Skriva út

Vakurleikin skal frelsa heimin

20.05.2019 Tíðindi
Mynd Kór Gl.Kirkju.jpg

Prædika hildin í Glyvra kirkju 12. mai í sambandi við fimmti ára dagin hjá Kóri Glyvra kirkju av Meinhardi Bjartalíð.

”Vakurleikin skal frelsa heimin”. Hetta sigur mæti  russiski rithøvundurin, Dostojevskij, í einari av skaldsøgum sínum. Hann var rótfestur í russisk ortodoksu kirkjuni og kendi tignarligu gudstænastuna, sangin og vøkru ikonmyndirnar.

Haggai profetur, ið telist millum teir smáu profetarnar í Gamla testamenti, sigur Guds vegna: ”Mítt er silvurið, mítt er gullið”, og hann leggur afturat: ”Eg man fylla hetta hús við dýrd, sigur Harri herliðanna” (Hagg 2, 7-8).

Húsið, ið profeturin sipar til, er stórbæra templið í Jerúsalem, sum Sálomon kongur upprunaliga lat byggja, men sum var fyri vanlagnu, tá ið Nebukadnezar, kongur av Bábel í árinum 587 fyri føðing Krists tók landið og setti eld á templið. Nú skal templið endurreisast, og hetta seinna templið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra, sigur profeturin, og biður fólk sítt vera hugreyst og halda fram við verkinum.

Nú kann verða spurt: Hvat meinar profeturin við? Sambært Kongabókunum og Krýnikubókunum í Gamla testamenti verður eitt nú sipað til, umframt serstøku byggilistina, kerúbarnar báðar, javnstórar og við sama skapi, ið kongur hevði latið gjørt úr oljuviði í innhúsinum og lagt við gulli, og øll skurðverkini í templinum av kerúbum, pálmum og blómukransum, ið eisini vóru løgd við dýrum gulli, fortjaldið, ið var av bláum og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni, koparsúlurnar báðar, koparhavið, gullaltarið, gullljósastakarnar og gullskálirnar, og at av sandelviði hevði kongur latið smíðað søltur og hørpur teimum mongu og alkønu sangarunum til handar. Hartil komu sittara og lúðrar, lovsangir og takkarjóð, og soleiðis fylti dýrd Harrans henda hvíldarstað.

Tað er ein av evangelistunum í Nýggja testamenti, Jóhannes evangelistur, ið er kendur fyri vøkru og skaldabornu gudfrøði sína, ið hevur tikið hetta lítla, men tó ríka orðið ”dýrd” til sín, sum á hebráiskum málið verður rópt ”kabod” og á grikskum máli ”doxa”, og hann nýtir tað á sín egna hátt.

”Doxa”, ið merkir dýrdarljómi, ljós og vakurleiki, knýtir seg at Kristi. Evangelisturin sigur í tiltikna inngangsljóðinum til evangeliið sítt: ”Og orðið varð hold, og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika” (1,14).

Eftir at Kristus hevði gjørt vatn til vín í einum brúdleypi, verður sagt: ”Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína” (2,11)  Og tínæst lýsir Jóhannes evangelistur, ið eisini verður róptur kærleikans ápostul, Jesu krossdeyða og uppreisn páskamorgun mannaættini og alheiminum øllum at gagni, á henda hátt: ”Tímin er komin, tá ið menniskjusonurin skal vera dýrmettur” (12,23). Kristi gerningur, ið er sprottin úr Guds alfevnda kærleika til skapning sín, er sostatt ljós og vakurleiki, tí her er talan um nýskapan, ið veitir øllum lív og sælu. Undir gudstænastuni í eysturkirkjuni verður einastaðni sagt: ”Nú er alt ljósfylt, himin, jørð og deyðsríkið. Alt skapanarverkið fegnast um uppreisn Krists”.

Eftir at Gud hevði skapað himmal og jørð og menniskjað, krúnuna á skapanarverkinum, í egnu mynd síni, leit hann at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott og vakurt.

Alt byrjar í dýrd og alt endar í dýrd. Millum byrjanina og endan er hámarkið Kristus, ið verður dýrmettur. Tað er í Kristi og fullgjørda verkið hansara at Gud, skaparin og endurloysarin, førir skapanarverk sítt á mál. Vakrar og hugtakandi eru myndirnar av hesum í halgubók. Myndin av einum staði, ið hevur Guds dýrd. Í staðinum av reinum gulli er staðarmúrurin prýddur við alskyns gimsteinum. Grundarsteinarnir eru jaspis, safir, smaragd, krýsolit og ametýst. Her rennur á við lívsins vatni, skínandi sum krýstal, og mitt í staðinum stendur lívsins træ, hvørs bløð eru til lekidóms hjá fólkasløgunum. Hartil kemur hin nýggi songurin av stórum skara, ið er sum ljóð av mongum vøtnum (Opinb. 19,21f.). Gud er alt í øllum, og alheimurin er vorðin hvíldarstaður, bæði hjá mannaættini av øllum tjóðum og tungumálum, djórum, flogfenaði og vøkstri.

”Vakurleikin skal frelsa heimin”, sigur Dostojevskij. Vakurleikin er Kristus, ið Gud sendi í heimin, ”ikki til tess at døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum” (Joh 3,17).

”Vakurleikin skal frelsa heimin”. Tað er eisini í hesum ljósi at vit í dag hátíðarhalda fimmti ára dagin hjá Kóri Glyvra kirkju, ið varð stovnað í 1969. Hetta kór, ið hevur havt sum fremstu uppgáva sína at stuðla, menna og fjálga um sálmasangin innan kirkjugátt. Hartil koma teir mongu andaligu sangirnir, fosturlandssangirnir  og tey klassisku og ódeyðuligu verkini, ið her hava verið framførd, og fara at varðveita sín ljóma og vakurleika. Kórið framførdi 1976 partar úr Handels Messias, og árið eftir sungu tey eina Messu eftir Haydn.

Síðani 2004 hevur kórið lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini, og hevur brotið upp úr nýggjum her heima á klettum við at syngja Dávidssálmar í gomlum og reciterandi stíli í týðing Jákup Dahls. Kórið hevur stundum bjóðað til aftansang eftir enskari fyrimynd. Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eyga at nema sær kunnleika og fáa íblástur.

Fimmti ár eru liðin, síðani Carl Joensen, lærari og deknur úr Lamba, skrivaði í dagbók sína, hin 23. februar - 1. sunnudag í føstu 1969: ”Fingið varð í lag sangkór við kirkjuna við Símun Nónklett, Lamba, sum stjóra. Henda dag vóru tey fyrstu ferð og sungu í kirkjuni. Hetta hoyrdist eisini á sálmasonginum. Her var flog og fastleiki yvir honum. Sjálvi einsamøll sungu tey beint aftan á lestur: ”Faðir fylg mær henda dag””

Tillukku við Kóri Glyvra kirkju og blíðan byr.

Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir.
Amen.