Skriva út

Útigudstænasta í Gundadali

23.05.2023 Tíðindi
Útigudstænasta
Á Ovaravølli í Gundadali

2. hvítusunnudag klokkan 11, verður stóra útiguðstænastan á ovara vølli í Gundadali.

GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin. Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini.

Vegna fyriskipararnar

Sóknarprestarnir og kirkjuráðini í Suðurstreymoy