Skriva út
Urguleikari úr Onglandi vitjar Tórshavnar musikkskúla og Urguleikarafelagið.
12.04.2016 Tíðindi
Komandi vikuskifti kemur enski urguleikarin Richard Brasier til Føroyar og verður í Føroyum til mikudagin í næstu viku. Meðan hann er her, fer hann at spæla til konsertir og spæla til sangkvøld, har sungnir verða føroyskir sálmar við enskum løgum.
Í sambandi við aðalfund í Urguleikarafelagnum leygardagin 16. apríl, spælir hann til matiné í Havnar kirkju kl. 11.30. Sunnudagin verður konsert í Fuglafjarðar kirkju kl. 16 og í Miðvágs kirkju kl. 20. Mánakvøldið kl. 19.30 verður sangkvøld í Glyvra kirkju. Á skránni eru føroyskir sálmar við enskum løgum. Richard Brasier hevur fylgispælið. Øll eru vælkomin til matiné, konsertir og sangkvøld.
Leygardagin kl. 13.30 - 15 fer hann eisini at hava fyrilestur um enskan urgutónleik og urgur gjøgnum tíðirnar - frá tónaskaldunum Tomas Tallis føddur í 1585 til Kenneth Leighton, føddur í 1929. Fyrilesturin verður í Havnar kirkju kl. 13.30. Øll eru vælkomin.
Næmingar á musikkskúlanum og urguleikarar kring landið hava frammanundan fingið stykkir úr repertoirlista, sum Richard hevur gjørt. Mánadag og týsdag fáa næmingar frálæru frá Richard og týskvøldið frá kl. 17, verður verkstova í Vesturkirkjuni, har urguleikarar koma saman og spæla stykkini, teir hava vant til skeiðið, fyri hvørjum øðrum. Aðrir lurtarar eru vælkomnir.
Richard Brasier er føddur í 1988 og hevur holla útbúgving innan urguspæl og urgutónleik frá Royal Academy of Music in London. Hann hevur starv sum Director of Music at St. Laurence Parish Church, Upminster. Hóast ungur hevur hann spælt til væl umtóktar konsertir sum solistur og kamartónleikari í Onglandi og Týsklandi og hevur studerað urgubygging í Hollandi.
Onnur tíðindi