Skriva út

Útigudstænastan verður aftur næsta ár.

11.06.2014 Tíðindi
Útigudstænastan verður aftur 
næsta ár.

Tað sá ikki nakað serligt út til veður, beint undan at útigudstænastan í Havn skuldi byrja 2. hvítusunnudag.
Lýst varð við hesi útigudstænastuni á fótbóltsvøllinum í Gundadali klokkan 11, men tað var heldur vátt í veðrinum fyrr um dagin.

Tað helt møguliga onkrum aftur í at leita sær í Gundadal, har prestarnir í Suðurstreymoy høvdu boðið til eina øðrvísi gudstænastu uttandura henda 1. hvítusunnudag.
Hinvegin vístu veðurgudarnir seg frá síni bestu síðu undir gudstænastuni, sum savnaði fólk í stórum tali.
Alt varð fyrireikað og lagt væl til rættis, soleiðis at fólk fingu eitt hefti við sálmum og øðrum upplýsingum í hondina. Tí var ikki neyðugt hjá fólki at hava sálmabókina við.

FYRI ØLL
Hetta tiltakið við eini útigudstænastu í Gundadali varð roynt á fyrsta sinni í fjør.
Undirtøkan við ta gudstænastuna var sera góð, og vóru fólk á einum máli um, at ein átti at havt eina slíka á hvørjum ári.
Hetta hildu prestarnir í Suðurstreymoy eisini, og tí stóðu teir enn einaferð fyri at fyriskipa hesa útigudstænastuna í gjár.

Sum skilst á bæði prestum og fólki, so eru tað tey sum halda, at ein slík gudstænasta eigur at verða hildin á hvørjum ári.
Hóast talan er um ein gudstænastu, so er hon skipað eitt sindur øðrvísi enn ein vanlig gudstænasta sunnumorgun. Í fyrsta lagi eru umstøðurnar øðrvísi, og her er eingin urga ið spældi, men tónleikarar úr GHM og Havnar Hornorkestur sum spældu undir til felagssálmarnar.
Undir gudstænastuni býttu prestarnir uppgávurnar ímillum sín, har millum annað presturin Ann Dahl Hansen hevði eina lítla andakt fyri børnunum.

Aftaná gudstænastuna vórðu fólk boðin yvir í B36-húsið til kaffi, og børnini fingu okkurt søtt at eta og drekka.

Eftir Snorra Brend.