Skriva út
Vaksandi limatal – 400 fleiri
15.02.2017 Tíðindi
Tað er ein frægd at staðfesta, at limatalið í Fólkakirkjuni er vaksandi. Sum vituligt er, verða vit skjótt fimmtitúsund borgarar í landinum. Vit fegnast um, at ein partur av fólkavøkstrinum sæst aftur í Fólkakirkjuni.
Annars er tann afturvendandi spurningurin, ið biskupur fær, hvat vit gera við tað fallandi limatalið, tí mangan verður sagt í stórari yvirskrift, at færri fólk sita á bríkunum í kirkjuni. Útsøgnin er ikki sonn, tí júst nú er limatalið í Fólkakirkjuni tað hægsta tey seinastu árini.
Limatalið hevur hesa gongd tey seinastu trý árini:
• 2013 – 39.466 fólk
• 2014 – 39.675 fólk
• 2015 – 39.879 fólk
Sostatt er limatalið í fólkakirkjuni vaksið við gott 400 fólkum tey seinastu trý árini. Ljós verður varpað á framgongdina sum mótspæl til ta útsøgn, ið mangan verður borin í miðlum um lækkandi limatal. Tvørturímóti, talið er vaksandi.
Tøl eru takksom og kunnu nýtast til mangt og hvat, tí satt er tað, at fólkakirkjan megnar ikki í nóg stóran mun og nóg væl at taka ímóti teimum “nýggju føroyingunum”. Tey, ið eru runnin av fremmandari rót og gerast føroyingar, hava aðra kirkjuliga bakgrund enn fólkakirkjan og viðhvørt annan átrúnað.
Tess vegna er limatalið í prosentum fallandi. Hetta er ein avbjóðing hjá Fólkakirkjuni, ið vit ikki til fulnar hava megnað.
Hinvegin fegnast vit um, at tann katólska kirkjan og fríkirkjunnar gera eitt gott arbeiði á hesum øki. Fyri Fólkakirkjuna hevur tað stóran týdning, at nýggir føroyingar kenna seg væl í kristnum kirkjum og samkomum og kunnu koma saman um Guðs orð í kristnum umhvørvi.
Fólkakirkjan er eitt serligt kirkjuligt fyribrigdi í Norðurlondum. Henda skipanin er ikki aðrastaðni. Tess vegna tykist okkara gudstænastuskipan fremmand fyri tilflytarar, ið koma t.d. úr Latínamerika, Asia ella Afrika.
Sammet við fólkatalið í landinum sær limatalið soleiðis út:
• 2013 – 81,9 %
• 2014 – 81,6 %
• 2015 – 81,1 %.
Gongdin er ikki óvæntað og júst hon, ið biskupur áður hevur greitt frá í miðlunum. Vónandi steðgar lækkingin í prosentum á umleið 80%. Nýtt rák, nýggjar tíðir og nýggj fólk.
Aðalmálið hjá Fólkakirkjuni er at vera ein góð og vælvirkandi kirkja fyri kirkjufólkið, og ein virðilig kirkja mótvegis øllum landsmonnum okkara. Svá er stevnan.
JF
Onnur tíðindi