Var Tróndur kristin, áðrenn Sigmundur kristnaði hann?
At skriva ta veruligu, sonnu søguna ber ikki til. Tað fara altíð at vera fleiri sjónarhorn; og søgan er altíð ymisk, alt eftir, úr hvørjum sjónarhorni hon verður sæð. Tann viðurkenda søgan er ein, men aftan fyri hana er ein vevnaður av ymiskum søgugongdum, sum av og á fáa høvi at stinga høvdið uppundan fyri so aftur at hvørva í tíðarinnar gloymskuhav. At lýsa, hvør Tróndur var, krevur nógva tíð og gransking. Hetta lítla íkastið er bara nakrar stuttar hugleiðingar, har roynt verður at nýta onnur sjónarhorn enn tey vanligu.
Føroyingasøga
Meðan Tróndur ráddi í Føroyum og hevði býtt ognirnar millum sín og Øssur Havgrímsson, var Sigmundur Brestisson í tænastu hjá Hákuni Jalli í Noregi. Einaferð spyr Hákun Jallur Sigmund, hvørja trúgv hann hevur. “Eg trúgvi á mátt mín og megin,” svarar Sigmundur.
Soleiðis verður greitt frá í Føroyingasøgu. Og hóast nógv í henni ikki er søguliga álítandi, so kundi hetta verið ein ábending um, at Sigmundur ikki setti sítt álit á gomlu gudarnar, sum norðbúgvar áður høvdu hildið seg til.
Nøkur ár seinni sendir Ólavur Trygvason, Noregs kongur, boð eftir Sigmundi. Hann lærir hann kristna læru, sum Sigmundur tekur við og verður doyptur. Kongur leggur á Sigmund at fara vestur í hav at kristna føroyingar, og afturfyri skuldi hann fáa valdið í oyggjunum.
Fyrstu ferð, Sigmundur ber fram boðskap sín á tingi, sýta bøndurnir, við Tróndi á odda, fyri at taka við nýggjari trúgv. Várið eftir fer Sigmundur við monnum sínum alvápnaður til Gøtu, har hann gevur Tróndi tvinnar kostir í at velja: at taka við nýggju trúnni ella verða hálshøgdur. Tróndur og húsfólk hansara verða tá doypt; og “Sigmundur fór tá um allar Føroyar og gav ikki uppat, fyrr enn alt fólkið var kristnað.” Hetta bar í sær, at føroyingar komu undir valdið hjá Noregs kongi og rómversku kirkjuni og skuldu lata teimum skatt.
Tróndar kredda
Vanliga fatanin er, at fólk í Føroyum – eins og í Norðurlondum annars – vóru heidningar og hildu seg til gomlu ásatrúnna, líka til tey um túsundáraskiftið vórðu kristnað av prestum og munkum, ið vórðu sendir út av rómversku kirkjuni. Haraldur Blátonn í Danmark, Ólavur Heilagi í Noregi og Sigmundur Brestisson í Føroyum fingu heiðurin av at hava kristnað fólkið.
Men mundi tað nú vera so einfalt?
Sagt verður frá, at Tróndur í Gøtu fostraði upp mangar dreingir. Tað vil siga, at hann lærdi teir tað, sum dreingir av høvdingaætt tá á døgum áttu at duga. Sigmundur, sonur Leiv Øssurson og Tóru Sigmundardóttir, var eisini “í skúla” hjá Tróndi. Føroyingasøga veit at siga, at einaferð komu foreldrini á vitjan, og Tóra spyr sonin, hvat hann hevur lært, eisini av heilagum lestri. Hann sigur henni pater noster (Faðirvár) og kredduna (trúðarjáttan). Tróndar kredda var soljóðandi:
“Gangi eg ei eina út,
fýra mær fylgja,
fimm Guds einglar;
beri eg bøn fyri mær,
bøn fyri Krist,
syngi eg sálmar sjey;
síggi Gud yvir luta mín!”
Tóra spyr, hvat hetta er fyri nakað, og Tróndur svarar: “Kristus átti tólv lærisveinar ella fleiri, og kundi hvør teirra sína kreddu; nú havi eg mína kreddu, men tú hana, ið tú hevur lært, og kreddurnar eru mangar og kunnu vera rættar, um tær ikki eru eins ljóðandi.”
Kann hetta kanska skiljast sum ein ábending um, at Tróndur hevði eina øðrvísi kristnitrúgv enn ta, sum Sigmundur og hansara menn komu við? Til tess at nærkast einum svari, fara vit at hyggja eitt sindur at elstu kirkjusøguni, fyri seinni at venda aftur til Trónd og hansara kreddu.
