Skriva út

Vælkomin til Matiné í Havnar kirkju

31.07.2015 Tíðindi
Vælkomin til Matiné í Havnar kirkju

Nú Havnar kirkja er latin upp aftur, verður matiné við amerikanska urguleikaranum James Hicks leygardag.n 1. august kl. 11.30.

James Hicks er urguleikari úr USA og hevur spælt konsertir víð hvar í verðini og verið urguleikari í New jersey. Sum internationalur konsertleikari hevur hann serliga framført og varpa ljós á norðurlendskan urgutónleik. Hann hevur spælt inn fimm søvn av norðurlendskum tónleika fyri Amerikanska felagi Pro Organo við heitinum “Nordic Journey”. Allar fløgurnar vóru spældar inn á urgur í Svøríki. Á fløgunum eru bæði nýggjur tónleikur, frumframførslur og ókendur ella óútgivin tónleikur. Harafturat standard norðurlendsk meistaraverk.
Leygardagin spælir James danskan, føroyskan og svenskan urgutónleik.

Skrá

Allegro con fuoco Niels Gade (1817-1890)

Summer Fantasy Sven-Ingvart Mikkelsen (b. 1955)

Paraphrasa Jógvan Waagstein (1879 – 1949)

Intermezzo Pauli í Sandagerði (b. 1955)

Sum Vársól rísur yvir fold Jens Mortan Mortensen (1955)

Hagaljóð í mjørka Atli K. Petersen (b. 1963)

Tango Fredrik Sixten (b. 1962)

As You Are Nils Lindberg (b. 1932)

Toccata & Fugue on B-A-C-H Fredrik Sixten