Skriva út
Urguleikari í 70 ár
18.06.2018 Tíðindi
Tað eru sjeyti ár, síðan ið Gudrid Dahl Sørensen á Viðareiði á fyrsta sinni spældi undir til sálmasong í kirkjuni, og legði hon frá sær sum fasti urguleikari í Viðareiðis kirkju í fjør. Tí er talan um sera langa og trúgva tænastu í kirkjuni, sum neyvan verður tikin í bræði. Gudrid var urguleikari í Viðareiðis kirkju okkara tíð sum prestafólk í Ónagerði 1968 – 73, trúgv sum trøllið og altíð til reiðar til tænastu, heiðursmerkið, hon fekk í 1995 frá Hennaru Hátign Margrethu Drotning fyri trúfesti, hevur Gudrid av sonnum fult uppiborið.
Lærdi hjá Nikláa Poulsen
Gudrid er fødd og uppvaksin í Árnafirði, og tað var eisini í kirkjuni har, ið hon alment spældi á urgu fyrstu ferð. Annars byrjaði hon sum 10 ára gomul at spæla á skúlaurguna. Tað var lærarin Niklái Poulsen, ið var ættaður av Kirkju í Fugloynni, sum lærdi fleiri næmingar í Árnafirði urguspæl. 15 lærdu urguleik hjá Nikláa Poulsen, teirra millum Gudrid og fleiri, sum seinni komu at spæla í kirkjum kring um í landinum, serstakliga í Norðuroyggjum sum vera man. Niklái var sjávur urguleikari í Árnafjarðrar kirkju og læt næmingarnar sleppa at royna seg í kirkjuni. 1 mánaða áðrenn ið Gudrid fylti 14 ár, spældi hon fyri fyrstu ferð í kirkjuni í Árnafirði.
Síðan spældi Gudrid bæði í kirkjuni viðhvørt og ofta í skúlanum til misjónsfundir. Tey skiftust um at spæla í kirkjuni, Gudrid, Arne Justinussen, ið seinni kom at vera fastur urguleikari í Árnafjarðrar kirkju, Hjørdis Hansen, gift Bjartalíð, og systir hennara Jastrid eins og Ingrid og systirin Anna hjá Ìsaki. Hjørdis er mamma at Meinhardi Bjartalíð, Glyvrapresti.
Kallað upp eftir pápanum og beiggjanum, sum báðir sjólótust
Gudrid er yngsta dóttir Guttorms Olsen í Miðstovuni í Árnafirði og seinnu konu hansara Elsebeth Mariu(Meju). Tilsamans vóru tey 8 systkin(3 í fyrru giftu og 5 í seinnu). Faðirin Guttorm og elsti beiggin Óli sjólótust báðir hin 19. desembur 1932 norðuri í Hvannasundi, har ið teir fiskaðu goggur. Saman við teimum var Steffan í Árnafirði, ið bjargaði sær á land. Gudrid var ikki fødd, tá ið pápin og bróðirin doyðu, og varð hon kallað upp eftir teimum báðum og kom at eita Gudrid M Oluffa.
Giftist til Viðareiðis
Gudrid varð hjúnavígd í 1956 til Viðareiðis við Johan Dahl Sørensen. Flaggdagin 1957 kom Gudrid til Viðareiðis, og har hevur hon búð síðan tá, í Hoygarðinum tey søgdu.
Og stutt eftir vóru boð eftir Gudrid at koma og spæla urgu í Viðareiðis kirkju. Og tað hevur hon samvitskufult gjørt líka til í fjør, tá ið hon legði frá sær eftir 60 ára tænastu. Tó hevur Gudrid síðan onkuntíð spælt fyri eftirmann sín Snorra Brend, tá ið honum hevur borist frá.
Gudrid fekk góða hjálp frá manninum, Dahl, sum var keypmaður og heima. Uttan hjálp hansara hevði Gudrid ikki kunnað spælt so leingi og so trúføst í kirkjuni. Sunnudag hevði Dahl altíð døgurðan kláran, tá ið Gudrid kom úr kirkjuni.
4 børn
Gudrid misti mannin brádliga 1. juni 1982. Hon kom tá at sita einkja við 4 børnum, ið tá vóru 24, 21, 17 og 15 ár. Fyrst fekk Gudrid einkjupensjón, men síðan kom ein rokning upp á 42.000 kr at afturgjalda, tí at almannastovan segði hana hava fingið pensjónina uttan at eiga hana, tí at hon hevði fingið nøkur oyru fyri at vaska skúlan, so løgið hetta ljóðar at bjóða einari 49 ára gamlari einkju við 4 børnum, sum noyddist út at arbeiða. Hon slapp tó seinni undan at gjalda hetta.
Gudrid tók á seg at vaska skúlan, og eisini fór hon at arbeiða á flakavirkið fyrst í Norðdepli, síðan í Árnafirði og seinast á Kósini í Klakksvík.
Urguleikarastarvið varðveitti Gudrid í øllum hesum, sum kom, men tað var lønarleyst í okkara pengum. Harrin veitti henni ugga og styrk. Og Gudrid elskaði løturnar í kirkjuni bæði sunnu- og halgidagarnar og yrkadagarnar, tá ið tað var.
Tey 4 børnini komu øll væl undan. Elst var Gunnvør, sum brádliga andaðist í fjør 59 ára gomul frá manni og 3 børnum. Tey búðu í Havn, eins og yngra dóttirin Mamy ger, sum tó eigur húsini á Viðareiði og er har. Synirnir eru giftir og búgva báðir norðanfyri, Jan í Norðdepli og Sørin Birgir í Kunoy.
Føroyska kirkjan hevur nógv at takka Gudrid og hennara fyri.
Teimum verður ynskt Guðs signing í várs Harra Jesu navni!
np
Onnur tíðindi