Skriva út
Ungir urguleikarar
10.08.2016 Tíðindi
Til guðstænastuna í Hoyvíkar kirkju her fyri spældu tríggir ungir urguleikarar. Tey vóru Maria Madsen, Jóhannes Dahl Poulsen og Magnus Reinert Gásadal. Tey eru øll trý næmingar hjá Gudmundi Mortensen, ið er organistur í Dómkirkjuni.
Uni Næs, dómpróstur, prædikaði í Hoyvíkar kirkju í dag og tey ungu fólkini høvdu valt sálmarnar og spældu eisini bæði preludium og postlidium.
Tað er hugaligt, at ungfólk vísa urguspælinum í okkara kirkju áhuga, og vit ynskja teimum góða eydnu.
Onnur tíðindi