Lærur og ranglærur (Heimild 5 og 9)
Tá ið tey fyrstu kristnu fóru út at boða kristniboðskapin, høvdu tey ikki nógv av niðurskrivaðari læru at halda seg til. Smáir bólkar av kristnum ferðaðust kring londini og vórðu ofta forfylgd fyri trúgv sína. Áðrenn Nýggja Testamentið í 367 fekk sítt endaliga skap, og áðrenn kristna trúgvin í 393 gjørdist statstrúgv í rómverska ríkinum, vóru longu ymsar greinar av kristindómi. Í 4. og 5. øld vóru hildnir kirkjufundir, har tær, ið ikki hildu seg til “røttu” læruna, vórðu sáldaðar frá.
Arianisman
Ein sonevnd ranglæra, ið fekk stóran týdning í Eystur- og Norðurevropa, var arianisman, eftir Arius (250-326). Hesi høvdu eina øðrvísi fatan av tríeindini, við tað at tey ikki kundu sameina trúnna á ein Gud við, at Kristus var sannur Gud og satt menniskja. Tey trúðu á uppreisnina og á, at Kristus hevði vunnið á deyðanum, tó ikki, at hann var eitt við Gud, men skapaður av Gudi, áðrenn nakað annað var skapað.
Í teimum stóru fólkaflytingunum í Evropa í 2.-5. øld komu fólkabólkar úr Norðurlondum, m.a. gotarnir, í samband við arianska kristindómin. Ein tann kendasti var Theodorik hin Stóri (uml. 456-526), ið vit her á landi kenna úr kvæðunum sum kong Tidrik av Beren (= Verona). Hann var arianskur kristin og legði m.a. partar av Italia undir seg, tá rómverska ríkið fall. Sum arianari var hann fyri trúarfrælsi.
Tey ariansku kristnu løgdu dent á at nýta móðurmálið í trúarhøpi; og tann fyrsta bíbliutýðingin til eitt germanskt mál varð gjørd av arianska bispinum Wulfila (uml. 313-383).
Tann arianski kristindómurin kom eisini norðureftir, har hann møtti gomlu ásatrúnni. Nógv er, sum bendir á, at ásatrúgvin og tann arianski kristindómurin í eitt longri tíðarskeið hava livað lið um lið í sunnaru pørtunum av Norðurlondum, har tað serliga vóru tey múgvandi, ið tóku við nýggju trúnni, meðan fólkið enn helt seg til ásatrúnna. Dømi eru um kristnar gravir í Suðurnoregi so tíðliga sum í 7. og 8. øld. Meðan katólska kirkjan legði dent á tann líðandi Kristus og hevði krossin sum sína ímynd, so løgdu tey arianskt kristnu dent á tann sigrandi Kristus; og ímynd teirra var ofta Dánjal í ljónshellinum. Slíkar myndir av einum manni, sum berjist við tvær leyvur, eru funnar í Norðurlondum stavandi frá um ár 500. Mong onnur spor eru at finna, men tað verður ov drúgt at viðgera tey her. (Heimild 5 og 10)
Katólska kirkjan berjist móti trúarvillingum
Á kirkjufundinum í Nikea í 325 varð tann læran um tríeindina, sum vit nú á døgum kenna, samtykt at vera tann einasta rætta fatanin av kristnitrúnni, og katólska kirkjan fór í hernað móti øllum øðrum. Fyri at verða tald sum kristin, skuldi verða tikið undir við teirri trúarjáttan, ið segði, at Faðirin, Sonurin og Andin eru eitt. Bardagin móti trúarvillingum, harundir teimum ariansku kristnu, var harður og blóðigur og vardi í fleiri hundrað ár. Katólska kirkjan royndi at útrudda øll spor eftir ranglærum, m.a. við at halda fast við, at katólskir munkar og trúboðarar í 7.-10. øld umvendu heidningar í Norðurevropa – hóast ein stórur partur av hesum fólkum vóru kristin frammanundan, tó ikki rómversk-kristin. Eitt nú spyr Bonifacius (680-754), Týsklands apostul, í brævi til pávan, hvat hann skal gera við hesi, sum doypa í navni Faðirins og Sonarins, men ikki Heilaga Andans.
Írsk-keltiskur kristindómur (Heimild 5 og 6)
Ikki bara fyri eystan vóru greinar av kristindóminum, ið vóru leysar av rómversku kirkjuni. Søgnin sigur, at kristin fólk vóru í Írlandi longu í teirri fyrstu øldini eftir Krist, og sambært søguligum keldum hevur kristna trúgvin verið kend í bretsku oyggjunum longu fyrst í 3. øld.
Tann keltiski kristindómurin er øðrvísi enn tann katólski, tó ikki so nógv, at hann varð niðurbardur eins og ranglærurnar sunnan- og eystanfyri. Tað týdningarmesta, fatanin av tríeindini, er tann sama. Sagt verður, at tá ið St. Patrick, Írlands apostul, um ár 432 skuldi greiða landsmonnum sínum frá tríeindini, valdi hann eina mynd úr náttúruni; hann tók eitt smærublað til tess at vísa, at Andin, Faðirin og Sonurin eru eitt. Hiðani stavar ímyndin av írsku smæruni.
Tað eru einstøk fyribrigdi í keltiska kristindóminum, sum vísa, at hann hevur røtur, ið eru eldri enn rómverska kirkjan. Eitt nú, hvussu páskirnar verða roknaðar. Tann vanliga útrokningin er, at páskadagur er fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Men her segði keltiska kirkjan, at um fyrsti fullmáni eftir várjavndøgur var ein sunnudag, so var hetta páskadagur. Hesin háttur at rokna páskirnar stavaði frá jødiska mánakalendaranum. Eins og í egyptisku fornkirkjuni fóru tey keltisku kristnu einans til altarborðið leygardag og sunnudag; og einstakir írskir munkar dugdu væl grikskt. Ilt er at siga, júst hvussu hetta sambandið var komið í lag; men nevnast kann, at fólkabólkurin galatar, sum Paulus skrivaði galatarabrævið til, var av galliskt-keltiskum uppruna.
Einstakir siðir vóru øðrvísi í keltisku kirkjuni. Eitt nú varð doypt í rennandi vatni; og munkarnir vóru ikki krúnrakaðir eins og teir katólsku, men rakaðir fremst á høvdinum, frá oyra til oyra. Í kleystrunum vóru bæði munkar og nunnur; og prestar og bispar høvdu loyvi at giftast og fáa børn. Kvinnur høvdu sama rætt sum menn til at læra at lesa og annan lærdóm, og tær vóru høgt í metum. Meðan katólska kirkjan bygdi sín uppruna á Pætur ápostul, hann, ið hevði himinsins lyklar, og varð nevnd petrinsk, so nevndi keltiska kirkjan sín kristindóm johannitiskan, byggjandi á Jóhannes ápostul.
Tað mest áhugaverda við tí keltiska kristindóminum eru tó ikki smámunir í útsjónd. Undan kristindóminum var tann sonevnda druidu-læran ráðandi í keltiska økinum, og burtur úr møtinum teirra millum varð til ein kristindómur, ið á nógvum økjum var øðrvísi enn tann, sum seinni sigraði. Drúgt orðaskifti og nógvir fundir vórðu hildnir millum hesar báðar kirkjur, og ikki fyrr enn í 1172 hevði katólska kirkjan endaliga vunnið á tí keltisku.
Er menniskjað upprunaliga ónt ella gott?
Ein tann kendasti bretski kristni lærdi var Pelagius Britto (uml. 360-430). Hann ferðaðist til Rom og tók lut í orðaskiftinum har. Í fyrstuni varð hann høgt virdur, men seinni møtti hann stórari mótstøðu, serliga frá kirkjufaðirinum Augustin. Týdningarmesta ósemjan teirra millum var, at Pelagius ikki góðtók læruna um arvasyndina: “Alt gott og alt ónt ... verður gjørt av okkum, tað er ikki føtt við okkum. Vit eru ikki fødd fullment, men við evnum til gott og ónt. ... Áðrenn okkara egna, persónliga vilja-virksemi byrjar, er einki annað í menniskjanum enn tað, sum Gud hevur lagt niður í tað.” Nýfødd børn, eisini tey ódoyptu, vóru uttan synd. Pelagius – og við honum keltiska kirkjan – góðtók heldur ikki katólsku predestinatións¬læruna (lagnulæruna, at summi eru vald út til frelsu og onnur til glatan). Fatan hansara av frælsa vilja menniskjans er í samsvari við nútíðarinnar: At Gud hevur skapað menniskjað við ávísum møguleikum og evnum, men at hvør einstøk menniskja hevur sín egna vilja at velja, hvussu hon nýtir tey.
Í 418 dømdi katólska kirkjan Pelagius og viðhaldsfólk hansara sum trúarvillingar, og teir máttu flýggja.
Náttúrufatanin í keltiskum kristindómi
Tað, sum serliga eyðkennir keltiskan kristindóm mótvegis øðrum kristnifatanum, er áskoðanin á náttúruna. Náttúran, Gud og skaparaverkið eru ein eind. Tey keltisku kristnu sóu og møttu Gudi í náttúruni, og tey virdu alt í náttúruni, frá minsta kykti líka til stjørnur og sól, sum úttrykk fyri Gudi. Hetta skal tó ikki skiljast sum ein náttúrureligión (panteisma), har ikki verður gjørdur munur á skapara og skaparaverki, men heldur sum ein guds- og náttúrufatan, har Gud samstundis er uttan fyri og áðrenn skaparaverkið (transcendens) og tann, sum “skínur ígjøgnum” og uppiheldur skapanarverkinum (immanens). Í keltiskum kristindómi ráddi ikki sama andsøgn millum tað himmalska og tað jarðiska, anda og materiu, sál og likam, sum gjørdi seg galdandi í kristindóminum annars.
Kærleikin til náttúruna kemur týðiliga til sjóndar í keltiskum skaldskapi:
“GUD Í ØLLUM
Hann blæsur anda sín inn í alt,
Hann gevur lív,
Hann sær út yvir alt,
Hann ber øllum uppi,
Hann letur sólarljósið lýsa,
Hann gevur okkum náttarljós,
Hann hevur latið keldur spretta í turrum landi.
Hann er himinsins og jarðarinnar Gud,
havsins og áanna,
sólarinnar, mánans og stjarnanna,
Gud høga fjalla og djúpa dala,
Gud yvir himlinum,
í himlinum
og undir himlinum.” (St. Patrick)
Eins og Gud er til staðar alla staðni í náttúruni, so er Hann eisini til staðar hjá og í hvørjum einstøkum menniskja – í allar ættir:
“Gud framman fyri meg,
Gud aftan fyri meg,
Gud yvir mær,
Gud undir mær.
Eg eri á veg til Guds
og Gud er á veg til mín.” (Bøn úr Carmina Gadelica)
Fatanin, at Gud bæði er yvir og í øllum, forðaði ikki á nakran hátt fyri náttúrugransking, tvørturímóti:
“Vilt tú skilja Skaparan,
royn tá at skilja teir skaptu lutirnar.” (St. Colomba)
Teir keltisk-kristnu lærdu skrivaðu um heimspeki og um sína fatan av Gudi, náttúruni og menniskjanum; og teir stóðu einki aftan fyri tað, sum teir lærdu í øðrum kirkjum skrivaðu. Umframt Pelagius Britto kunnu t.d. nevnast St. Columba (543-615) og John Scotus Eriugena (uml. 810-870).
Tá ið keltiskt-kristnir munkar fóru út við síni kristniboðan, vóru vanliga 12 í fylgi; og teirra millum vóru altíð handverkarar og onnur, sum kundu læra fólkið á staðnum, teir komu til, tað, teimum tørvaði at læra – ikki bara andaliga, men eisini handaliga. Menniskjafatanin í keltisku kirkjuni gav ikki rúm fyri at umvenda við tvingsli, við tað at hon bygdi á tolsemi og virðing fyri einstaka menniskjanum.
Lagnan hjá írsk-keltisku kirkjuni
Tann keltiska kirkjan var ein sjálvstøðug kirkja; hon var ikki undir pávastólinum. Tá ið tann rómversk-katólska kirkjan við sínum prestum og trúboðarum kom til bretsku oyggjarnar, royndi hon leggja kirkjuna har undir seg. Har vórðu hildnir nógvir fundir um trúarmál, og nógv varð skrivað aftur og fram. Hóttanir og valdsnýtsla vóru ikki fremmand í katólsku kirkjuni, sum ikki góðtók hesa øðrvísi læru og siðir; og at enda mátti keltiska kirkjan lúta – í Onglandi um ár 700, seinni norðanfyri, og í Írlandi so seint sum í 1172.
Vert er at leggja til merkis, at har, sum katólska kirkjan vann fram, noyddi hon fólkið at lata seg doypa til “ta røttu trúnna” – eisini, hóast tey frammanundan vóru doypt í keltisku kirkjuni.
