Skriva út

Uppliv páskirnar í Ísraels

15.01.2013 Tíðindi
Uppliv páskirnar í Ísraels

Nú er aftur høvið at vitja Ísrael. Hesaferð er talan um eina páskaferð við føroyskum ferðalag, sum verður í døgunum 21. mars – 1. apríl 2013.

Millum annað verður vitjað á teimum kendu bíbilsku og søguligu støðunum í Ísrael, sum til dømis í Nasaret, Kapernaum, Betlehem, Massada og Jerúsalem. Siglt verður eisini á Genesaretvatninum og svomið í Deyðahavinum.

Sum nakað heilt serligt er høvið at uppliva páskirnar í Ísrael, og páskamorgun at vera við til stóra norðurlendska páskagudstænastu við ta tómu grøvina. Vitjað verður eisini á nógvum øðrum støðum.

Farið verður eisini til heimsins lægsta stað, Deyðahavið, har ein kann flóta á vatninum. Eisini verður farið niðan á fjallaborgina Massada, har jødiskir frælsisstríðsmenn mannliga í ár 73 stríddust móti rómverjum.

Í Jerúsalem er høvi at uppliva bæði kristnar og jødiskar páskir. Gingið verður líðingarvegin ‘Via Dolorosa’, har Jesus eisini gekk einar aðrar páskir. Vitjað verður eisini á Golgataheygnum og ein sær ta tómu grøvina.

Ein sleppur soleiðis at uppliva einar heilt aðrar páskir, enn ein er vanur við. Men hinvegin einar páskir júst á staðnum, har páskirnar byrjaðu. Stutt sagt ber til at ganga og at sigla í Jesu fótasporum.

Tað er sera vakurt og grønt í Ísrael um várið, og heilt víst ein tann vakrasta árstíðin, ein kann uppliva í Ísrael.

Á ferðunum eru eisini frídagar, har ein kann slappa av, handla ella fáa okkurt eyka upplivilsi.
Ferðaleiðarar verða Marjan Nielsen og Ingrid Hansen, báðar av Nesi.

Tekning hjá: Marjan Nielsen, tel 770015, marjan@mission.fo og Ingrid Hansen, tel 448175, ingridhans@hotmail.com seinast 20. januar 2013.

Meira fæst at vita um ferðina á www.israel.fo ella hjá ferðaleiðarunum.