Valið 2018 – luttøkan 96,7%
Val hevur verið til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. Valskeiðið byrjar 1. apríl og varir í fýra ár. Freistin at lata atkvøðuseðlar inn var í kvøld hin 21. mars 2018 kl. 19.00.
383 kirkjuráðslimir og prestar høvdu valrætt. Tveir listar komu inn til bæði valini. Fýra persónar verða valdir í Próstadømisráðið at starva saman við dómpróstinum. Ein verður valdur í Føroya Stiftsstjórn at starva við einum almennum umboði og biskupi, ið er formaður í stiftsstjórnini.
Luttøkan var góð. 59 kirkjuráð av 61 greiddu atkvøðu. Tað svarar til eina luttøku uppá 96,7%
Próstadømisráðið
Vallisti 1
Edvin Joensen, Leirvík 32
Eileen J. Ejdesgaard, Fuglafjørður 10
Ísak Mikladal, Klaksvík 32
Leivur Højgaard, Saltangará 47
Marjun A. Olsen, Øravíkarlíð 58
Randi Niclasen, Miðvágur 21
Rasmus Hansen, Leirvík 6
Listin 5
Vallisti 2
Bjarki Henriksen, Sandur 30
Elsa J. Høgenni, Tórshavn 12
Kathrina L. Holm, Tórshavn 33
Rósa Samuelsen, Sandavágur 13
Sólrun Gleðisheygg, Argir 10
Ulla Bærentsen, Vágur 25
Uni Danielsen, Hoyvík 35
Listin 0
Marjun A. Olsen, Leivur Højgaard, Uni Danielsen og Kathrina L. Holm eru vald í Próstadømisráðið.
FøroyaStiftsstjórn
Vallisti 1
Jens Jensen, Tjørnuvík 85
Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík 123
Tummas Lauritsen, Miðvágur 80
Listin 6
Vallisti 2
Marius Rein, Tórshavn 75
Listin 1
Jógvan Ravnsfjall er valdur í Stiftsstjórnina.
Valstýrið
Vit ynskja teim valdu tillukku við valinum. Samstundis takka vit teimum, ið ikki rukku í ráð ella stjórn, fyri luttøkuna og holla tænastu árini framman undan.
JF