Norðbúgvar og írsk-keltiskur kristindómur (Heimild 5)
Sum kunnugt var nógv og tætt samband millum norðbúgvar í Danmark og Noregi og fólkið á bretsku oyggjunum; og einki er at ivast í, at norðbúgvar hava havt kunnleika til keltiska kristindómin. Bæði í funnum fornlutum og í skaldskapi eru nógv spor av keltiskum kristindómi at finna í Norðurlondum. Søgufrøðin hevur ofta sæð slíkar fornlutir sum nakað, ið er rænt ella keypt, og ávirkanina á skaldskapin sum nakað, ið er “sett inn”, eftir at norðbúgvar tóku við kristnari – rómversk-katólskari – trúgv. Men støðugt fleiri granskarar vilja vera við, at talan heldur er um, at ásatrúgvin og kristindómur hava livað lið um lið í langa tíð; og meðan tann arianski kristindómurin var at finna millum tey múgvandi, so festi tann keltiski kristindómurin røtur í vanliga fólkinum. Talan verður tá ikki um kristna enduryrking av heidnum skaldskapi, men at tey, ið yrktu ella søgdu frá søgum, longu vóru kristin – ella ið hvussu er høvdu góðan kunnleika til kristindóm. Sum dømi kann nevnast kenda Beowulf-kvæðið, ið viðger hendingar í Danmark umleið ár 300. Tað verður hildið at vera yrkt um ár 500 og er skrivað niður í Onglandi um ár 700. Hildið hevur verið, at kristna íkastið til hetta kvæðið er sett inn, tá ið tað var niðurskrivað, men tað kann eins væl hava verið við í upprunaliga kvæðnum; málsliga sær tað ið hvussu er soleiðis út, sambært teimum, ið hava granskað tað.
Tað eru eisini granskarar, sum vilja vera við, at einstakir norðbúgvar beinleiðis vóru útbúnir í teimum keltiskt-kristnu kleysturskúlunum.
Fyrstu búsetingar í Føroyum
Vanliga søgufatanin hevur verið, at tey fyrstu, sum búsettu seg í Føroyum, vóru írskir munkar, ið komu um ár 600-650, meðan nýggjasta fornfrøðiliga granskingin bendir á, at fólk hava búð her longu í 4. øld. Írin Dicuil skrivaði um írskar munkar, ið høvdu tikið búgv í Føroyum. Tað elsta í einum máli eru staðarnøvnini, og fleiri írsk staðanøvn eru í Føroyum, eitt nú Mykines og Dímun. Somuleiðis eru einstøk orð, serliga viðvíkjandi landbúnaði, av írskum uppruna, t.d. tarvur, dunna og ærgi. Søgnin sigur, at írski munkurin St. Brendan sigldi til Føroya longu um ár 600, og at Brandansvík í Kirkjubø er kallað upp eftir honum. Sambært Føroyingasøgu var fyrsti maður, sum setti búgv í Føroyum, Grímur Kamban, og er hetta eitt keltiskt navn.
Dicuil skrivar, at seinni komu norðbúgvar til Føroya, og at munkarnir tá máttu rýma. Fatan okkara av einum “munki” er uttan iva tann rómversk-katólski munkurin í sínum einsemi ella avskildraða kleysturlívi. Men sum áður nevnt var tann írsk-keltiska munkaskipanin ein heilt onnur, og tað er ikki óhugsandi, at familjur hava verið í fylgi við írsku munkunum.
Fornminni
Fornminni úr útgrevstrum í Føroyum vísa eina mest til somu mentan, sum var í Noregi og hinum Norðurlondunum. Einki er at ivast í, at norðbúgvar vóru millum fyrstu niðursetumenn her á landi. Tó eru dømi um handverk og um máta at velta, sum benda á eitt samband vestureftir. Eisini eru funnir einstakir fornlutir, sum greitt vísa á samband við írsk-keltiska mentan. Fyrst og fremst eru tað ringkrossarnir, sum m.a. eru at finna á steinum, sum vórðu funnir í Skúvoy. Ringkrossurin, eisini nevndur tann keltiski krossurin, varð nýttur í øllum økinum, har írsk-keltiskur kristindómur var at finna – eisini í Norðurlondum. Á Tróndarseminarinum í Gøtu 15. juli 2008 vísti írski fornfrøðingurin John Sheehan tó á, at tað serliga slagið av ringkrossum, sum er funnið í Skúvoy, harumframt einans er funnið á írsku oyggjunum. Á sama seminari greiddi Jónsvein Bech, prestur, frá ymiskum siðum, sum hava livað í Føroyum líka upp at okkara døgum, har eingin ivi kann vera um írsk-keltiska upprunan; eitt nú at halda Pátriksmessu (17. mars) sum halgidag.
Í bóklingi sínum “I korsets tegn” vísir Steffen Stumman Hansen, fornfrøðingur, á, at trækrossarnir, sum vórðu funnir undir útgrevstrinum av víkingatíðargarðinum á Toftanesi í Leirvík, hava sama snið sum írskir krossar. Lutir úr hesum útgrevstri eru tíðarfestir til millum ár 860 og 970 og sostatt langt frammanundan, at Sigmundur skuldi hava kristnað Føroyar. Við støði í hesi og aðrari gransking kemur Steffen Stumman Hansen til hesa niðurstøðu: “Nógv er, sum bendir á, at føroyingar vóru kristnir, tá ið Føroyar vórðu bygdar, og at tann elsti kristindómurin í Føroyum hevur uppruna sín í Írlandi heldur enn Skandinavia.” (bls. 24)
Eisini kann nevnast, at tað fleiristaðni í fornfrøðiligum frásøgnum verður greitt frá, at ein serlig útsjónd á kirkjugørðum, hvørs leivdir eru funnar einstakar ferðir í Føroyum, harumframt einans eru at finna í Grønlandi, Hetlandi og øðrum bretskum oyggjum og í Írlandi. Ikki í Norðurlondum annars.
Ílegukanningar (Heimild 11)
Fornfrøðin og málfrøðin hava leingi víst á samband føroyinga við írsku mentanina. Nú er so ein kanningarháttur afturat: Ílegukanningar. Við at kanna arvatilfarið í ílegunum, DNA, sum alt livandi arvar frá ættfedrum sínum og ber víðari til avkom sítt, ber til at vísa á, hvørji menniskju eru í ætt hvørt við annað. Mátin, sum arvatilfarið verður borið víðari til næsta ættarlið, ger, at tað ber til at skilja millum ta kvinnuligu og ta mannligu arvalinjuna. Ílegukanningar av føroyingum vísa, at næstan allir teir fyrstu menninir her á landi, sum gjørdust ættfedrar føroyinga, vóru í ætt við norðbúgvar, meðan næstan allar tær fyrstu kvinnurnar her á landi, sum gjørdust ættmøður føroyinga, vóru í ætt við fólkið fyri vestan. Føroyingar stava sostatt í kalllegg frá norðbúgvum og í kvennlegg frá írum/keltum.
Hvussu tað ber til, kann neyvan sigast við vissu, men tað gevur ið hvussu er eina greiða ábending um, at tætt samband hevur verið við keltisku mentanina fyri sunnan – og har vóru tey kristin um tað mundið, tá ið Føroyar vórðu bygdar. Hóast mál og mentan føroyinga annars varð norðurlendsk, og vit hava staðarnøvn, sum vísa til ásatrúnna, so er einki at ivast í, at keltisk-kristin trúgv hevur verið til í oyggjunum frá fyrstan tíð. Tann skrivaða søgan er altíð søgan hjá teimum ráðandi, vanliga av kallkyni, so hóast konur og helst eisini trælir hava verið av keltiskum uppruna, er ikki at undrast á, at tað ikki sæst aftur í søguni.
Ein onnur orsøk til, at lítið sæst til írsk-keltisk spor í føroyskari søgu, kann vera, at rómversk-katólska kirkjan her eins og aðrastaðni gjørdi alt, hon var ment, at strika øll tekin um aðra kristintrúgv. Og bar tað ikki til at nokta fyri, at onnur kristintrúgv hevði verið til, so vóru leivdirnar av henni broyttar, so tær samsvaraðu við katólsku trúnna. Sum dømi kann nevnast, at tá ið St. Brendan verður avmyndaður, eitt nú á einum av kirkjubøstólunum (vangi P), so er hann krúnurakaður eins og rómversk-katólskur munkur, hóast hann var írskur munkur og tí í veruleikanum var rakaður við fremsta parti av høvdinum berum, frá oyra til oyra.
Tróndar kredda
Gamlar írsk-keltiskar bønir, sum vóru at finna í Suðuroyggjum (Hebridunum) so seint sum í 19. øld, nevna ofta 4-5 halgimenni, sum skulu fylgja og hjálpa tí, sum biður – eins og í Tróndar kreddu: “Fýra mær fylgja, fimm Guds einglar.” Eisini innihaldið og bygnaðurin á Tróndar kreddu annars minnir nógv um tær keltiskt-kristnu bønirnar og yrkingarnar. Har verður stórur dentur lagdur á, at Gud altíð er nærverandi við síni verju og umsorgan – ikki fjarur og dømandi. “Gangi eg ei eina út, .... síggi Gud yvir luta mín!” Vendingin “beri eg bøn fyri mær” minnir um innskriftirnar á keltiskt-kristnum gravsteinum, har tað ofta er talan um endurtøku: Navnið – biður fyri – navnið.
