Skriva út

Vælkomin summartíðin

21.06.2016 Tíðindi
Vælkomin summartíðin

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Vælkomin summartíðin
við sól um fjøll og fjørð!
Sjá blomsturskrýdda líðin
av signing Guðs væl grør;
tað, vetrarfonnin fjaldi,
Guð gav so góðan blund,
at styrknað tað upp nældi
á vársins lýggju stund.

Soleiðis tekur Mikkjal á Ryggi til í vakra sangi sínum »Vælkomin summartíðin«. Vit eru á ársins longsta degi. Komið er hægst á summarið. Alt stundar móti ljósi og búnast og ernast av tí. Og seinastu fimm vikurnar hava vit sanniliga verið vælsignað við sól og lýkku.

Í fornum trúarheimum hevur myrkrið altíð verið roknað sum hóttandi og syndrandi. Og við hesari uppfatan leggur Bíblian fyri í Fyrstu Mósebók: Myrkur valdaði yvir øllum, men Gud segði: Verið ljós! Ljósið er sostatt frá skapanarmorgni betri enn myrkrið.

Og tá ið vit tala um eitt menniskja við ljósum sinni, uppfata vit tað altíð sum nakað positivt mótvegis einum menniskja við døkkum sinni. Men tað, sum bindur og stongir, kann hava so mangar orsøkir. Tað kann vera okkurt, sum er uttan fyri okkum, og tað kann koma av onkrum, sum býr í okkum sjálvum – í sjálvari lívsgrundini.

Tað eru fyrstu orðini í Bíbliuni, Jóhannesar evangeliið hellir seg at, tá ið sagt verður, at í fyrstani var orðið og orðið var Gud – og í tí var ljós menniskjans.

Í Gudbrandskvæði letur sjóvarbóndin Jens Hendrik Djurhuus Ólav kong heilaga tala soleiðis við harðvunna heidningin Dala Gudbrand:

»… Myrkur býr í tínum hjarta,
tað er einki undur.

Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tá hans verki!
Lít tær mót eystri upp,
har kemur hans tænari sterki!«

Sólin rann úr eystri upp,
tók so fagurt at skína,
Gudbrandur vendi sær mót henni
við øllum monnum sínum.

Sólin og ljósgeislar hennara prógva mátt hins alvalda, hin sterki tænarin, ið boðar frá dýrd hansara og lívgar allan vøkstur.

Okkum dámar ikki myrkrið, men hvussu myrkt tað sær út, so eru tað ikki tey, sum banna myrkrið, ið hava viðgongd, men heldur tey, sum tendra ljós, hóast tað kann tykjast veikt.

Longsti dagur – 21. juni – verður nevndur »sólstøður«, tá ið sólin stendur hægst á luftini um middagin. Hetta eru summarsólstøður, vetrarsólstøður eru stytsta dag, 21. desember.
Tað er munur á degi og nátt – so stórur munur, at hann er vorðin eitt tiltak; m.a. um tveir persónar við ymiskum lyndisbrøgdum og atburði, hóast teir eru brøður – »teir eru so ólíkir sum dagur og nátt«. Annar blíður og fyrikomandi, hin lúnutur og frávísandi.

Tað er munur á ljósi og myrkri, á sumri og vetri. Hvussu ólíkt er ikki hitt stutta, blíða, yndisliga summardimmið ímóti hini longu, myrku, øgisligu og óunniligu vetrarnáttini.

Dagurin er vakur og yndisligur við sínum ljósi. Náttin er óhugnalig og hættislig við sínum myrkri.

Vit vita, hvussu stórur munur tað er á at ganga móti ljósinum, tá ið tað klárnar fyri hvørt spor, og at ganga móti myrkrinum, tá ið tað dimmir meir og meir um leið okkara og alt ljós slóknar.

Hetta er okkum kunnugt frá dagligum ferðum, og soleiðis er tað eisini í sjálvum lívinum. Eisini har skifta ljós og myrkur, men latum okkum á ársins ljósasta degi siga sum sálmaskaldið í donsku miðaldarvísuni:

Hin signaða dag vit síggja fró
úr havinum upp at stíga,
hann hækkast á himli, og hvør tjóð
seg gleðir við ljósið blíða;
tað kennist á okkum, ljósins børn,
at náttin man burtur glíða.