Skriva út
Urgukonsertir millum jól og nýggjár í Gøtu, Klaksvík og Tórshavn
22.12.2017 Tíðindi
Millum jól og nýggjár kemur urguleikarin Andrew Tessman til Føroyar at hava tríggjar konsertir ymsa staðni í Føroyum.
Andrew Tessman er úr statinum Minnesota í USA og byrjaði sum 12 ára gamal at spæla urgu og klaver. Í 8 ár arbeiddi hann við fylgisspæli í kirkjum, hjá tónleikalesandi og sangleikum í økinum Minneapolis og St. Paul í Minnesota. Hann hevur framført ymsa staðni í USA, Týsklandi og Onglandi.
Í 2017 tók hann bachelor tónleikaprógv í urguspæli í Bayreuth í Týsklandi og tók eisini prógv í fylgisspæli fra Trinity College og Music í London. Hann hevur spælt i fleiri kirkjum í Bayreuth. Fyrst og fremst í tí katólsku kirkjuni Heilige Kreuz, har hann í januar 2016 skipaði fyri eini røð av orgulkonsertum. Síðan desember 2017 hevur hann verið urguleikari í Johanneskirkjuni í Porz, sum er ein býarpartur í Køln.
Til konsertirnar fer Andrew at spæla tríggjar ymiskar skráir við tónleiki av millum annað Bach, Tchaikovsky, Brahms, Reger. Harafturat spælir hann eisini tónleik, sum hann sjálvur hevur gjørt.
Konsertirnar, sum Andrew Tessman fer at hava eru hesar:
Í Gøtu kirkju mikudagin 27. desember kl. 19.30
í Christianskirkjuni í Klaksvík hósdagin 28. desember kl. 19
Í Havnar kirkju fríggjadagin 29. desember kl. 16.30
Onnur tíðindi