Skriva út

Valið 2014 – luttøkan 93%

26.03.2014 Tíðindi
Valið 2014 – luttøkan 93%

Val hevur verið til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. Valskeiðið byrjar 1. apríl og varir í 4 ár. Freistin at lata atkvøðuseðlarnar inn var í kvøld hin 26. mars 2014 kl. 19,00.

Umleið 380 fólk, kirkjuráðslimir og prestar, hava valrætt. Tveir listar komu inn til bæði valini. 4 persónar verða valdir í Próstadømisráðið at starva saman við dómpróstinum. 1 persónur verður valdur í Stiftsstjórnina at starva saman við 1 almennum umboði og biskupi.

Luttøkan var framúr góð. 57 kirkjuráð av 61 greiddu atkvøðu. Tað svarar til eina luttøku uppá 93%.

Próstadømisráðið

Vallisti 1
Leivur Højgaard, Saltangará 42
Edvin Joensen, Leirvík 59
Ísak Mikladal, Klaksvík 49
Randi Niclasen, Miðvágur 45
Marjun Olsen, Øravíkarlíð 67
Listin 11

Vallisti 2
Uni Danielsen, Hoyvík 45
Eyðun Lisberg, Kvívík 13
Eilif Samuelsen, Tórshavn 18
Listin 05

Teir 4 fyrst valdu limirnir í Próstadømisráðnum eru: Marjun Olsen, Edvin Joensen, Ísak Mikladal og Uni Danielsen.

Føroya Stiftsstjórn

Vallisti I
Jens Jensen, Tjørnuvík 65
Tummas Lauritsen, Miðvágur 82
Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík 91
Listin 10

Vallisti II
Regin Ellingsgaard, Svínáir 51
Halgir Winther Poulsen, Hoyvík 51
Listin 02

Jógvan Ravnsfjall er valdur í Føroya Stiftsstjórn.

Valstýrið.

Vit ynskja teim valdu tillukku við valinum. Samstundis takka vit teimum, ið ikki rukku í ráð ella stjórn, fyri luttøkuna og holla tænastu árini framman undan.

JF