Skriva út

Væleydnað altjóða gudstænasta í Christianskirkjuni

11.12.2015 Tíðindi
Væleydnað altjóða gudstænasta í Christianskirkjuni

Seinnapartin 2.s.í advent, 6. desember, varð skipað fyri altjóða gudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Veðrið var ikki av tí besta, men nakað av fólki møtti til hesa altjóða gudstænastuna, sum á fyrsta sinni var roynd í Christianskirkjuni, sum sóknarpresturin, Marjun Lómaklett, stóð fyri.
Marjun Lómaklett sigur, at gudstænastan eydnaðist væl, og at umleið 15 ymisk lond vóru umboðað. Gudstænastumálið var enskt. 

-Hetta var ein vanlig gudstænasta, sum tó eisini lagaði seg til ymisku aldursbólkarnar og børnini við prædiku, sálmum, sangum og ímyndum. T.d. fingu øll sum komu í kirkju eitt reytt pappírshjarta, sum ein skúlaflokkur hevði klipt, og konfirmantarnir býttu út í forkirkjuni. Har kundu tey skriva navn sítt á og heingja tað á eina grein, sum var sett upp frammi í skipinum. Eisini var høvi hjá fólki at tendra eitt ljós.

Marjun Lómaklett fegnast um, at fólkakirkjan eisini á henda hátt kann møta menniskjum úr ymiskum londum, sum búgva í Føroyum, við gleðiliga boðskapinum í einum góðum kristiligum felagsskapi.

Eftir gudstænastuna var samkoma fyri øllum í kirkjukjallaranum.

Sí mynd: