Skriva út

Vágs Kirkja og Kirkjukórið Ljómur á 75 ára degnum

24.03.2014 Tíðindi
Vágs Kirkja og Kirkjukórið Ljómur á 75 ára degnum

Tala, sum Sirið Stenberg, umboð fyri Vágs Býráð og løtingskvinna, helt fyri Vágs kirkju og Kirkjukórinum Ljómi á 75 ára degnum. Vágs kirkja varð vígd 19. februar 1939 og Kirkjukórið Ljómur var stovnað um somu tíð .

Tað er mær ein heilt serstakur og serligur heiður at bera Vágs Kirkju og Kirkjukórinum Ljómi eina heilsu, og siga hjartaliga tillukku á 75 ára degnum. Eg kenni tað sum um ein av teimum, sum stendur mær allar nærmast skal heiðrast, og tí er heilsan kanska eisini truplast at bera fram, tí tað er soleiðis, tá ið man skal siga nakað um tað, ella tann, man er allarbest við.

Eg skal vegna Vágs kommunu ynskja Vágs kirkju, Kirkjukórinum Ljómi, kirkjufólkinum, øllum, sum á allan hátt vara av kirkjuni og kórinum, og eru góð við hesi bæði, hjartaliga tillukku. Skal eisini takka tykkum øllum so hjartaliga fyri tykkara týdningarmikla leiklut, bæði í lívinum hjá hvørjum einstøkum av okkum, og fyri okkum øll sum bygd, oyggj og tjóð.

Kirkjan hevur alstóran týdning í lívinum hjá øllum kirkjufólki. Onkursvegna sprettur alt higani, og onkursvegna endar alt her – ella byrjar av nýggjum er nokk rættast at siga. Í øllum teimum bestu, truplastu, svárastu, gleðiligastu og størstu løtum í lívinum leita vit okkum til kirkjuna, og til tað hon hevur at bera okkum. Vit byrja við at bera tey smáu til dópin, síðan konfirmera tey ungu, blíva vígd í kirkju og vóna at enda at vera borðin til jarðar úr okkara egnu fedranna kirkju.

Hesi týdningarmiklastu tíðarskeið í okkara lívi leita vit til kirkjuna, umframt í okkara vanliga gerandislívi, har kirkjan er ein berandi kraft, ein tryggleiki og uggi í einum mangan umskiftiligum lívi, har alheimsgerðin veruliga ger um seg.

Kirkjan í Vági hevur sína serstøku søgu, sum vit øll kenna. Bygningurin er prýðiligur og at líkna við ein katrdral. Viðurskiftini í sjálvari kirkjuni eru góð, gott ljóð, gott orgul, klaver o.s.fr. Og boðskapurin er góður. Men tá ið man hevur fylt 75 ár, er sjálvsagt at tørvurin hjá kirkjufólkinum er broyttur. Ikki skilt soleiðis at tørvurin á tí, sum verður boðað innan kirkjugátt er broyttur, um umstøðurnar hjá kirkjufólkinum kring kirkjuna eru seinastu árini broytt til, at fleiri og fleiri sosial og mentanarlig átøk eru á breddanum í nógvum kirkjum í dag, samantvinnað við tí andaliga. Í Vági eru ríkir møguleikar til so at siga at leggja afturat við bæði hølum og virksemi, og hetta vóna vit sum kirkjufólk at kunna síggja fram til.

Ein hátíðardag sum í dag er umráðandi at takka og heiðra øllum teimum, sum gjøgnum øll árini hava starvast og havt tilknýtið til kirkjuna. Uttan øll hesi mongu góðu fólkini, var onki. Tykkara gerningur er berandi.

Árið 1939 er serstakt í Føroya søgu. Fyri okkum her á staðnum við Vágs kirkju og Kirkjukórinum Ljómi, men eisini fyri alla tjóðina við tað, at føroyska málið í 1939 fekk fyrstu almennu viðurkenningina sum føroyskt kirkjumál. Her slóðaði kirkjan fyri við Jákupi Dahl, prósti, á odda, og var uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at føroyskt mál vann sær viðurkenning í skúla og almenninginum annars. Hetta fáa vit eina vælmeinta áminning um hvørjaferð vit fara í kirkju og síggja standmyndina av Jákupi Dahl uttan fyri kirkjuna. Hansara arbeiði og strev kunnu vit í dag øll njóta væl av.

Ofta haldi eg ikki, at vit geva okkum far um, hvussu stóran týdning kirkjan hevur í lívinum hjá okkum øllum. Og her hugsi eg ikki einans um kirkjubygningn, men um kirkjuna sjálva sum institutión.

Var stødd í Íslandi fyri fáum døgum síðan og bleiv víst runt í Altinginum. Har greiddu tey frá, at tey nýliga vóru farin burturfrá skrúðgongu úr Altinginum í kirkju á teirra tjóðardegi. Í Finnlandi fyri 3 árum síðan, tá ið eg var við Ljómi á norðurlendskum kirkjusangfestivali, byrjaði festivalurin við, at finsk skúlabørn sungu sálmar. Norsku umboðini greiddu okkum frá, at í Norra hevði hetta ikki kunna latið seg gjørt, tí kristni ikki var í skúlunum. Og kirkja og statur vóru atskild.

Vónandi halda vit fast við okkara máta at gera tingini í Føroyum. Her havi eg eina greiða fatan av, at kirkjan, og tað hon umboðar, er sjálvt virðisgrundarlagið undir samfelagnum øllum, og er gróðursett í fólkinum. Hetta verður kanska best víst, tá ið hvør løgtingsseta byrjar við at fara í kirkju. Í kirkjuni eru vit øll líka- óansæð hvat vit annars kunnu vera ósamd um. Kirkjan fevnir okkum øll, og vit eru øll kirkjan.

Vit hava valt okkum ein sálm sum tjóðsang, og vit hava morgunsang í flestu skúlum o.s.fr.
Kirkjukórið Ljómur, sum nú eisini er 75 ár, man vera eitt tað størsta aktiv kirkjan, bygdin og oyggin eigur. Frá kommunu skal eg heilsa tykkum øllum og takka fyri trúfesti gjøgnum øll hesi árini. Tað, tit leggja eftir tykkum í kirkjuni, kann ikki metast nóg høgt, eins og tað, sum tit ríkað við uttan kirkjugátt. Tit stuðla trúliga tiltøkum sum t.d á Grækarismessu, á flaggdegnum, til høgtíðir, á jóansøku, mentanartiltøk og hátíðardagar í bygdnini, umframt konsertirnar í kirkjuni, sum altíð eru tingnarligar. Tit halda traditiónir í hevd og eru á henda hátt eisini mentanarberar. Tit skapa trivnað. Tit umboða bygdina, oynna og kirkjuna á ein jaligan hátt, og knýta bond millum fólk, bygdir og lond.

Sjálva havi eg tað gleði at vera við í kórinum. Eg hvørki vil ella kann vera tað fyriuttan. Byrjaði sum smágenta í barnakórið hjá Karin og Niels, og kann ongantíð takka tykkum nokk fyri at at hava opnað hesa heilt fantastisku verð fyri mær. Í kórinum er gott vinalag, sangur og gleði í hásæti. Eins og tá ið vit eru í kirkjuni, so eru vit í kórinum saman hóast aðrar ymiskleikar- vit eru øll líka- onki skilur at- vit hava kirkjukórið í felag. Vit uppliva nógv og hava verið víða um lond. Vit royna at menna okkum, og vit royna at geva kirkjuni og kirkjufólkinum nakrar góðar upplivingar í kirkjuni.

Eisini er dagurin í dag eitt gott høvi at steðga á og takka øllum, sum hava tikið tøk í kórinum. Bæði sum sangarar, dirigentar og í nevnd og allir stuðlar. Tað er veruliga stórarbeiði aftanfyri- og tað skal til um nakað munagott skal spyrjast burturúr. Alt tað arbeiði, sum gjøgnum øll árini er lagt í kórarbeiðið, livir bert víðari tí at væl er sátt, og tí at gott hevur verið at kent hitan av hondum ið sleptu. Tað er sum eins og ein stafett, ið skal halda áfram, og tað krevur orku.

Kórið hevur nógv gott at arbeiða við. Neyvan hevur nakað land í heiminum so ríkan sang og sálmaskatt, sum vit. Í hesum verður okkara trúgv, okkara søga, okkara mál, náttúra og okkara lív lýst á vakrast hugsandi hátt. Kórið hevur eisini ríka søgu, sum partvís er savnað í bók. Nógv tilfar er til taks, og vónandi finnur onkur onkursvegna tíð til at savnað, og arbeiða við hesum.

So vil eg fegin takka fyri føðingardagsgávuna mikukvøldið 19. Februar, Jóannes Nolsøe og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar góvu okkum kirkjufólki. Konsertin var bæði rørandi, innilig og signað. Og takk fyri dagin í dag, og høvi at vera við.

Tað kundi verið so ómetaliga nógv gott at sagt afturat ein dag sum í dag, men eg fari at enda við enn einaferð at ynskja kirkjuni og kirkjukórinum Ljómi hjartaliga tillukku við degnum, og ynskja at Harrans signing í komandi tíðum við orðunum hjá Neptum, sum eru úr sálmi hann yrkti til 50 ára føðingardagin.

“Signi so Gud allan gerningin her

og so tey orð, sum her ljóða,

karmur um frið og semju tú ver

-háborgin fyri tí góða- “

Fari at enda at biðja Ullu Bjarkhamar, forkvinnu í kirkjuráðnum, og Arnfinn Thomasen koma upp her og taka ímóti eini gávu frá bygdafólkinum, og ynskja hjartaliga tillukku vegna allar vágbingar, takka fyri tað sum er farið, og ynskja blíðan byr.

Sirið Stenberg.