At verða útborin í heyg
Sagt verður í Føroyingasøgu, at tá ið faðir Tróndar, Torbjørn Gøtuskeggi, andaðist, “var hann so útborin í heyg eftir fornum siði, tí at tá vóru allar Føroyar heidnar.” Rætt er tað, at jarðarferð í heyg ikki var kristin siður. Men sum áður nevnt eru í Norðurlondum funnir nógvir heygar, sum týðiliga eru kristnar gravir. Rómversk-katólsk kristin kundu ikki verða jarðað í heyg, men tað hendi meira enn so, at ariansk ella keltisk kristin vórðu jarðað í heyg. Hóast Føroyingasøga kann hava rætt í, at Torbjørn Gøtuskeggi varð útborin í heyg, so er tað einki prógv fyri, at Tróndur var heidningur. Hinvegin eru ongar leivdir av gravheygum eftir ásatrúarsiði funnar í Føroyum, so tað er ivasamt, um Føroyingasøga í hesum føri er eftirfarandi.
Rómversk-katólska kirkjan kemur til Norðurlond
Samanborið við, nær rómversk-katólska kirkjan kom til Norðurevropa og bretsku oyggjarnar, er tað undrunarvert, at tað gekk so long tíð, áðrenn hendan kirkjan kom til Norðurlond. Summir søgugranskarar vilja vera við, at ein orsøk var, at teir ráðandi kongarnir í Norðurlondum ikki fyrr enn í 10. øld høvdu brúk fyri tí miðsavnandi mátti, sum rómversk-katólska kirkjan umboðaði.
Tað er í øllum førum greitt, at boðini um, at fólkið skuldi taka við aðrari trúgv, komu úr erva – frá kongum til høvdingar, og frá høvdingum til bøndur og húsfólk teirra. Líka so greitt er tað, at vanlig fólk ikki høvdu nakað í at velja enn at lata seg doypa, tá ið boðini komu.
Teir, sum skrivaðu søguna um, hvussu norðbúgvar vórðu “kristnaðir”, vóru rómversk-katólskir prestar ella munkar. Og í teirra hugaheimi vóru norðbúgvar heidningar, sum vórðu umvendir til rætta trúgv. Tann kristna trúgvin, sum nógv teirra frammanundan høvdu, ariansk ella keltisk, var í eygunum á søguskrivarunum tað sama sum heiðinskapur. Og endamálið við “umvendingini” var bara partvíst umsorgan fyri sálunum. Tað var í nógv størri mun ein spurningur um vald – og pening. Tí øll, sum høvdu tikið við rómversk-katólskari trúgv, skuldu eisini lata hesi kirkju skatt.
Tann gamla trúgvin, sum ein stórur partur av fólkinum, bæði her í Føroyum og í hinum Norðurlondunum, heldur vildi halda fast við, nýtist ikki at hava verið ásatrúgvin. Tað kann eins væl hava verið tann írsk-keltiska kristintrúgvin.
Danski rithøvundurin Mads Lidegaard (1925-2006) hevur granskað og skrivað nógv um, tá ið kristintrúgvin kom til Norðurlond; og hann kemur í bók síni “Hvad troede de på?” við einari púra greiðari niðurstøðu: “Teir flestu av útflytarunum til tær atlantisku oyggjarnar hava verið kristnir frá byrjan. Tá ið fólk í 2000 nógvastaðni hildu 1000-árið fyri kristnanini, var tað sostatt skeivt. Tað, sum kundi verða hildið, bæði í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, var 1000-árið fyri innsetingini av kongaligu katólsku kirkjuni, og tað er nakað heilt annað.” (bls. 189)
Hvør var Tróndur?
Spurningurin, sum varð settur at byrja við: Var Tróndur kristin, áðrenn Sigmundur kristnaði hann? kann sostatt verða svaraður - ja. Tað er rættiliga sannlíkt, at Tróndur hevur verið keltiskt-kristin, og at hann hevur stríðst av øllum alvi ímóti – ikki kristindóminum, men tí rómversk-katólsku kirkjuni, sum umframt at hava eina aðra læru eisini vildi leggja landið inn undir fyrst norskt og síðan páva-veldi. Hetta fór samstundis at taka valdið frá Tróndi og noyða hann at lata kongi og páva stórar upphæddir í skatti.
