Skriva út

Útigudstænasta norðuri á Skarði

17.07.2019 Tíðindi
Marjun L.jpg

Sunnumorgunin 26. mai varð skipað fyri útigudstænastu á Skarði við Marjuni Lómaklett, presti. Hetta var í sambandi við, at tað í ár eru júst 100 ár síðani, at tey síðstu fólkini fluttu av Skarði, 6 ár aftan á miklu vanlukkuna í 1913, tá skarðsbáturin gekk burtur tollaksmessudag við sjey monnum. Eftir hesa óskiljandi, syrgiligu hending var eingin manning til at røkja alt tað arbeiði, sum tørvur var á at gera í bygdini.

Nevnt eigur eisini at verða, at tvær bátsvanlukkur høvdu verið ikki so langt frammanundan í 1835 og 1872. Í hesum vanlukkunum fórust ávikavist 6 - og 3 menn. Sostatt hevur henda lítla bygdin mist 16 menn av vanlukku innan fyri 78 ár.

Tað var hin 26. januar 1919, at seinastu fólkini fluttu av Skarði til grannabygdirnar Haraldssund og Kunoy. Í januar mánaði  nú í ár varð ov kalt at fara norður til Skarðs at hava útigudstænastu, so bíðað varð, til lotið kanska fór at gerast lýggjari.

Sunnumorgunin 26. mai byrjaði túrurin við morgunmati í Bygdarhúsinum í Haraldssundi, har Kunoyar kommuna bjóðaði morgunmat og ein góðan matpakka við føroyskum viðskera til øll, ið fóru við á túrinum norður til Skarðs.

Nógv fólk savnaðist í Bygdarhúsinum. Ja, bæði yngri og eldri høvdu leitað sær ymsa staðni frá úr Føroyum til Haraldssunds henda vakra, men somuleiðis kalda høgættarsunnumorgun. Tá alt var til reiðar, fóru eini 85 fólk til gongu úr Haraldssundi norður til Skarðs. Kongsbóndin, Brandur Klettskarð í Kongsstovu var ferðaleiðari.

Á veg norður varð steðgað tvær ferðir, har Brandur m.a. segði frá staðarnøvnum, jarðarviðurskiftum millum bygdirnar, Skarð  og Haraldssund. Somuleiðis varð greitt frá áhugaverdum hendingum. Skilagóðir, hjálpsamir og ábyrgdarfullir dreingir stóðu við hvørt gil og hjálptu fólki trygt tvørtur um.

Gongutúrurin norð til Skarðs tók umleið 3 tímar.  Tá komið varð til bøgarðin á Skarði leitaðu fólk sær ymsar leiðir. Summi fóru oman á bakkan til neystagrundina, ið skarðsmenn høvdu havt til bátin. Hetta er sera trivalig neystagrund, sum var stak væl laðað við steinsettum gólvi. Onnur leitaðu sær beinanvegin niðan til sjálva bygdina.

Tey gingu har millum húsini og leitaðu til toftirnar hjá fedrum sínum, meðan sagt varð dúgliga frá ættarsøguni og gomlum minnum, ið tey høvdu hoyrt frá teimum eldru. Fólkið fann sær lívd millum húsatoftirnar, har matpakkin varð notin á hesum framúr fagra og náttúruvakra plássinum við "fjøllunum" og skarðsgjógv fyri aftan okkum og vøkrum útsýni yvir á Borðoynna, Viðoynna og Norðhavið.

Fólk leitaðu sjálvsagt eisini til minnisvarðan, sum varð avdúkaður 14. august 2013.  Bergfríð Klakkstein, ið mist hevði abba sín, Jákup Petur Petersen í vanlukkuni í 1913, legði blómur við minnisvarðan henda dagin.

At ganga millum húsatoftirnar, væl vitandi, at tað eru 100 ár og 4 mánaðir síðani, at tað gjørdist øskukalt á hesum staði, gav eina serstaka kenslu í djúpari virðing fyri teimum, sum fórust, men eisini fyri teimum, ið eftir sótu á Skarði.

Marjun Lómaklett gjørdi seg til reiðar til gudstænastuna, og hjálparmann hevði prestur góðan. Janus á Tjaldrafløtti hevði átikið sær at bera ornatið ella prestakjólan fram og aftur í øllum góðum henda drúgva teinin.

Tá fólk høvdu sitið eina løtu og notið góða matpakkan, varð ringt saman til gudstænastu. Helgi Poulsen, klokkari í Kunoyar kirkju var klokkari á Skarði henda dagin. Veðrið var gott, hóast høgættarkyldin kendist eitt sindur beisk, nú gonguhitin var fjaraður burtur. Hitastigini mundu ikki vera meira enn eini 6 - 8.  Guðstænastan varð tillagað hesum og gjørdist tí eitt sindur styttri enn vanligt.

Marjun Lómaklett, prestur, fekk sær lívd í húsatoftini "Har Uppi", - heimið hjá Jákupi Petur Petersen, ið, sum nevnt, gekk burtur við skarðsbátinum, skaðadagin 1913.  Meginparturin av kirkjufólkinum savnaðist niðan fyri hesa toftina, serstakliga funnu tey sær lívd í húsatoftini, ið kallaðist "Har Niðri", sum vóru húsini hjá Símuni av Skarði og teimum, men fleiri fólk stóðu kring um í ymsu húsatoftunum, sum tey vardu av.

Tá liðugt var at ringja, varð boðið vælkomin til útigudstænastu norðuri á Skarði og fyrsti sálmurin sungin: "Nú skínur sólin bjarta" hjá Símuni av Skarði. Eftir heilsan, kollekt, heilaga lesturin, trúarjáttanina kom annar sálmurin, ið var "Hvørja hugsan og hvørt orð" sungin.   Síðan prædikaði prestur yvir 5. sunnudag eftir páskir, har evangeliuteksturin er úr heilaga evangelii Jóhannesar kap. 16. ø. 23b - 28, ið snýr seg um "bøn í Jesusar navni".

Í prædikuni varð bøn - og bønarsvar umrøtt, tí tað man ikki vera sjáldan, at ivast verður, um Gud hoyrir - ella gevur sær gætur um bønir okkara, men mong kunnu kortini vátta - og vitna um, at vit altíð fáa bønarsvar í røttum tíma, men á heilt annan hátt og til aðra tíð og stund, enn vit høvdu væntað - men tó til signingar. - Eitt brot úr prædikuni ljóðaði soleiðis: "Hvat hetta merkir, hoyrdu vit eitt dømi um í dagsins heilaga lestri úr fyrstu Mósebók (32, 24-31): Í frásøgnini um ættarfaðirin Jákup, ið stríddi  náttarstríðið við sjálvan Gud. Hetta er eitt ógvisligt dømi um, at bønin ikki bert snýr seg um er at standa við hattinum í hondini. Bønin kann vera - og er mangan hart og drúgt stríð, ið krevur áhaldni uttan tó at nýta tey nógvu orðini. Út úr stríði sínum við Gud fær Jákup signingina, men hann fær likamligan mein fyri lívið: Eitt slag á mjødnina gjørdi hann haltan restina av ævi síni.

Okkurt líknandi hava bygdarfólkini á Skarði kent - á likam og sál - aftan á vanlukkurnar, ið skolaðu eins og oyðandi brotasjógvar yvir bygdina - serstakliga tann seinasta, ið gjørdist mikli sorgar - og lagnudagurin fyri bygdina, tollaksmessudagur í 1913.

Hin 26. januar í ár minntust vit við fyrilestum í Spaniastovu, gudstænastu í Kunoyar kirkju og døgurða aftaná í Haraldssundi - at 100 ár vóru liðin, síðani tey síðstu fólkini fluttu av Skardi - av tí at kvinnur, børn og hálvvaksin ikki longur megnaðu tað stríð og arbeiði, ið kravdist til lívsins uppihald í fjarskotnari bygd við serstakliga truplari atkomu til sjógvin. Alt hetta hevði við sær, at tað at enda gjørdist øskukalt í hesi aldargomlu, hugnaligu - og náttúruvøkru bygdini."

Tað er eingin ivi um, at teirra gudstrúgv hevur verið sterk, og bønirnar hava verið mangar, bæði áðrenn og aftaná, at vanlukkurnar hendu. Styrkin hjá bygdarfólkunum var Bíblian, sálmabókin og bønarlívið, har ein kundi leggja seg og síni í Guds varðveitslu. Og vit vita, at hetta gjørdu tey árla og síðla, tá tey signaðu seg og góvu seg í Guðs almáttugu hendur, sum megna at bera ein bæði í lívi og deyða.

Eftir prædikuna varð seinasta bønin biðin. Tá prestur hevði lýst signingina , varð endað við tjóðsanginum: "Tú alfagra land mítt". Gudstænastan endaði sum vanligt við teimum 9 biðisløgunum, har trý eru fyri hvønn: Faðirin, sonin og heilaga andan.

Allir sálmarnir vóru eftir Símuni av Skarði, ið var við til at stovna fyrsta føroyska háskúlan (Føroya Fólkaháskúla) í 1899 yviri á Stongunum í Klaksvík - sum í ár hevur 120 ár á baki. Minningarhald var í hesum sambandi við fólkafundi í Føgrulíð, hvítusunnudagin, 9. juni 2019.  Tað var eisini í Føgrulíð, at Símun av Skarði yrkti tjóðsangin í 1906.

Útigudstænastan henda dagin kann somuleiðis hava verið ein serstøk søgulig - og kirkjusøgulig hending, av tí at hon kanska er hin fyrsta gudstænastan á Skarði við presti, ið ein yvirhøvur veit um.

Í hesum sambandi verður nevnt um guðstænastu á Skarði í nýggjari tíð, at hin  25. mai 2017, kristi himmalsferðardag, var deknagudstænasta hildin, har Annbjørg á Høvdanum, tá deknur í Kunoyar kirkju, las lestur.

Tá minnisvarðin á Skarði var avdúkaður hin  14. august 2013, var Jógvan Fríðriksson, biskupur, hjástaddur og helt røðu, men vanlig gudstænasta var ikki hildin í tí sambandi.

Skarð er aldargomul bygd, men einki bendir á, at kirkja ella bønhús hevur verið har - nakrantíð. Skarðs bygd hevur hoyrt til Kunoyar kirkju, og tessvegna hava skarðsfólk gingið upp um skarðið, tá farið hevur verið í kirkju. Kunoy var og er einasta kirkjubygd á oynni. Men tey hava eins og aðrastaðni lisið heimalestur á Skarði, tí hetta var vanligt í bygdum, har eingin kirkja var.

Kring landið komu skúlar í ymiskum bygdum í 1880'unum. Tá fekk bygdarfólkið eini hús at savnast í til gudstænastu, og við tíðini flutti heimalesturin inn í skúlan, har felagslestur varð lisin, men tá prestur kom í sóknina, var altarsgongd. Í slíkum føri fóru fólk í kirkju og til altars.

Skarðsfólk hava, um veðurlíkindini loyvdu hesum, farið til Kunoyar um Skarðið og til altars, tá prestur var á vitjan.  Skarð fekk tó ikki nakran skúlabygning, so har hevur onkur roykstova verið nýtt til undirvísing, og væl hevur borið til, síðani bygdin hevur megnað at fostra slíkt andans stórmenni sum Símun av Skarði.

Samanumtikið má sigast, at henda útigudstænastan norðuri á Skarði var væl eydnað, men, eisini ein stór tignaðarlig, virðilig og kensluborin løta í allar mátar - fyri øll, ið vóru á staðnum. At vera komin saman til gudstænastu á hesum náttúruvakra staði, har sjálv Skarðsgjógv, randað av máttmiklu fjøllunum, var livandi altartalvan henda dagin og so hugvekjandi útsýnið yvir stóra opna havið, ið bæði gav og tók - Løtan kendist av sonnum sum ein heilag stund, har ein við størstu virðing og djúphugsni samstundis hevði hørðu lagnu Skarðsbygdar í huganum.

Orð: Marjun A. Lómaklett
Mynd: Emil Simonsen - her:  