Skriva út

Uppreisnin – løtt at ímynda sær, men torfør at avmynda.

17.03.2016 Tíðindi
Uppreisnin – løtt at ímynda sær, men torfør at avmynda.

Hóast Jesu uppreisn páskamorgun er størsta hending í kristnitrúnni og eigur ein sentralan leiklut í europeiskari mentan, er hetta ikki eitt myndevni í listini, ið er eins vanligt og eitt nú krossfestingin ella kvøldmáltíðin. Heldur ikki sum altartalva.

Sambært Nýggja testamenti hevur einki menniskja sæð uppreisnina, og tí er hon eisini uttan fyri okkara vit og skil, og hoyrir heima í deildini fyri trúgv og sannføring.
Undantøk finnast tó í listasøguni.

Listamaðurin Arne Haugen Sørensen, ið er dani, føddur í 1932, og hevur sýnt fram í Føroyum, er ein teirra, ið hevur málað uppreisnina. “Uppreisnin” kallast altartalvan í kirkjuni í Ringkøbing. Hon varð málað í 1995.

Meðan Arne Haugen Sørensen málaði altartalvuna, doyði dóttir hansara av eini yvirdosis.
Sjálvur hevur listamaðurin greitt Kristeligt Dagblad frá, at hann hevði bert vónina at halda seg til.
Hann heldur, at hon mundi keða seg í hesi verð og royndi kanska við sínum rúsevnamisbrúki at koma inn í himmalin, sigur Arne Haugen Sørensen, ið royndi at fortelja henni, at gleðir eisini eru at finna her á jørð.

Á myndini hómast hiti og ljós, haðani Guðs hendur koma, og rørslurnar ganga uppeftir.
Men staðið, ið farið verður frá, er meira oyðið, eins og dóttirin metti hesa verð at vera, sigur hann.

Hendurnar bera boð um trúgv og álit, og tí skulu vit ikki ræðast deyðan, sigur hann.

Sigast kann, at tá uppreisnin er torfør at mála, so verða ímyndir ella metaforar brúkt. Hondin er ein ímynd, av at vit eru í góðum hondum, sum eisini er myndamál. Á ein hátt er uppreisnin kanska uttan fyri okkara mál og fatan, og tí má myndamál styðja frásøgnina.

Í røðini av prentum eftir Torbjørn Olsen av líðingarsøguni, síggja vit kvøldmáltíðina skíriskvøld, krossfestingina langafríggjadag og tann deyða í grøvini. Hvussu so við uppreisnini: Jú, hin upprisni Jesus er málaður, tá hann saman við tí ivandi Tummasi vísir síni sár í hondum og bringu, og er hetta eisini prædikutekstur til fyrsta sunnudag eftir páskir.

Theodor Eli Dam Olsen