Skriva út

- Ungdómskórið vann hjørtuni á áhoyrarunum

11.04.2018 Tíðindi
- Ungdómskórið vann hjørtuni á áhoyrarunum

KÓRSANGUR: Seinastu mongu árini – ja, í roynd og veru síðani 1967 – hevur verið skipað fyri kórstevnum kring oyggjarnar.

Her hava føroysk kór framført sangir og kórverk hvør fyri øðrum á fleiri konsertum, eins og eitt felagskór hevur vant saman til hetta stóra tiltakið.

Men fyri fýra árum síðani avgjørdi ein líkasum at broyta konseptið við hesi kórstevnuni munandi:

Nú varð tann tradisjonella kórstevnan avloyst av einum festivali – einum kórfestivali – sum var hildin ein og sama dag. Ein orsøk til hetta var, at við hesi broytingini metti ein at størri møguleiki var at fáa tey mongu kórini at luttaka.

Ein onnur umfatandi og spennandi broyting var, at kórfestivalurin nú er skipaður sum ein kapping millum kórini. Og tað var júst tað, sum fór fram í Norðurlandahúsinum leygardagin í farnu viku (5. mai).

Og tað er her at Gøtu Kirkju Ungdómskór luttók við sínum serstaka sangi og framúr góðu framførslu. Líkt var til, at áhoyrarunum dámdu sera væl framførslur teirra: Tá uppgjørt var, vísti tað seg at ungdómskórið hevði vunnið áhoyraravirðislønina 2018.

- Ja, tú kanst ætla, at vit vóru fegin um henda heiðurin, sigur kórleiðarin, Símun Hammer, sum í sama andadrátti leggur aftrat:

- At onnur leggja merki til okkara kór, - tað hevur stóran týdning fyri arbeiðið frameftir.
Gøtu Kirkju Ungdómskór varð stovnað á heysti 2011, og luttekur í hesum døgum á einum kórfestivali í svenska býnum Helsingborg.

IKKI TÓMHENT AFTUR
Leygardagin 5. mai var so dagurin, tá kórsangarar úr øllum landinum settu hvørjum øðrum stevnu í Norðurlandahúsinum.

Tey ídnu og ungu sangararnir úr hesum ungdómskórinum vístu her, at dugur er teimum, og tey komu tí ikki tómhent aftur henda dagin.

Vanliga er tað ávísir dómarar sum meta um og døma úrslitið hjá tí einstaka kórinum. Soleiðis var eisini gjørt í ár. Men hesaferð fingu eisini áhoyrararnir somuleiðis høvið at siga sína hugsan um, hvat kór ið teimum dámdi best. Og tað var í hesi kategori at Gøtu Kirkju Ungdómskór vann áhoyrarahjørtuni.

Skal ein trúgva Símun Hammer, so var kórið – sum vera man - sera fegið um, at tað eydnaðist at vinna virðislønina hjá áhoyrarunum á ársins kórfestivali.

- Hóast vit eisini fingu eina virðisløn frá dómarunum, so haldi eg avgjørt, at henda áhoyraravirðislønin hevur helst størri týdning, vísir kórleiðarin á.

HØGT STØÐI
Henda virðislønin samsvarar somuleiðis væl við endamálsorðingina hjá kórinum, har tað millum annað verður sagt soleiðis:

”Listarliga málið kórinum er at framføra kórsang á høgum tónlistarligum og áhugaverdum støði, tó uttan at binda seg til ein ávísan stíl”.

- Tað var tí sera gleðiligt, at tey sera krevjandi verkini, sum kórið framførdi á festivalkonsertini, eisini vóru best dámd av áhoyrarunum, slær hann fast.

Og Símun Hammer leggur at enda aftrat:

- Kórlimirnir leggja sera nógva tíð eftir í kórinum, og at hetta eisini verður lagt merki til av øðrum, hevur stóran týdning fyri arbeiðið frameftir.

- Føroyska fólkakirkjan kann eisini vera fegin um, at hava slík kór í sínum kirkjum.

Orð: Snorri Brend
Mynd: Gøtu Kirkju Ungdómskór/Facebook