessuna) sunnudag.
- At kirkjan eftir avtalum og skipaðum viðurskiftum er opin fyri ferðandi.
- At vøggusálmasangur kann vera í kirkjuni sambært tilmælunum, t.d. reinføri. Frástøðan skal vera 1 metur ímillum tey luttakandi, meðan sungið verður.
- At skrúðugudstænastur, annað barnavinarligt virksemi og fyrilestrar kunnu vera í kirkjuni. Eyðvitað mega almennu tilmælini haldast.
Hámarkið / fólkið skipað í bólkar.
Hámarkið fyri at savnast á einum staði er 200 fólk. Ynskiligt er, at kirkjurúmið verður skipað í bólkar (sektiónir), sum eru hvør fyri seg.
Konfirmatión:
- Mælt verður til, at konfirmatiónirnar ikki eru almennar í vanligum týdningi, men at tær ístaðin eru gudstænastur fyri komfirmantinum og hansara / hennara nærmastu.
- Sitið verður á øðrum hvørjum beinki.
- Frástøðan 1 metur eigur at verða hildin. Reinføri er alt avgerandi.
- Konfirmatiónirnar verða teir dagarnar, ið eru lýstir og ásettir.
- Tey stóru holdini verða býtt sundur, so í mesta lagi 10 konfirmantar verða konfirmeraðir undir somu gudstænastu.
- Á størri plássum við stórum kirkjum verða holdini konfirmerað í somu kirkju t.d. kl. 10, 12 og 14.
- Kirkjan verður gjørd rein og sprittað eftir hvørja konfirmatión.
- Talið, ið konfirmanturin hevur við sær í kirkjuna verður avmarkað, t.d. foreldur, systkin, ommur og abbar samsvarandi hámarkinum hjá kirkjuni.
- Konfirmantarnir hava ikki fysiska kontakt hvør við annan ella onnur.
- Almennu tilmælini um frástøðu, reinføri og avmarkað fólkatal eru galdandi.
- Sóknarpresturin tekur ikki í hondina á konfirmantinum. Presturin signar konfirmantin við krossins merki ístaðin fyri handaálegging.
- Sóknarpresturin hevur ábyrgdina av konfirmatiónini og løtuni í kirkjuni.
Tórshavn 5. mars 2021
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Onnur tíðindi