Skriva út
Urguvígsla í Gøtu kirkju
23.05.2016 Tíðindi
Talan var um sanna hátíðarløtu, tá ið klokkurnar í Gøtu kirkju kallaðu til kristnan fund hvítusunnudag. Umframt høgtíð, ið ár undan ári verður hildin halgum anda til æru, so varð við hesa gudstænastu nýtt ljóðføri vígt og tikið í nýtslu. Tað er ein urga, ið heimskendi urguleikarin Finn Viderø hevur átt, sum við hesum er vorðin kórurga í kirkjuni.
Løtan var rík í Gøtu kirkju henda dagin. Nógv fólk var komið saman, Gøtu kirkju ungdómskór undir leiðslu av Símuni Hammer virkaði við, Jógvan Fríðriksson, biskupur, vígdi kórurguna, Uni Næs, dómpróstur, var liturgur, Ovi Brim, sóknarprestur, prædikaði, og eftir gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum.
Sostatt hevur Gøtu kirkja í dag tvær urgur, ið kunnu blása Gudi til heiðurs og æru. Hetta varð eisini roynt hvítusunnudag. Urguleikararnir báðir, Símun Hammer og Arni V. Petersen, spældu skiftislag urganna millum.
Sjálvsagt verður tað framvegis høvuðsurgan, sum verður nýtt til allar vanligar gudstænastur og kirkjuligar handlingar. Men nú er eisini møguleiki at nýta kórurguna í samband við tær smærru kirkjuligu handlingarnar, eins og við tær mongu konsertirnar, ið eru í kirkjuni.
Kirkjuurgurnar, t.e. kórurgan, høvuðsurgan og eisini urgan í gomlu Gøtu kirkju, eru allar bygdar av Wilhelm Hemmersam. Tað var við gudstænastuna hvítusunnudag fyri tveimum árum síðani, at høvuðsurgan, ið hevði staðið bæði í Ängelholms kirke í Suðursvøriki og seinni í Samuelskirkjuni á Nørrebro, varð vígd og tikin í nýtslu. Urgubyggjarin, Gunnar Husted, stóð fyri arbeiðinum at seta urguna í Gøtu kirkju.
Tá áðurnevndi Gunnar á vári í fjør fekk at vita, at urguleikarin, Birgit Marcussen, hevði húsurgu hjá Finn Viderø, ið hon ynskti at sleppa av við, kunnaði hann kirkjuráðið um hetta. Gunnar metti – rætt, sum sæst á myndunum – at henda urgan hóskaði sera væl til bæði kirkju og ta urgu, ið longu stóð í Gøtu kirkju. Vegna vælvild frá myndugleikum og lokalum fólki, ið hevur fíggjað keyp og umvæling av kórurguni, kann kirkjuliðið í Gøtu kirkju nú fegnast um prýðiliga og vælljómandi kirkjuinventari.
Tað verður sagt um Finn Viderø, sum hevði føroyskar røtur, at hann var ein hin fyrsti viðurkendi danski urguleikarin úti í heimi. Hann var m.a. kendur fyri innspælingar av kendum urguverkum.
Onnur tíðindi