Skriva út

Útnyrðingur um Kyndilsmessu

04.02.2013 Tíðindi
Útnyrðingur um Kyndilsmessu

Nógvur vindur av útnyrðingi, og Flógvin segði frá, at farleiðin sjóvegis var ivasom. Tiltikið er jú at fara um Múlan, ið er væl kendur millum norðoyingar, ikki minst fólkið eystan Múla.

Vindur er oftast til bága, men júst sunnudagin 3. februar 2013, hugsaðu vit, ið vóru til gudstænastu í Viðareiðis kirkju, ikki um vind. Tað var hátíðardámur, nú 44. presturin eftir siðaskifti setti búgv í Ónagerði, ið er elligamalt prestasetur í Norðoyggjum.

Kirkjan var fullsett, og norðoyingar fagnaðu nýggja prestinum og buðu henni vælkomna í kall og tænastu. Uni Næs, dómpróstur, skipaði prestin í kallið á hátíðarligan og stillan hátt. Hóvsemi eyðkennir dómpróstin, soleiðis er hansara lyndi og vera, og tað var friður og ró. Tignin og væl vald orð. Trúvirðið hekk eftir í skipinum, og tað var so langt frá, at tann tráði útnyrðingurin darvaði.

Fólk vóru spent at hoyra nýggja prestin prædika á fyrsta sinni sum innsettur prestur. Maria Jørðdal Niclasen helt eina avbera góða prædiku, ið bæði varð út- og sjónvarpað. Ætlanin er at leggja hana út á heimasíðuna, sum vikan gongur. Onkur tilkomin prestur hevði prædikuna á orði og helt fyri, at valla hevði hon hoyrt eina so góða og sigandi greining av eini prædiku, ið var til fyrru tekstarøð sunnudag seksagesima.

Eyðvitað nevna vit prestarnar, tí kirkjuliðini í Norðoya eystara prestagjaldi, ja norðoyingar sum heild, fingu í gjár nýggjan hirða. Teir tríggir prestarnir í Norðoyggjum – Maria, Magnus og Hanus – koma at arbeiða saman í toymi.

Biskupur er sera spentur at síggja, hvussu hetta víðkaða samstarvið fer at roynast. Biskupur heldur, at hetta er gott fyri kirkjuliðini, og tað er gagnligt hjá prestunum, at koma runt í einum størri øki og læra fjøld av fólki at kenna.
Nógv er at gleðast um, og hvør smálutur tænir heildini. Ikki minst Sangkórið í Christianskirkjuni gjørdi løtuna vakra og væl ljómandi, og júst teirra hjávera gjørdi, at løtan var fullkomin.

Frálíkt at eitt stórt kirkjulið kann gagna teim smærru kirkjuliðunum. Kórið sang so vakurt og var við til at lyfta sálmasangin á eitt høgt og sambært støði, ið ikki altíð er gerandisdagur úti á bygd.

Og so tær ungu kvinnurnar, ið spældu præludium og postludium. Rørandi og vakurt. Tær góvu gudstænastuni ein fjálgan dám við sínum tónum. Tær tríggjar Sólgerð Færø, Óluva og Katarina V. Simonsen.

JF.

Sí fleiri myndir