Skriva út
Várið kemur, hækkar sól
20.02.2015 Tíðindi
Fyrsti várdagur er nú sunnudagin. Hann hevur síni serstøku merki, ið føroyingar hava gáað væl eftir tá um veður og líkindi er at tala ‒ hvussu várið fór at roynast. Hásætisdagur Pæturs ápostuls verður dagurin eisini nevndur. Og hetta er tann tíðin, gongufeløg leggja til rættis ferðir út í Skaparans fríðu náttúru
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Sólin hevur sama lag:
hvar hon kemur, ger hon dag,
nátt og myrkur burtur fer,
ljós og lív hon okkum ber,
sorgin flýggjar, gleðin grør,
fuglar syngja blítt frá jørð.
Anders Hovden / Mikkjal á Ryggi
Vit tosa um barnaárini –
»… Og minnist tú ikki, tá ið várið kom?« Var liðið eitt sindur út, so var at hanga uppi í teim vaksnu og spyrja eftir vári. Ein dagin minnist eg, faðir tók í hendurnar á okkum og leiddi okkum yvir til vindeygað: »Hyggið,« sigur hann og peikar niðan á Heiðafjall, »síggja tit handa steinin, ið dagar móti luftini har uppi?« Hann tekur hvørt í sína hondina og lyftir okkum upp: »Síggja tit hann nú bæði?«
»Ja, eg síggi hann væl.« »Hygg, hygg, eg síggi hann eisini væl.«
»Hasin steinurin eitur Middagssteinur. Tá ið tit síggja sólina koma undan har, tá er vár.«
»Hvat er vár,« spyr systir, ið er yngri enn eg, »er tað ein maður, ið kemur gangandi?«
»Nei, stakkalin, tað er sólin, ið kemur.« Og hann setir seg á beinkin við hvørjum okkara á sínum knøum.
»Er sólin undir steininum?«
»Nei, hon er langt, langt burtur, men í vár kemur hon aftur, og hyggja tit væl eftir, síggja tit hana har við Middagsstein, tá ið hon kemur.«
Og har runnu vit í vindeygað at hyggja eftir sólini. –
Hetta brotið er úr stuttsøguni »Fjallaskuggin« í savni við sama heiti eftir Heðin Brú. Komandi sunnudag, 22. februar, er fyrsti várdagur.
Var nú um dagarnar til jarðarferð og síðan í ervi. Við sama borðið sótu tvær kvinnur, ið eru virknar í gongufelagi. Og har var eisini prestur. Tær fregnaðust um, hvussu veðrið mundi fara at roynast henda fyrsta várdagin, og gjørdu eitt lítið eygnablunk móti presti, søgdu at tær undir kirkjutíð ætlaðu sær saman við øðrum í gongubólkinum at halda til fjals. Prestur svaraði, at skuldu slíkar gonguferðir gerast undir kirkjutíð sunnudagar, so kundi hann av góðum grundum ikki vera við í nøkrum gongubólki.
Mær rann hesa løtuna í hug yrkingina »Hagin og kirkjan« eftir Hans Andrias Djurhuus (1883-1951), prentað í Tingakrossi 19. mai 1909 sum svar til ein klokkara, ið helt Hans Andrias hava gloymt triðja boð (»minst til at halda hvíludagin heilagan«), tá hann undir kirkjutíð helt á fjøllini:
Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi,
meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi;
kennir tú meg rætt, so veitst tú væl at eg
má leita mær burtur hagar, himinin er høgur,
hagar, lotið og fuglurin eitt várkvæði kvøður;
tí hagin er nógv betri enn kirkjan fyri meg.
Tú veitst væl, at Harrin, sum valdar øllum londum,
býr ei í templum bygdum av menniskjahondum,
hann nýtir ei, at menniskjan biður honum bøn.
Tú finnur hann í lotunum, sum svalliga anda,
tú finnur hann í blómunum, sum áarbakkan randa.
Tí fari eg til fjals, tá ið mørkin gerst grøn.
(…)
Ein farri av føroyskari panteismu, ið er hugmyndin ella læran um, at Gud ikki bara er Skaparin, hann er eisini sjálvur í skaparverkinum og partur av tí. Kirkjufólk flest munnu tó vera samd um, at H. A. Djurhuus var royndarliga gudshúsinum hollur við sínum mongu yndisligu sálmum, t.d. »Legg tínar sorgir á Harran, tín Guð«.
Hitt fasta, óvikaliga og varandi
Várið kemur, hækkar sól,
fannir bráðna, grønkast ból,
loftið tynnist, skýggin’ ljósna,
himin blánar, bárur stilna,
mjúkir vindar sveima vítt.
(…)
Syngið lívsins sigursljóð,
hvør ein tíð og hvør ein tjóð!
Lívið valdar øllum londum,
djúpum, fjøllum, dølum strondum,
lofti háa, havi bláa.
Hesi ørindini (fyrsta og síðsta av fimm) eru úr vársongi eftir Jákup Dahl (1878-1944), ið hevur heiti eftir fyrstu reglu í fyrsta ørindi, »Várið kemur, hækkar sól«. Í hesum vársongi biður skaldið okkum syngja lívsins sigursljóð. Og mong eru bæði hesum skaldinum og Mikkjali á Ryggi (1879-1956) lýðin og leita niðan á fjallatind, har lyftist upp vár andi (»Kom upp á fjallatind«).
Fjallið stendur sum ein mynd um hitt fasta og óvikaliga og varandi, og tað tykist siga við fólk: Ævi tykkara er stutt, og tíð tykkara gongur skjótt, men lærið eitt sindur av mær, sum havi tíðina fyri mær. Leggið ikki í at hava slíkan skund við øllum, at tit tuska lívið av tykkum og gloyma sjálvt lívið, men lærið í øllum tí, sum tit hava fyri í lívinum – at geva tykkum stundir at liva!
Tað er eingin løtt gongd at koma heilt niðan á fjallið. Heldur er tað ógvuliga strævið og møðsamt, so fólk vera bæði móð og sveitt av tí. Munur er tó á at fara so hissini eina slíka útferð og gera tað í neyðugum yrki – í røkt og fjallgongu og at ansa fjarskiftis- og ravmagnsútbúnaði. Men gingið má verða niðan tungar brekkur, upp um ein hamara fyri og annan eftir, gjøgnum skursl og skriður.
Men henda gongdin loysir seg stórliga. Hon er allan ómakin verd. Komin niðan á, ert tú sum í eini aðrari verð. Her verður alt mest sum broytt, verður merkiligari, størri og vakrari enn annars vant. Tú stendur á fjalstindinum, ið rættir seg upp í hitt bláa, óendaliga himmaldýpið. Luftin, tú andar í teg, er so lívgandi frísk og rein. Her er eitt útsýni, so vítt og vakurt, sum tú annars ikki fært tað.
Tú sært út yvir oynna, har heimstaður tín er, og út yvir aðrar oyggjar – fjall við fjall og tind við tind. Tú sært út yvir havið, veldugt, hugtakandi og dragandi. Frítt og opið og markleyst í allar ættir. Havið, leiðin hjá fedrum tínum – lagnan hjá fólki tínum, øld eftir øld.
Men mest av øllum – her uppi á fjallinum er so vælsignað friðsælt. Einki óljóð, eingin ófriður. Bert eitt spakuligt suð av loti, og einstakir fuglar hoyrast láta.
Hjá mongum hevur verið ein trá her uppi, og hon er at halda bøn og takka Skaparanum fyri verkið, ið einans hann er mentur at skapa. Her nýtist eingin signaturur í niðara høgra horni.
Á fund við móður okkara
Í savninum »Millum ælini« nertur Jákup Dahl við hesa somu kensluna, tá hann í einum broti umrøður fjallið:
»Alt betur og betur komi eg at fata tað, sum fleiri ferðir hevur verið sagt um Jesus – at hann fór einsamallur niðan á eitthvørt fjall.
Fyri at kunna vera í einsemi og fyri at fáa frið gjørdi hann hetta. Helst var tað tíðliga á morgni, áðrenn farið varð til arbeiðis, ella seint á kvøldi, tá dagsgerðin var lokin.
Og serstakliga verður skilað til, at Jesus fór niðan á fjallið at ‘halda bøn’ (sbr. Luk. 6,12; Matt. 14,23; Mark. 6,46; Luk. 4,42).
Mær skilst eisini betur, at tað mátti vera uppi á einum ‘høgum’ fjalli, at Jesu útsjónd umbroyttist fyri eygunum á lærusveinum hansara, so at teir sóu nakað av dýrd hansara (Matt. 17,1), hetta, sum seinni varð tikið til, at teir »høvdu verið við honum á hinum heilaga fjallinum« (2. Pæt, 1,18).
