Skriva út
Væleydnað matiné í Christianskirkjuni
25.02.2013 Tíðindi
Leygardagin í Torravikuni var ein sera væleydnað og annarleiðis matiné í Christianskirkjuni við tónleiki, fyrilestri og listaframsýning.
Christianskirkjan var væl sett við fólki - eini 200 fólk, tá ið Monika Stauss og Dánjal Eysturstein spældu violin og klaver - tónleik úr Schindler´s List og Heðin Kambsdal spældi orgulstykkir á hugvekjandi matinéini fyrrapartin leygardagin.
Elsa og Róland í Skorini hugleiddu um hugtøkini "At hvørva, sakna og ikki vita". Hetta var gjørt við støði í Holocaust og samanberingar vórðu eisini gjørdar við sluppirnar, sum fórust undir krígnum av krígsávum - eisini tær, sum ikki bóru boð í bý av øðrum grundum, har saknurin og óvissan um hvat farið varð fram, skapaði tómleika og lemjandi tøgn.
Deyð og horvin av krígsávum 1939 – 1945, eru tilsamans 55 milliónir – av hesum 17 milliónir hermenn.
11 milliónir vórðu dripin í nazi-týningarlegum.
Av 8.6 milliónum jødum í Evropa 1933 – 1945, vóru 6 milliónir dripnir.
80 familjur í Føroyum vistu ikki undir og eftir 2. heimsbardaga nær, hvar og hvussu menn, pápar og synir teirra fórust.
Frits Johannesen og Heðin Kambsdal, listamenn, høvdu eina lítla listaframsýning við íblástri úr hesum sama, Holocaust, ella fólkatýning.
Frits greiddi stutt og rámandi frá málninginum, Jødadrognurin hjá Heilin Kambsdal, sum er av einum jødadreingi, ið yvirlivdi týningarleguna - Divoto, hjá Frits, er av jødum, ið spæla Mozart, áðrenn teir verða týndir - Hann hevði mála eina mynd av afganskum muslimum, sum av tí, at teir spæla Mozart, verða týndir í 2001.
Frits hevði gjørt ein málning við støði í einum tónleikastykki av Olivier Messiaen - borin í heim 10. des. 1908 í Avignon, deyður 27. apríl 1992 í Clichy. Hann var franskmaður, tónasmiður, organistur og tónleikalærari - har hann lovprísar tí ódeyðiliga Jesusi.
Tónleikurin er ein lovsangur til Jesus, Jesus sum mennskja - orðið sum bleiv kjøt, vakt upp frá deyðum til tað æviga, fyri at veita okkum lív um aldur og allar ævir. Hetta er sannur kærleiki. Tað seindrigna ljóðið í violinini og klaverinum fer upp í tær hægstu hæddirnar í hesum ljóðførum, og tað er menniskjað, sum fer upp til Guðs, Guðsbarnið sum røkkur faðir sínum, tann guddómligi skabningurin tekur seg upp móti paradisinum.
Jú, henda áhugaverda matinéin, sum var partur av torraskránni, vakti áhuga og ans hjá teimum 200 fólkunum ymikara staðir frá, sum lýddu á.
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi