Skriva út

Útigudstænasta í Havn

07.06.2019 Tíðindi
ùtigudst.jpg

Aftur í ár verður útigudstænasta á einum av fótbóltsvøllunum í Gundadali 2. Hvítussunudag.

Tað eru prestarnar í Suðurstreymoy, sum skipa fyri gudstænastuni, sum verður klokkan 11.

Prestarnir í Suðurstreymoy verða eisini við, men harafturat fara hornorkestrið, GHM, og Havnar Hornorkestur, at spæla aftur við sálmasanginum.

Men so fer klovnurin, Bubu, eisini at seta sín serliga dám á og eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur í badmintonhøllini, og okkurt gott verður eisini til børnini.

Mynd: in.fo - Álvur Haraldsen