Skriva út
Úr føðingardegi í verkadag
25.05.2018 Tíðindi
Hvítusunna verður roknað sum føðingardagur kirkjunnar. Hesin føðingardagur er farin aftur um bak og vit stíga nú inn í verkadag kirkjunnar – tríeindartíðina. Tríeindarsunnudagur er nú tann komandi (27/5). Tó ikki so at skilja, at ikki hvør dagur er yrkadagur í tænastu Harrans ‒ Guds orð og gudstænasta ger dagin heilagan, hvør dagur tað so er ‒ men nú eru høvuðshøgtíðirnar í kirkjuárinum lagdar afturum og tann fyrsta verður ikki aftur fyrr enn á jólum. Frá komandi sunnudegi til adventssunnudag (2/12) eru tríeindarsunnudagar
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: »Mær er fingið alt valdið á himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar, við tað, at tit doypa tey til navns faðirs míns og sonarins og hins heilaga anda, og við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum.
Og sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda.« (Matt. 28, 18-20)
Ein hvør fyritøka og stovnur við sjálvsvirðing hava skrivaðar leiðreglur. Tað hevur kirkjan eisini. Hesa leiðreglu hevur Jesus sjálvur givið. Og hon er einføld og greið og seiglívað við sínum 2000 árum á baki: »Mær er fingið alt valdið á himli og á jørð ...« o.s.fr.
Henda leiðregla er tengd at gerningi Jesu. Við deyða sínum og uppreisn fekk hann alt valdið á himli og á jørð. Og tessvegna eru tað hansa boðorð, ið valda. Og tey eru, at øll heimins fólksløg verða vunnin sum lærusveinar hansara við dópi og læru um at halda øll boð hansara.
Tá ein fyritøka orðar arbeiðssetning sín, ger hon tað m.a. við at læra arbeiðsfólkið at taka lut í eini felagsuppgávu, sum er ein treyt fyri, at fyritøkan kann skapa úrslit og vinna álit millum fólk.
Og er onkur, sum svíkur álitið og gongur sínar egnu leiðir, so ridlar grundarlagið og fyritøkan kann fara fyri bakka. Sama er støðan við Jesus lærusetningi. Summir av lærusveinum hansara tilbóðu hann, aðrir ivaðust. Flestu okkara sveiggja millum undran, trúskap og iva. Tað minkar ikki um ídni og gløggskygni, men er greitt tekin um, at vit hava greiðar reglur at arbeiða eftir so at hvør einstakur ikki bara ger sum honum lystir og heldur vera best. Fyritøkan skal virka sum ein heild.
Málsetningur Jesu er púra greiður og ítøkiligur. Øll skulu vera við tá talan er um amboðini: dóp og læru. Uttan mun, hvønn sess eg havi fingið í yrkadegi mínum, eigi eg at meta hann sum eina uppgávu. Í hesum føri: í dópi og læru at gera onnur fólkasløg til lærusveinar Jesu.
Og við boðorðum Jesu fylgir lyftið: Sí, eg eri við tykkum. Og hetta lyftið verður uppfylt við heilaga andanum. Tí mátti, Gud á føðingardegi kirkjunnar – á hvítusunnu – gav lærusveinunum at útinna boðskapin. Stafettin er síðan handað okkum.
Her er Gud og kirkjan ...
Óloysiligur partur av álmanakkanum er kirkjuárið. Fastir dagar eru jól, nýggjár, trettandi og allahalgannadagur. Skiftandi dagar eru páskir, hvítusunna og tríeindardagur (trinitatis), sum er komandi sunnudag (27/5). Sunnudagar og aðrir halgidagar í kikjuárinum eru nevndir fyri ella eftir hesar føstu ella skiftandi høgtíðir.
Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« vísir Axel Tórgarð á, at kirkjuárið sum føst skipan er yngri enn sjálvar høgtíðirnar. Sjálvt navnið »kirkjuár« er ikki nevnt fyrr enn í 1584.
Fleiri broytingar hava verið gjørdar í hesi skipan, til vit nú á døgum hava ta gongd, sum álmanakkin sigur frá. Í teim luthersku kirkjunum hevur hetta so verið ein føst skipan í mong ár.
Katólska kirkjan hevur eina øðrvísi skipan, meðan reformertu kirkjurnar, fríkirkjurnar og teir mongu ymisku trúarbólkarnir hava ikki kirkjuár.
Við adventini seta vit sjøtul á kirkjuárið. Advent merkir koma og sipar bæði til komu og afturkomu Frelsarans. Fýra eru sunnudagarnir í advent, teir fýra sunnudagarnir fyri jól. Fyrsti sunnudagur í advent kann í fyrsta lagi koma fyri 27. november og í seinasta lagi 3. desember.
Tríeindardagur (trinitatis) tekur við sunnudagin eftir hvítusunnu. Hesin dagur skal, sum navnið eisini sigur, minna á tríeindina: faðir, sonur og andi. »Her er Gud og kirkjan – trífoldigheitin øll«, sum tikið verður til í kvæðinum um Seyðamannin á Sondum.
Tað hevur ikki verið vanligt í Føroyum at skila til tann ella tann sunnudagin eftir tríeindardag, men bara í talrøð at siga t.d. sjeyndi sunnudagur. Fram til advent kunnu sunnudagarnir eftir tríeindardag vera frá 22 til 27 í tali, alt eftir um páskir eru seint ella tíðliga. Men tann 27. er so sjáldan, at hann bara hevur eina tekstarrøð, allir hinir sunnudagarnir hava tvær, fyrra í árstali við ólíkatali, seinna við líkatali. Í hesum kirkjuári – 2016 – er sunnudagsins evangeliitekstur eftir seinnu tekstarøð (Matt. 28, 18-20).
Hesa tíðina kemur fyri allahalgannadagur, 1. november, men tá ið hann datt burtur sum fastur halgidagur, varð hann í kirkjuárinum ásettur at verða hildin fyrsta sunnudag eftir 1. november og varð róptur allahalgannasunnudagur. Tann sunnudagurin eftir trintatis, sum tá annars skuldi verið, datt burtur.
Halgidagur – hvílidagur – gleðidagur
»Minst til at halda hvílidagin heilagan« er triðja boð Harrans. Men tað mundi bóndin í »Skrímslu« ikki hirða stórvegis um, tí »tað var um ein halgan dag, / man meg rætt um minna, / bóndin reið á skógin burt, / epli og aldin at finna«.
Annars var dagurin strangliga hildin heilagur. Orðið »halgi« merkir »friður«. Klæði máttu ikki hanga úti á snórinum inn í sunnunátt og einki arbeiði varð gjørt uttan tað alraneyðugasta. Var tú ikki í kirkju sunnudag, so slapp tú sum barn heldur ikki út at spæla. Og sunnudag skuldi tú ikki ganga vásaklæddur. Henda dag hampaði tú teg og læt teg í góð klæði – sunnudagsklæði.
Frammanfyri er nevnt, at sunnudagarnir eftir tríeindardag vórðu ikki nevndir við sernavni, bert í talrøð. Dastið av tríeindartíðini er ljósu tíðina á árinum, so gamaní er hjá kirkjuligum felagsskapum – t.d. ungdómsfeløgum, fráhaldsfeløgum, skótum o.s.fr. – at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag hesa tíðina, men áðrenn eg fari at nerta við tann spurningin, skal eg siga eitt sindur um sjálvan hvílidagin – sunnudagin og upphav hansara.
Í Nýggja Testamenti hevur hvílidagurin tvey nøvn. Hitt fyrra er »fyrsti vikudagur«. Jødar nevndu vikudagarnar við raðtølum, fyrsti, annar, triði dagur o.s.fr. Men hin sjeyndi dagurin hevði sernavnið Sabbat, hann var hvílidagur og halgidagur hjá jødum. Seinna navnið er Harrans dagur.
Hetta navnið verður sagt bert eina ferð í Nýggja Testamenti, í Opinbering Jóhannesar. Tað, sum Jóhannes sigur frá, hoyrdi og sá hann ein Harrans dag (1,10), t.e. á Degi Krists.
Í teim ritum, sum eru til skjals eftir kristnar menn úr aðru øld e.Kr., verður hvílidagurin nevndur Harrans dagur. Síðan kemur upp í kristnum ritum navnið »sunnudagur«; »dies solis« á rómverskum. Røtur festi hetta heiti í Týsklandi, Stórabretlandi og Norðurlondum.
Hvussu er hesin dagur vorðin halgidagur hjá teimum kristnu? Jødar høvdu sabbatsdagin sum halgidag. Sabbatsdagurin er gamal halgidagur hjá teimum; hvussu gamal, veit eingin við vissu.
Eftir útlegdina í Bábýlon løgdu jødar rættiliga stóran dent á sabbatshaldið. Og spurningurin er, hví hava tey kristnu ikki tikið eftir og havt sabbatsdagin sum hvílidag? Í gudsdyrkan okkara er so mangt annað runnið úr Ísrael. Men helst hava tey fyrstu kristnu í Jerusalem hildið sabbat. Tey leitaðu framvegis í halgidómin eins og hinir jødarnir.
Í Nýggja Testamenti verður sagt, at tey kristnu í heimum sínum leitaðu saman til ákallan, bøn og altargongd. Ápostlasøgan veit at siga, at tey høvdu eina loftsstovu sum fundarstað, men haraftrat er sannlíkt, at longu tey fyrstu kristnu í Jerusalem hava lagt serstakan dent á tann fyrsta dagin í vikuni at hava gudstænastu. Á hesum degi mintust tey uppreisn Jesu frá deyða. Tey gleddust um, at hann var livandi teirra millum við altarborðið samsvarandi tí lyfti, sum hann sjálvur hevði givið lærusveinum sínum. Páskagleði var yvir sunnudagshaldi teirra.
Oscar Cullmann (1902-1999), professari í gudfrøði á lærda háskúlanum í Strassbourg, sigur tey fyrstu kristnu seta greitt markaskjal millum jødatrúgv og teirra trúgv, sum var grundað á hin krossfesta og upprisna Harran Jesus Krist. Hetta gjørdu tey greitt við at hava sín egna fundarstað og við at hava sín egna halgidag – umframt halgidómin og sabbatsdagin.
Tey kirkjulið, sum Paulus ápostul grundaði, høvdu tann fyrsta dagin í vikuni til teirra serstøku gudstænastu. Og hesi kristnu vóru av aðrari trúarrót enn jødar og tey fyrstu kristnu. Tey vóru ikki frammanundan von við sabbatshald. Og tann ápostlasamkoma, sum vit lesa um í Ápostlasøguni (kap. 15), nevnir einki um sabbatsboðið – og tað er vert at geva gætur. Og haraftrat má havast í huga, at ta evstu mótstøðuna ímóti virki Paulusar ápostuls og teim fyrstu kristnu settu sabbatsfólkini í verk – jødar.
Mest sannlíka grundin til, at kristna kirkjan valdi fyrsta dagin í vikuni sum halgidag, var uppreisn Jesu, sum er berandi hending í gleðiboðskapinum.
Tá vit so lesa í fyrstu kristnu tekstunum eftir Nýggja Testamenti, sanna vit, at tað er Jesu uppreisn frá deyðum, sum ger dagin til harrans dag – til halgidag og serstakan gudstænastudag hjá kristnu kirkjuni. Hann doyði fríggjadag og reis upp frá deyðum sunnudag.
Og vert er at leggja aftrat, at elstu kristnu tekstirnir leggja dent á, at dagurin er ein gleðidagur.
Gudstænastan fyrst og fremst
Samsvarandi hesum sjónarmiði er sunnudagurin runnin úr páskaboðskapinum. Ikki av sabbatshaldinum. Hetta er tað frumkirkjuliga og nýtestamentliga sjónarmiðið viðvíkjandi sunnudegnum.
Fólk í hertænastu vóru mestum hýst úti frá sunnudagsgudstænastuni. Lætta atgongd høvdu ikki heldur trælir, tó at teir høvdu tikið við kristnari trúgv. Men til gagns fyri gudstænastuna vóru tílík forboð ikki. Har lógboðsandin hevur valdað í kirkjuni, har hevur hann køvt gleðiboðskapin.
Í rómverjaríki var eingin hvílidagsskipan. Men rómverjar kendu tó jødisku hvílidagsskipanina, og ábendingar eru um, at summir teirra fylgdu henni sjálvbodnir. Og her kemur við inn í myndina ein ikki so lítið avgerandi hending. Tá ið Konstantin mæti tekur við sum rómverskur keisari í fjórðu øld, henda broytingar. Keisarin var teim kristnu hollur og góðtók gudsdyrkan teirra á jøvnum føti við aðrar trúarheimar. Hann læt fleiri kirkjur byggja, men tók sjálvur ikki við kristnari skírn fyrr enn á deyðastrá. Stórhending í sunnudagssøguni er, at hesin sami keisari í árinum 321 fór undir lógarsmíð viðvíkjandi sunnudegnumm, m.a. forboð móti ávísum arbeiði sunnudag. Og sum fráleið komu alt fleiri arbeiðstættir inn undir hesa lóg.
Endamálið við forboðnum var bæði at geva fólki sálarliga og likamliga hvíld og at hava virðing fyri gudstænastuhaldinum, so at fólk fingu náðir at leita í Harrans hús til ákallan og bøn. Og hetta er í tráð við tað fornkirkjuliga og nýtestamentliga sjónarmiðið, at sunnudagur er gudstænastudagur.
Konstantin keisari doyði í 337. Tíðin eftir vísir, at jødiska sjónarmiðið viðvíkjandi hvílidegnum fekk undirtøku, bæði hjá ríkisdrottum og kirkjuvøld. Ein keisari forbjóðaði sjónleiki sunnudag, aðrir lótu forboðið galda fyri aðrar stuttleikir. Og jødiska sjónarmiðið otaði seg inn í sjálva kirkjuna.
Kirkjuvøldin kravdi lýdni móti sunnudagslógboðunum. Sama yvirvøld dømdi teim revsing, ið ikki vóru sunnudagsskylduni lýðin. Í 787 setti Karlamagnus keisari í gildi stranga sunnudagslóg við sabbatslógini sum fyridømi.
Hvussu sabbatslógboðini otaðu seg inn í gudstænastuhaldið fram gjøgnum miðøldina og eftir trúbótina, er Stórabretland besta dømi um. Her ráddi sannur trældómur undir sabbatslógboðunum í sunnudagshaldinum.
Her hevði Martin Luther greiða støðu í trúbótargerningi sínum. Sabbatin og lógboð hennara eru teim kristnu óviðkomandi. Og hetta sjónarmið var alráðandi til hansara doyggjandi dag. Í Lítlu
Katekismus ljóðar útleggingin til triðja boð soleiðis: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki vanvirða prædikuna og orð hansara, men halda tað heilagt, fegin hoyra og læra tað. Her sleppa eingi lógboð framat. Í Stóru Katekismus er gudstænastan undir triðja boði somuleiðis aðalmálið.
Luther ger greitt, at gudstænastan hjá kristnum fólki ikki er knýtt at ávísum degi sum hon er hjá jødum. Men av tí, at fólk flest ikki hava møguleika at koma til gudstænastu hvønn dag sum helst, má vera settur av ein ávísur dagur í vikuni, har øll kunnu koma til gudstænastu. Og frá gamlari tíð hevur gudstænastuhald verið sunnudag.
Martin Luther vísti frá sær sabbatslógina í sunnudagshaldinum. Hana kunnu jødar eiga, hon viðkemur ikki kristnum fólki. Guds orð og gudstænasta ger dagin heilagan, hvør dagur tað so er.
Uppfatan Luthers av halgidegnum byggir á fornkirkjuliga og nýtestamentliga grund. Men í evangelisku-luthersku kirkjuni hevur ikki verið hildið fast um hesi sjónarmið. Sunnudagshaldið hevur verið styðjað at sabbatsboðunum. Ikki minst tá pietisman ráddi.
Orðið í tíðini og yvir tíðini
Hvussu hevur so støðan verið í Føroyum viðvíkjandi gudstænastuhaldinum, og hvussu er hon í dag? Her eru nakrar keldur at troyta ‒ bøkur, ritgerðir og frásagnir. Áhugaverd ritgerð um føroyskar kirkjusiðir er eftir kvívíkingin Hans Iversen, latin Fróðskaparsetrinum, sum bjóðaði til kapping um hetta evnið 1978-79. Hans Iversen fekk 1. virðisløn. Ritgerð hansara um kirkjusiðir er prentað í Kirkjutíðindum nr. 1, 1981.
Hans Iversen var føddur í Kvívík 16. desember 1886 og andaðist 1. mai 1984. Í heimbygdini varð hann nevndur Hanus í Kollinum. Uttanbíggjar var hann best kendur sum løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin, umboðandi Norðurstreymoy við undantaki av trimum árum frá 1932 til 1966, tá hann legði frá sær, út við 80 ára gamal. Flestu árini var hann formaður í vega- og havnanevndini.
Í Kvívík hevði Hans Iversen handil, og undan seinna heimsbardaga turkaði hann nógvar skipslastir av klippfiski har í bygdini. Síðan tók hann móti fiski frá útróðrarbátum líka til fiskavirkini vórðu sett á stovn. Hann var dúgligur jarðyrkismaður við væl av ognarjørð í húsinum. Í Kvívíkar kirkju var hann organistur.
Í nevndu ritgerð um føroyskar kirkjusiðir sigur hann: »Frá barnaárum var eg nær knýttur at kirkjuni. Faðir mín, Tummas í Kollinum, var deknur, tá Óla Jacobsen (Óla dekn) barst frá. Hann var løgtingsmaður og noyddist tí í tingsetunum til Havnar at møta á tingi.«
Umframt vanligari gudstænastu – lestri og tá ið prestur var – greiðir Hans Iversen frá barnadópi, brúðarvígslu, altargongd, kirkjugangskonu (kona, sum fór í kirkju eftir barnsburð), ferming, jarðarferð, føstu, dimbuldagaviku og stóru høgtíðunum jólum, páskum og hvítusunnu. Hann lýsir dýrabiðidag og Krists himmalsferðardag. Trúarlívinum í gerandisdegnum verður eisini sagt frá.
Tað er trúarlívinum og kirkjusiðum í Kvívík, her verður sagt frá. Ikki allastaðni hevur mannagongdin verið hin sama. Í summum bygdum hevur serstakliga brøðrasamkoman havt stóra framgongd, og eisini í vissan mun hevur hvítusunnusamkoman havt undirtøku. Í øðrum førum er dragnað bæði vegna tómlæti og burturflyting. Men latum okkum hoyra kvívíkingin tala:
»Í seks dagar skalt tú gera arbeiði títt. Tann sjeyndi er hvíli- og heiligdagur. Útvortis sæð verður hesin gylti siður frá halgu bók framvegis hildin her. Einki uttandura arbeiði, hvørki á sjógvi ella landi, verður gjørt – kríatúr og grind tó undantikin. Kirkjan er tann savnandi miðstøðan, hagar fólkið leitar hvønn sunnu- og halgidag. Ein bygd, har eingir fremmandir trúarbólkar eru ella hava egin høli, er einasta meting um kristna lívið útvortis sæð, hvussu trúfast fólkið vitjar kirkju sína og alt tað, hon stendur fyri. Tað persónliga bønar- og trúarlív er fjalt fyri mannaeygum. Tað gevur seg til kennar í dagliga lívinum við semju og samkenslu við næstanum.«
Friður og hátíðardámur var yvir sunnudegnum. Eingin skundur. Av arbeiði var – sum Hans Iversen sigur – einki at hugsa um, uttan tað, sum fenaðurin kravdi, og so grindaboð.
Gudstænastutíðin var heilag stund, bæði úti og inni.
Fólk, sum skuldu ferðast millum bygdir ein sunnudag, fóru so tíðliga heiman, at tey skuldu vera frammi fyri kirkju- ella lestrartíð. Ella tey steðgaðu við at fara heiman til eftir kirkjutíð. Eftir kirkjutíð fingu børn loyvi at fara út at spæla. Av ítrótti var ikki nógv. Fótbóltur og svimjing vóru komin sum summarkappleikir.
At jødiska sabbatshaldið kennist aftur í sunnudagshaldinum sæst av, at tað fyri fimmti til hundrað árum síðan var halgibrot at gera arbeiði sunnudag, sum ikki var avgerandi neyðugt.
Gudstænasta og lestrabók vórðu hildin hátt í æru. Tó er helst beinast at siga, at tað var størri misgerð at gera okkurt óneyðugt arbeiði ein sunnudag enn tað at gloyma gudstænastu ella lestrabók.
Sunnudagur er framvegis hvílidagur í Føroyum, ið hvussu er á landi. Vit hava lóg um halgidagsfrið. Ásettar klokkutíðir eru galdandi fyri dansihøli og vertshús. Men hvíldin er í hesari merking tíð til at gera okkurt annað. Um summarið eru tað mest ítróttur og stevnur.
Gamli sunnudagsfriðurin er at kalla horvin og hátíðardámurin við. Hesin dagurin er vorðin alt meira verðsligur. Kirkjutíðina leggja fá lag í longur. Virðingin er burtur. Og við inn í myndina her kemur eisini tann andliga spjaðingin í ymsar trúarbólkar. Í summum sóknum eru tó enn trúgv kirkjufólk, í øðrum er kirkjan er ikki longur tann óreingiligi savningarstaðurin. Kirkjugøtan er grógvin saman. Fólk hava í dag eina rættiliga káma mynd av, hvat gudstænasta er.
Kanska er gudstænastuhaldið ov stirvið í kongum sínum og talar ikki til dagsins veruleika, so at fólk kennast eins lítið við orðið sum við ein niðurrapaðan torvlut. Tað er vorðið ov fornt. Og fríkirkjurnar og samkomurnar hava langt síðan givið einum meira rútmiskum sangi innivist við øðrum ljóðførum enn gomlu urguni og gomlu sálmaløgunum. Men fólkakirkjan hevur eisini, tá skipað er fyri serstøkum sangløtum og barna- og ungdómsgudstænastum, loyst nøkur fjøtur.
Enntá sonevndur »hard-rock«-tónleikur er sloppin inn um kirkjudyr. Í einari bygdarkirkju sungu tey »Ommu Ludvík« til eina barnagudstænastu. Tað fekk ilt í onkran, og eitt gølublað gjørdi sær sanniliga dælt av hesum.
Nakað sjónleikarhús ella buldursbøli eigur kirkjan ikki at vera. Hvussu vit týða og toyggja orðið, so mega vit minnast til, at tað er ‘í’ tíðini og ‘yvir’ tíðini. Og tónarnir, ið ljóða, eiga ikki við nógvum gangi at køva boðskapin í sálmasanginum, men heldur vera tann bakkin, boðskapurin ljódliga verður borin okkum á.
Verkatíð kirkjunnar
Aftur til tríeindartíðina. Eftir stóru høgtíðirnar: føðing Krists, uppreisn og himmalsferð og komu halga andans, sneiðir kirkjuárið inn á aðra rás frá gerningi Harrans ‘fyri’ okkum og ‘kring’ okkum til gerning Hansara ‘í’ okkum og ‘gjøgnum’ okkum.
Liturgiski liturin er grønur, ið er tekin um lív og gróður. Hin grøna tíðin í kirkjuárinum, fyribirtingartíðin – epifania – vísir á menningina, ið stendst av viðurkenning okkara av tilveru
Jesu. Í tríeindartíðini verður dentur lagdur á vøkstur í trúnni á Jesus og eitt lív í tænastu fyri næsta okkara og kærleika til hansara.
Tríeindartíðin er drúgvi verkadagur kirkjunnar. Atstøður eru til at granska gudsorðið á summar- og heystlegum við bíbliuskeiðum fyri vaksin og hava sunnudagsskúlalegur fyri børn. Hetta tíðarbilið verður ikki slitið av stórum høgtíðum og nógvari stákan.
Trúgvin styrknar av at vit áhaldandi lýða á orð Guds. Og kærleikin mennist og veksur av at vit í trúnni útinna gagnliga tænastu fyri medmenniskju okkara.
Onnur tíðindi