Skriva út
Útiguðstænasta 2. hvítusunnudag.
02.06.2014 Tíðindi
Útiguðstænastur 2. hvítusunnudag eru kendar uttanfyri landoddarnar, eitt nú í Danmark. Fyrstu ferð roynt var at hava útiguðstænastu í Havn var í fjør, og henda guðstænastan var stak væl eydnað. Veðrið var til vildar, nógv fólk vóru komin saman, og løtan var rík.
Ætlanin var, at hetta skuldi verða eitt afturvendandi tiltak, og tí skipa prestarnir í Suðurstreymoy aftur í ár fyri útiguðstænastu 2.hvítusunnudag kl 11 á ovara vølli í Gundadali.
Eisini í ár hava vit verið so heppin at GHM og Havnar Hornorkestur spæla undir sálmasanginum.
Vónandi taka fólk væl undir við tiltakinum.
Vinarliga,
Prestarnir í Suðurstreymoy
Útigudstænasta 2014.pdf(227 KB)
Onnur tíðindi