Tróndur sum gandakallur
Nú ber sjálvandi til at spyrja, hvussu hugsanin um, at Tróndur longu var kristin, samsvarar við Føroyingasøgu, har hon vil vera við, at Tróndur var ramur í gandi. Eitt nú, tá ið hann skuldi hava forðað skipunum hjá Sigmundi Brestissyni at sleppa til Noregs, ella tá ið hann í Sandvík skuldi hava manað Sigmund, Tór og Einar fram.
Her er vert at hava í huga, at søgan er skrivað av mótstøðufólki Tróndar, og tey høvdu ongan áhuga í at geva eina dámliga mynd av honum. Tróndur hevur uttan iva verið vitugur maður; sambært Føroyingasøgu sat hann við meginpartinum av valdinum í Føroyum í nógv ár, og hann var førur fyri at uppfostra høvdingasynir og læra teir alt, sum tá á døgum var hildið vera vert at duga.
Tað er als ikki óvanligt, at fólk, sum hava dugað ella vitað meira enn onnur, hava verið skuldsett fyri gand. Besta dømið um hetta er heksajakstranin í 15.-17. øld.
Hvussu hevði tað kunnað verið, um .......
Tað ber illa til at hugsa sær, at Tróndur einsamallur í Evropa skuldi havt kunnað staðið seg móti áganginum frá rómversk-katólsku kirkjuni. Hevði hann ikki verið noyddur at lútað fyri Sigmundi, høvdu aðrir tikið uppgávuna á seg.
Men eingin kann forða okkum í at royna eitt tankaspæl.
Hvussu hevði tað kunnað verið, um rómversk-katólska kirkjan ikki var komin at eiga helvtina av jørðini í Føroyum, og alt tað ríkidømið, sum í hundraðtals ár fór av landinum sum skattur, hevði verið verandi í landinum?
Keltiskur kristindómur nú á døgum
Tann klovningurin millum tað himmalska og tað jarðiska, millum anda og náttúru, sum fylgdi í kjalarvørrinum á sigrinum hjá tí rómversk-katólska kristindóminum (og sum trúbótin ikki broytti), hevur sett síni djúpu spor í alla okkara mentan. Fatanin av náttúruni sum nakað, ið menniskjan kann fara við, sum henni lystir, hevur fingið vanlukkuligar avleiðingar fyri jørðina og mannaættina.
Í leitanini eftir eini fatan, sum kann sameina anda og náttúru, vísind og átrúnað, kristindóm og virðing fyri náttúruni, eru mong farin at venda eygunum eftir tí keltiska kristindóminum. Hóast meira enn túsund ára gamal, so kann hann geva eitt týðandi íkast til tær hugsjónir, sum skulu til, tá ið nútíðar- og framtíðar menniskju skulu finna eina nýggja kós í sambandinum við náttúruna – uttan at missa kristindómin úr eygsjón. Tann keltiski kristindómurin hevur nógv at geva nútíðar menniskjum, bæði í síni heimspeki og ikki minst í sínum bønum, skaldskapi og halgisøgum.
Heimildir
1) Føroyingasøga. Umsett úr fornnørrønum eftir V.U.Hammershaimb. Blaðstarv,Tórshavn 1951
2) Hans Jacob Debes: Føroya Søga 1. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1990
3) Steffen Stumman Hansen: Toftanes – en vikingetidsgård i Leirvík. Sporamørk, Leirvík 2005
4) Steffen Stumman Hansen: I korsets tegn. Kristendommen i Leirvíks ældste historie.
Kirkjuráðið í Leirvík 2006
5) Mads Lidegaard: Hvad troede de på? Gyldendal, København 2004
6) Hans-Jørgen Høinæs: Middelalderens hjerte. C.A.Reitzels Forlag, København 2002
7) Olav Stokland: Av Norges indre historie. Dreyers Forlag, Oslo 1969
8) David Adam: Kelternes Visdom. Forlaget Hovedland, Højbjerg 2000
9) Erling Bjøl (red.): Verdens Historie, bd. 5: Romerriget, bd. 8: Europas Fødsel. Kbh. 1989-90
10) Thor Pundsnes: Keltiske høykors i Norge. Í Kyrkjehistorisk årbok for Bjørgvin bispedømme 2000-2003. Greinin er á www.keltiskfromhet.no
11) European Journal of Human Genetics, Apr. 2006
www.nature.com/ejhg/journal/v14/n4/full/5201578a.html
Elin Henriksen (2008)
Mynd: KVF