Og somuleiðis haldi eg meg fata, at tað ikki var inni í eini stovu ella niðri í einum trongum dali, men á ‘einum fjalli í Galileu’, at Jesus setti lærusveinunum stevnu, tá ið hann gav teimum boðini um at fara út um allan heimin og gera øll fólkasløg til lærusveinar sínar (Matt. 28,16).«
Heimsins dalar eru mangir og trongir. Niðri í teimum vilja vit helst sláa okkum til tols, og har kunnu vit lættliga falla í fátt, og máttloysi og vónloysi koma á okkum.
Okkum er tí tørvur á í andligum og sonnum týdningi at koma upp úr dalinum og fara niðan á fjallið.
Tað vil so vera, at fjallið er bratt og tungt at ganga niðan á, men tað hjálpir ikki – tað má vera gingið.
Tær ríku, dýru ognir, sum eru at fáa uppi í hæddini, fáast ikki á annan hátt, enn at tað verður gingið niðan eftir teimum. Umframt sanna týdningin finna vit hjá skaldinum Karsten Hoydal (1912-1990) andans brøttu bjargaleiðir í yrkingini »Barnið, bergið og blómurnar«:
Vilt tú finna blómurnar, eingin annar eigur,
gakk so djarvur huga tíns brøttu bjargaleiðir.
Sortugrøs og hjálpirót út av torvu hanga –
fagrast eru blómurnar har ringast er at ganga.
Inni djúpt í gjáarskýmd – har dagur valla røkkur –
standa og hótta í hálvalýsing trøllakampabløðkur.
Óttast ikki deymin har ið fúnað er og modnað,
óttast ikki tostan har, ið hvør er keldan tornað.
Óttast ikki hæddina har hálkaður er klettur,
lat ei øra fyri tær – at tú oman dettur.
Klívur tú og klintrast tú – allar leiðir finnur –
upp og niður inn og út størri fong tú vinnur.
Kanska nøgd av blómum tá – fært tú saman strevað –
nógvar ferðir fagrari enn nakar kann tær geva.
Barn mítt, mangur undan tær søkti sama lendið,
mangur, mangur undan tær sum armur aftur vendi.
Um blómur tú vilt vinna eingin annar eigur,
mást tú klúgva huga tíns brøttu bjargaleiðir.
Og Jákup Dahl heldur fram:
»Sum kristin eiga vit heimstað og innivist ikki bert í einum býli og í eini tjaldbúð í onkrum jarðaríkis dali, men í ‘hinum himmalska Jerusalem’, og ein Guðs eingil kann hjálpa og leiða okkum niðan á fjallið, so at vit haðan fáa at síggja henda staðin, eins og hann gjørdi við hin gamla lærusveinin Jóhannes, soleiðis sum hann sigur frá: »Og eingilin flutti meg í anda niðan á stórt og høgt fjall, og hann vísti mær staðin heilaga, Jerusalem, sum steig niður av himni frá Guði, og hevði dýrd Guðs« (Opinb. 21,10).«
Og latum okkum altíð minnast, at »Jerusalem, sum er fyri oman, er fræls, og hon er móðir okkara« (Gal. 4,26).
Vit eiga ofta at koma á fund við móður okkara og dvølja hjá henni.
Hásæti Pæturs ápostuls
Pætursmessa ella Pætursstólur verður fyrsti várdagur 22. februar eisini nevndur. Hetta sipar til halgisøguna um, at í tí kirkju í Antiokiu, har ápostulin gjørdist biskupur, varð sett honum eitt hásæti, so at øll kundu hoyra hann og síggja hann.
Eftir sjey ár í Antiokiu, fór Pætur til Róm, og hásætið ella stólurin fylgdi honum. Pætur gjørdist fyrsti pávin. Pávarnir siga seg vera eftirmann hansara og sita í ‘Pæturs stóli’. Á stólinum stendur skrivað: ‘Ubi Petrus, ibi ecclesia’ – har sum Pætur er, har er kirkjan.
Søgan um sankta Pætur, sum stendur við himmiríkis dyr og letur upp og aftur, er komin í av evangelisku frásøgnini í Matt. 16,19: »Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.«
Pætur verður tí vanliga avmyndaður við lykli í hendi. T.d. sæst hann á einum av kirkjubøstólunum við hesum lykli. Íslendingar nevna hann Lyklapétur.
Pætur er eftir grikska orðinum ‘petros’, sum merkir klettur.
Fyrsti várdagur verður í Føroyum roknaður sum ‘várvinnutíð’. Nógv varð tí spátt um veðrið á hesum degi; m.a. varð sagt, at drap úr takskegginum pætursmessudag, skuldi várið verða gott, men reyk hvørt holið fult, skuldi verða kalt.
Onnur tíðindi