Skriva út

Úr brøðrasamkomuni á prædikustólin í fólkakirkjuni

13.12.2012 Tíðindi
Úr brøðrasamkomuni á prædikustólin í fólkakirkjuni

Maria Jørðdal Niclasen er vaksin upp í brøðrasamkomuni í Mizpa á Eiði. Hon hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn, er cand. theol. og tekur eftir nýggjár við sum prestur í Norðoya eystara prestagjaldi við bústaði á Viðareiði. Men hví hevur Maria Jørðdal Niclasen valt fólkakirkjuna? »Grundin til, at eg valdi fólkakirkjuna er búnað í mær eina tíð. Eftir loknan gudfrøðilestur á universitetinum í Keypmannahavn byrjaði eg á pastoralseminariinum, har ein partur av útbúgvingini er starvsvenjing. Hetta var ein sannur 'eye-opener' fyri meg. Hetta er eitt starv, sum tænir einum hægri endamáli, har tú kemur tætt inn at lívinum hjá tí einstaka. Og tað er heilt fantastisk at fáa møguleika at boða verðins besta boðskap. Hetta var tað, sum gjørdi, at eg vildi verða prestur í fólkakirkjuni,« sigur hon

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Á felags kirkjuráðsfundi mikudagin 5. desember innstillaðu kirkjuráðini í Norðoya eystara prestagjaldi einmælt Mariu Jørðdal Niclasen av Eiði til kallið sum sóknarprestur.

Tá innstillingin er einmælt, ásetir lógin, at avgerðin hjá kirkjuráðunum skal verða fylgd. Tað er tó landsstýrismaðurin við kirkjumálum, ið staðfestir innstillingina, tá formligu viðurskiftini eru greidd.

Maria Jørðdal Niclasen verður prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 27. januar 2013.
Sunnudagin eina viku seinri verður hon skipað í kallið sum sóknarprestur Eystan Múla við gudstænastu í Viðareiðis kirkju. Tað er dómprósturin, ið skipar komandi prestin í kallið.

Maria Jørðdal Niclasen er 32 ára gomul og er uppvaksin á Eiði, har hon hevur gingið í skúla (1.-7. flokk). Framhaldsskúla (8.-10. flokk) hevur hon gingið á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Miðnámsskúla (student) hevur hon gingið á Kambsdali.

Vit hava hitt Mariu Jørðdal Niclasen og spurt hana, hvussu tað var at vaksa upp á Eiði.

‒ Tað var friðsælt og gott. Vit børn høvdu allan hagan, fjøllini og fjøruna sum spælipláss. Vit føldu okkum trygg at spæla úti ‒ eisini tá tað var vorðið myrkt. Tað var sum at búgva í einum ævintýrheimi, har hugflogið var tað einasta, sum 'setti grensurnar' fyri hvat vit kundu finna uppá.

Foreldur Mariu eru Sigrun Gunnarsdóttir og Tordur Jørðdal Niclasen; hon av Eiði, hann úr Sørvági. Maria eigur tveir brøður ‒ Pætur Jørðdal Niclasen og Heini Martin Jørðdal Niclasen.

Maria hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn.

‒ Eg fór undir gudfrøðilestur í 2005 eftir at hava lisið sálarfrøði eitt skifti á lærda háskúlanum í Lund.

‒ Hví gudfrøði?

‒ Áhugin fyri menniskjanum ‒ tí einstaka ‒ hevur altíð verið til staðar, og hóast mær dámdi væl at lesa sálarfrøði, var hugurin til gudfrøði størri. Sum gudfrøðilesandi var eg eitt skifti í USA og las. Hetta var á Boston College, sum er eitt katólskt universitet. Hetta dámdi mær ótrúliga væl, og eg eri sera takksom fyri tann møguleikan, eg fekk. Hetta gav mær innlit í katólska gudfrøði á slíkan hátt, sum ikki er møguligt í Keypmannahavn.

Vit spurdu Mariu, hvat fekk hana at søkja Viðareiði, nú hon er liðug sum gudfrøðingur.

‒ Sum nýútbúgvin teologur/prestur haldi eg tað er ein stórur fyrimunur at arbeiða á einum staði, har møguleikin at fordjúpa seg og geva sær sjálvum tíð at búnast sum prestur og sum persónur er til staðar. Hóast tær kirkjuligu handlingarnar ikki sigast at vera so nógvar í tali ‒ í øllum førum ikki um samanborið verður við størri prestagjøld ‒ so beri eg ongan ótta fyri at eg ikki fari at hava nóg mikið at takast við. Hetta gevur møguleika fyri at vitja fólk oftari ‒ at vera prestur á annan hátt. Og hetta gleði eg meg ótrúliga nógv til.

‒ Hvørjar vónir hevur tú um hetta fyrsta kallið í embæti tínum – t.d. at búgva á bygd í einum gomlum, tjørubræddum, flagtaktum prestagarði?

‒ Eg havi góðar vónir ‒ bæði at búgva á bygd, men ikki minst at búgva í einum gomulm, tjørubræddum, flagtaktum prestagarði. Eg eri sjálv uppvaksin á bygd, og mær dámar stak væl lívið á bygd. Hóast tíggju ár í Keypmannahavn, hevur mær tey seinastu tvey árini longst aftur til Føroyar ‒ til tey smáu støðini, til tey tøttu sambondini millum fólk. So vónirnar eru góðar.

Prestagarðurin er fantastiska hugnaligur og eg gleði meg at flyta inn. Umframt hetta, so havi eg eisini góðar vónir um at tæna millum fólkið Eystan Múla. Stak fitt fólk, vinarlig og fyrikomandi, so samstarvið okkara millum verður gott. Eingin ivi um tað.

‒ Tú er vaksin upp í brøðrasamkomuni. Hvat hevur fingið teg til at velja fólkakirkjuna og enntá at gerast hirði/prestur har?

‒ Satt. Eg eri vaksin upp í brøðrasamkomuni, havi slitið mínar barnaskógvar í Mizpa á Eiði. Tað var har mín barnatrúgv varð skapað og formað. Tað var har, eg gekk í sunnudagsskúla og lærdi míni fyrstu bíbliuvers. Hetta eri eg alt sera takksom fyri og havi bert gott at bera brøðrasamkomuni. Grundin til, at eg hóast hetta valdi fólkakirkjuna er búnað í mær yvir eitt tíðarskeið. Eftir loknan gudfrøðilestur á universitetinum í Keypmannahavn byrjaði eg á pastoralseminariinum, har ein partur av útbúgvingini er starvsvenjing. Hetta var ein sannur 'eye-opener' fyri meg. At fáa møguleika at fylgja við prestinum og síggja, hvussu ein gerandisdagur kann vera. Ongantíð eins. Altíð spennandi, altíð gevandi, altíð avbjóðandi. At møta fólki í øllum aldri og í øllum lívsstøðum. At undirvísa konfirmantum, at vera við til dóp og jarðarferðir, vígslur og konfirmatión. At fáa møguleika fyri at seta seg inn í ta støðu, fólk eru í ‒ veri tað í gleði ella í sorg ‒ í eitt størri perspektiv, at tosa uggandi orð og biðja um vón og styrki fyri teimum syrgjandi og syngja gleðissálmar saman við teimum, ið gleðast. Stutt sagt: eitt starv sum er innihaldsríkt á allan hátt. Eitt starv, sum tænir einum hægri endamáli. Tað er heilt fantastisk at fáa møguleika at boða verðins besta boðskap. Hetta var tað, sum gjørdi, at eg vildi verða prestur.

‒ Hevur fólkakirkjan nakra framtíð?

‒ Ja! Eingin ivi um tað! Fólkakirkjan hevur tann eginleika, at hon er rúmlig og opin. Upplatnar dyr og høgt er til loftið ‒ uttan at missa sín samleika. Hetta er ein umráðandi partur av kirkjunnar samleika. Tí hevur hon eisini eina framtíð. Fólkakirkjan rúmar ótrúliga nógvum, uttan at detta sundur ella falla saman.

Maria Jørðdal Niclasen endar við at siga, at hon gleðir seg ótrúliga nógv at byrja sum prestur í fólkakirkjuni.